Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. januar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 22 - 31. januar 2006 Navnakapping Í samband við at barnagarður verður bygdur á Strondum, verður útskrivað navnakapping til barnagarðin. Uppskotini skulu skrivast á ein lepa og leggjast í ein brævbjálva við frámerki á. Gott hevði verið, um ein frágreiðing um, hví júst hetta navnið er hóskandi til barnagarðin, fylgir við. Avsendari skal ikki skrivast á brævbjálvan. Í ein annan brævbjálva, við sama frámerki, skal navnið á tí, ið eigur uppskotið skrivast. Merki brævbjálvan »Navnakapping«. Uppskotini skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinsta lagi 1. august 2006. Kommunustýrið skilar sær rætt til ikki at brúka nakað uppskot. Velur kommunustýrið eitt uppskot, fær vinnarin 3.000,00 krónur í virðisløn. Navnið verður avdúkað tá barnagarðurin letur upp. Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 · 490 Strendur Kunngerð um framløgu av broytingum av byggisamtykt Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um byggisamtykt og býarskipan við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar av byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunu- skrivstovuni frá 30. januar 2006 til 20. februar 2006. • nýggj áseting til D-økið: Øki D4: a) Økið verður lagt av til kappróðrarneyst, venjingar- høli, bilstøðlar og tílíkt. b) Útstykking kann bert fara fram eftir ætlan, sum fevnir um natúrligan part av økinum, sum kommunustýrið góðkennir. c) Størsta loyvda byggistið er 0,5 d) Størsta loyvda nýtingarstig er 0,6 e) Einki hús má vera hægri enn 7 m til yvirgrind og 9 m til mønu, mált frá miðaljørðildi (í miðal við húsahorn) f) Hús mugu ikki verða sett nærri bryggjutrom ella grannamarki enn fyriskipað er av avvarðandi myndugleika. Møgulig mótmæli skulu vera skrivlig, og verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2006. Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 · Strendur Lutir í konkurs- búgvi til sølu Vegna felag undir konkurs verða fylgjandi lutir lýstir til sølu: Nissan Patrol, langa modellið, árg. 1994 Lastbilur av mrk. Scania H 82, árg. 1985, óskrásettur Gravimaskina av mrk. Bobcat 325, árg. 1997 Skúrvognur 3x8 m, árg. 1994. Áhugað kunnu venda sær til Jóhan J. Lamhauge, adv.ft. Advokatfelagið Yviri við Strond 4 FO-110 Tórshavn Tlf. 311260 · Fax 311261 e-mail: jjl@lawfirm.fo Tórmóður Djurhuus, adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Anna Dam, adv. Ingi Højgaard, adv. Søkt verður eftir fólki til alibrúk okkara á Fuglafirði Í sambandi við nýggja útseting av sílum á Fuglafirði, verður við hesum søkt eftir tveimum røskum fólkum. Einum alara og einum alaralærlingi. Alari Til starvið sum alari er tað ein fyrimunir, um tú hevur royndir at arbeiða við aling, men er hetta tó ikki nøkur treyt. Hevur tú eginleikar sum nærlagni, røkiskap, evni til at samskifta og í felagsskapi at røkka settum málum, so er tað tær vit møguliga leita eftir. Væntað verður at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, dugir at nýta bát og hevur ein ávísan førleika í at arbeiða við tog- verki. Arbeiðið er vanlig arbeiðstíð, umframt at tú kemur at verða í eini vaktarskipan. Løn sambært avtalu. Alaralærningur Hevur tú áhuga í at útbúgva teg sum alara, so er ein spennandi møguleiki her. Væntað verður, at tú ert sjálvstøðugur, arbeiðssamur, røkin og hevur stóran áhuga í at arbeiða við livandi fiski. Læran er skipað við praktiskum arbeiði og við skúlagongd á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Høvuðsarbeiðið er røkt av fiski, men tú kemur eisini at arbeiða við togverki og neti, umframt øllum tí tekniska útbúnaðinum, ið er á alistøðini. Løn sambært sáttmála. Um hetta er nakað fyri teg, so send eina skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum skjótast gjørligt til: Vestlax Postboks 82, 410 Kollafjørð, Fax 477002, Tlf. 477000 ella e-mail: leif@vestlax.fo Umsóknarfreist: 8. februar 2006 Útbjóðing HVS-arbeiði Fyri Fuglafjarðar kommunu verður HVS arbeiðið í samband við innrættan av kjallaranum í dag- stovninum í Fuglafirði hervið boðið út alment. Tað innrættaða økið er uml. 120 m2. Útbjóðingartilfarið fæst frá fríggjadegnum 27. januar við at venda sær til Pf. Sofus M. Jakobsen ráðgev- andi verkfrøðingar FRI. Lisitatiónin verður mánadagin 13. februar 2006 kl. 15.00. Pf. Sofus M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingar F. R. I. J. H. Schrøtersgøta 22 · FO-110 Tórshavn Tlf. +298 353522 · Fax +298 310622 e-mail: smj@smj.fo www.sosialurin.fo