Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2006 5 Rektarin á Føroya Studentaskúla- og HF-skeiði í Hoydølum, Mads Winther, vísir aftur, at lærararnir ikki hava fingið nakra grundgeving fyri ávaringina, sum teir fingu í heyst Arbeiðs­ marknaður Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Rektarin í Hoydølum sigur, at lærararnir hava fingið eina skrivliga grundgeving í ávaringini, sum teir fingu í heyst. – Eg skrivaði sjálvur vegna Mentamálaráðið ávaringina, og í ávaringini var eisini grundgivið fyri, hví teir fingu ávaringina. Tí skilji eg ikki, at teir nú niðurleggja arbeiðið, tí teir onga grundgeving hava fingið, sigur Mads Winther. Ávirkar ikki dagligdagin Mads Winther sigur, at í einum skrivi, sum hann hevur fingið, hevur Yrkisfelagið boðað frá, at tað hevur kært málið til løgtingsins umboðsmann, men vísir annars á, at tal­an er um eitt mál mill­ um Fíggjarmálaráðið/ Menta­málaráðið og Yrkis­ felagið. – Vit eru sum so ikki partur í málinum, og ósemjan fer ikki at raka dagligdagin her í Hoydølum. Tey, sum ganga í 2. HF fara undir at skriva høvuðsuppgávu fríggjadagin, og so er bert at vóna, at trupulleikin er loystur, tá ið uppgávurnar skulu rættast, sigur hann. Sjálvur heldur Mads Winther ikki, at tað er nakar vandi fyri, at ósemjan, sum nú er íkomin, fer at seta próvtøkurnar í summar í vanda. – Fyribils ávirkar tað bert rætting av høvuðs­ upp­gávunum hjá 2. HF, og so nakrar einstakar upp­ gávunevndir. Talan er um nevndirnar, ið taka sær av uppgávunum í lívfrøði, samfelagsfrøði, donskum stíli, støddfrøði C og før­ oyskum stíli, greiðir Mads Winther frá. Mads Winther, rektari: – Lærararnir hava fingið grundgeving Rektarin í Hoydølum, Mads Winther, vísir aftur, at Yrkisfelagið ikki hevur fingið nakra grundgeving fyri, hví 12 av limum felagsins fingu ávaring fyri ein arbeiðssteðg. savnsmynd Vandi er fyri, at høv­ uðs­uppgávurnar hjá teimum, sum ganga í 2. HF í Hoydølum, ikki verða rættaðar, tí felagið hjá lær­ ar­unum noktar lim­um sínum at rætta uppgávurnar. Orsøkin er ein ávar­ing, sum Menta­ málaráðið í heyst gav 12 av limunum í felagnum Arbeiðsmarknaður Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sáttmálin millum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og Fíggjarmálaráðið gekk út tann 1. oktobur í fjør, og samráðingarnar millum partarnar slitnaðu dagin fyri. Nakrar dagar seinni lýsti felagið arbeiðssteðg í tveimum flokkum við fleiri enn 24 næmingum. Hetta hevði við sær, at 12 lærarar í Hoydølum løgdu arbeiðið niður í tilsamans 90 minnuttir hvør hesar dagarnar, skrivar Yrkisfelagið í yvirlýsing. Fingu ávaring Tríggjar dagar seinni fingu teir 12 lærarar skriv­liga ávaring frá rekt­ar­an­um í Hoydølum fyri arbeiðs­ steðgin. Sagt varð, at or­søkin til ávaringarnar var, at arbeiðssteðgurin hjá lærarunum var ólógligur. Hesum er Yrkisfelagið ikki samt í, og felagið kravdi, at ávaringarnar vóru tiknar aftur, tí talan eftir teirra tykki var um ein lógligan arbeiðssteðg. Felagið vísti á, at sáttmálin var gingin út, og samráðingarnar millum partarnar vóru eisini slitnaðar. Tí kravdi Yrkisfelagið, at Mentamálaráðið grundgav fyri, hví arbeiðssteðgurin var ólógligur. Men sam­bært yvirlýsingini hjá fel­agn­um er eingin ítøkilig grund­ geving komin úr Menta­ málaráðnum. Hetta hevur so ført til, at felagið í dag boðar frá, at tað noktar limum sínum at rætta høvuðsuppgávur frá komandi mánadegi at rokna. Eisini verður álagt limum felagsins at niðurleggja arbeiðið í uppgávunevndum, sum viðvíkja skúlanum í Hoydølum. Nyttar einki við fakfelagsarbeiði Formaðurin í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, Hans Andrias Sølvará, sigur, at arbeiðið, sum felagið nú hevur álagt limum sínum at niðurleggja, ikki hevur nakað við vanliga arbeiðið hjá teimum at gera. – At rætta ritgerðir hjá næmingum er ikki nakað, sum er álagt okkara limum, og tað hevur tí einki við okkara vanliga arbeiði at gera, sigur hann. Hans Andrias Sølvará greiðir frá, at felagið ong­ antíð hevur fingið nakra grundgeving fyri ávar­ ingarnar, hóast spurt hevur verið eftir hesum. Tí metir felagið, at tað nú er neyugt at seta tiltøk í verk, og tað fyrsta av hesum er so at nokta limum felagsins at rætta ritgerðir á skúlanum í Hoydølum. Formaðurin í Yrkis­ fel­agnum heldur, at um landsstýrið á henda hátt heldur tað verða ólógligt hjá einum fakfelag at lýsa arbeiðssteðg, tá ið sáttmálaloysi er, so er tað eingin meining íat hava nakað, sum eitur fak­ felagsarbeiði. Yrkisfelagið sigur, at avgerðin um at niðurleggja arbeiðið er tikin við støði í, at eingin sáttmáli er galdandi. Avgerðin stendur við fyribils til landsstýrismaðurin hevur tikið ávaringarnar aftur, ið limir felagsins hava fingið. Somuleiðis hevur felagið í yvirlýsingini hjá sær eis­ ini tilskilað sær rætt til at herða tiltøkini, uttan at Hans Andrias Sølvará vil koma nærri inn á, hvat tað merkir. Yrkisfelagið: – Uppgávurnar hjá næmingunum verða ikki rættaðar Næmingar, sum ganga á seinna ári á HF-skeiðnum í Hoydølum, kunnu fyrireika seg uppá, at høvuðsuppgávurnar, sum tey fara undir at skriva fríggjadagin, ikki verða rættaðar, fyrr enn landsstýrismaðurin tekur aftur ávaringarnar, ið hann hevur latið 12 lærarum í Hoydølum. savnsmynd