týsdagur 31. januar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 31. januar 2006
27
Avloysarastarv
sum skeiðslærari
Starvið
Undirvísing í brunaverju, eldsløkking og royk-
kaving. Til- og avriggan í sambandi við skeið.
Viðlíkahald av sløkki- og aðrari útgerð.
Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking á Brandskúl-
anum, eru í høvuðsheitinum: Sjófólk, sløkkiliðsfólk
og starvsfólk á virkjum og stovnum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum skipsførari
ella maskinmeistari ella aðra útbúgving, sum
kann javnmetast. Umsøkjariar, sum eisini hevur
útbúgving sum brunaumsjónarmaður, hevur
fyrimun.
Neyðugt er, at viðkomandi er vanur við at arbeiða
við teldu.
Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni,
vera fyrikomandi, ágrýtin og førur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Starvstíðin er 1 ár.
Tann ið settur verður, skal byrja skjótast tilber.
Lønar- og setanartreytir, verða sambært sátt-
mála millum: Fíggjarmálaráðið og Felagið Mask-
inmeistaralærara saman við Fakfelag Sjómans-
skúlalærara í Føroyum.
Arbeiðsstaðið er við Áir, tó verður nakað av
undirvísing á Føroya Maskin- og Sjómansskúla í
Tórshavn.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til:
Føroya Maskin- og Sjómansskúla
Postrúm 104
Nóatún 2
FO-110 Tórshavn
Umsóknir saman við avriti av prógvum, og
møguligum viðmælum, skulu vera Føroya
Maskin- og Sjómansskúla í hendi í seinasta lagi:
13. februar 2006, kl. 1200.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til: Signheðin Davidsen á tlf. 422354, ella Hans
Johannes á Brúgv á tlf. 357501.
Føroya Maskin- og
sjómansskúli
Postrúm 104 • Nóatún 2 • FO-110 Tórshavn
Tlf. +298 357500 • Fax +298 357502
farnav@farnav.fo • www.farnav.fo
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsu-
røktarum og heilsuhjálparum til nýggja Røktar-
heimið í Streymnesi at byrja 01. mars 2006 ella
skjótast tilber.
Røktarheimið er partur av Heimarøktini øki 2, og
pláss er fyri 32 búfólkum, sum koma at búleikast í
4 eindum við 8 búfólkum í hvørjari eind.
Hugsjónin fyri Heimið:
Miðað verður eftir at skapa eitt heimligt og virkið
umhvørvi og við virðing og umsorgan at stuðla
undir virkisførleika og vælveru hjá tí einkulta
búfólkinum.
Vit vænta av tær, at tú hevur:
• Áhuga í og gleði við at arbeiða við eldri fólki
• Vilja til at starvast í tráð við hugsjónina fyri
Heimið
• Er til reiðar at bróta upp úr nýggjum og ganga
aðrar leiðir
• Dugir væl at samstarva og samskifta við onnur
• Er motiverað og fleksibul
• Kann arbeiða í skiftandi vaktum
Vit kunnu bjóða
• Eitt spennandi og mennandi starv, har tú hevur
møguleika at vera við til at byggja upp eitt heim
í tráð við hugsjónina fyri Heimið og seta dám á
umhvørvið.
• Góða innleiðslu
• Møguleika fyri persónligari menning
Setanar- og lønarviðurskifti: Lønar og setanar-
viðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi fakfelag.
Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser-
forsorgina við setanarstaði í Heimarøktini.
Tænastustaðurin fyribils er Heimarøktin Vágoy/
Norðstreymoy.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Sonju Klein, økisleiðara á tlf. 333249/282249
Umsóknir
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi ,
viðmælum v.m. skulu sendast til:
Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy
Att: Sonja Klein, økisleiðari
Økisskrivstovan
370 Miðvágur
Umsóknarfreist 13. februar 2006
HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN
HEIMARØKTIN
Lýsing eftir starvsfólki
til Røktarheimið
á Mørkini í Streymnesi
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur Skála Handverkarafelags verður
fríggjadagin 17. februar 2006.
Tíð og stað verður lýst seinni.
Skrá sambært lógum felagsins.
Støðutakan til húsakeyp.
Allir limir eiga at møta.
Nevndin
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið