mikudagur 1. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 23 - 1. februar 2006
Hesi bæði seinastu
árini er tað vorðið
tyngri at liva hjá fólki
við teimum heilt lágu
lønum
LIVISTØðIð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hesi bæði seinastu árini er
tað blivið torførari hjá før-
oyingum við lágari løn, at
fáa endaranar at røkka sam-
an.
Tað vísir ein útrokning,
sum landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Bárður Niel-
sen, hevur gjørt.
Útrokningin er gjørd, tí
Høgni Hoydal, løgtings-
maður, hevur spurt hann,
hvussu skatta- og avgjalds-
politikkurin hjá samgong-
uni hevur ávirkað livistøðið
hjá ymsum føroyingum.
Sum dømi hevur Høgni
Hoydal tikið eitt fólk í Vági
og eitt fólk í Skopun við
eini inntøku upp á 170.000
krónur og eitt fólk í Havn
við eini inntøku upp á
600.000 krónur.
Høgni Hoydal vísir á, at
hevði samgongan fylgt av-
taluni í nógv umrødda und-
irskjalinum, hon gjørdi, tá
ið hon varð skipað, hevði
eitt fólk í Vági og Skopun
við eini inntøku upp á
170.000 krónur um árið,
skula goldið 2.811 krónur
meiri í skatti í ár, enn tað
gjørdi í 2004.
Hinvegin hevði eitt fólk í
Havn við eini inntøku upp á
600.000 krónur um árið,
sloppið góðar 38.000 krón-
ur lættari í skatti í ár, enn
tað gjørdi í 2004.
Órættvís mynd
Men Bárður Nielsen vísir á,
at hetta gevur eina skeiva
mynd av gongdini, tí tær
heilt lágu inntøkurnar hava
fingið størri lætta enn so.
Veruliga gongdin er, at
eitt fólk í Vági við eini inn-
tøku upp á 170.000 krónur,
kemur at betala 89 krónur
minni í skatti í ár, enn tað
gjørdi í 2004.
Men eitt fólk í Skopun
við eini inntøku uppá
170.000 krónur, skal rinda
271 krónur meiri í skatti í
ár, enn tað gjørdi í 2004.
Hinvegin skal eitt fólk
við eini inntøku upp á
600.000 krónr í Havn at
rinda 10.509 krónur minni í
skatti í ár, enn tað gjørdi í
2003, sigur Bárður Nielsen.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum vísir á, at
kommunuskatturin er pro-
portionalur. Tað merkir, at
sama prosent verður goldið
í kommunuskatti av inntøk-
uni, sama hvussu høg inn-
tøkan er. Hinvegin er lands-
skatturin progressivur. Tað
merkir, at prosentið, sum
skal gjaldast í landsskatti,
hækkar, so hvørt sum inn-
tøkan hækkar.
Hann sigur, at nú er mun-
urin rættiliga stórur og so-
statt rinda tær lágu inntøk-
urnar lutfalsliga væl minni
í landsskatti enn miðalinn-
tøkur.
- Tí er tað vorðið ógjør-
ligt at geva lætta í lands-
skattinum, har tær lægstu
inntøkurnar fáa størsta lætt-
an.
Landsstýrismaðurin vísir
eisini á, at verður roknað
við eini inntøku upp á
200.000 krónur ístaðin fyri
eina upp á 170.000 krónur,
sær myndin heilt øðrvísi út.
- Eitt fólk í Skopun við
eini inntøku upp á 200.000
krónur, fær ein skattalætta í
ár upp á 3.338 aftur ímóti
tí, sum tað skuldi betala í
skatti í 2004
Afturímóti hesum vísti
Høgni Hoydal á, at verður
vegskatturin fyri ein van-
ligan persónbil tald uppí
afturat, skal ein skattgjald-
ari í Vági við eini inntøku
upp á 170.000 krónur, be-
tala 660 krónur meiri í
skatti í ár, enn hann gjørdi í
2004 og eitt fólk í Skopun
skal betala 1.021 krónur.
Keypiorkan hækkað
Bárður Nielsen upplýsti
eisini, at hann hevur hgt
eftir, hvussu keypiorkan hjá
fólki hevur verið hesi sein-
astu árini. Og tað rokni-
stykkið vísir, at fólk hava
meiri eftir í dag, enn tey
høvdu fyri nøkrum árum
síðani, tá ið alt er talt upp í,
bæði gongdin í skattum, av-
gjøldum, gongdin í prísu-
num og lønargongdin er
talt. Hetta er eisini galdandi
fyri tær heilt lágu lønirnar
upp á 170.000 krónur.
Í hesum sambandi vísti
Páll á Reynatúgvu á, at ein
avgerðandi leiklut í gongd-
ini, er, hvussu kommunu-
skatturin er í teimum ymsu
kommununum og hetta eru
dømi um, at stættarmunurin
ímillum bæði fólk og
ímillum kommunur, økist.
-Kaj Leo Johannesen
átalaði, at ávísir partar í
landinum
vórðu
tikin
burturúr, men hinvegin
vísti Hergeir Nielsen á, at
sjálvsagt var tað neyðugt at
hyggja at, hvussu skatta- og
avgjaldspolitikkurin rakar
tey ymsu økini í landinum.
Tyngri at liva hjá
fólki við lágari løn
Persónurin í Vági ver ur skatta ur solei is árini 2004 til 2006:
Vágs Kommuna:
2004
2005
2006
Kommunuskatta %
22,50
22,50
23,25
Kirkjuskatta %
0,30
0,40
0,40
AMEG %
0,50
0,75
1,00
Barsilsgjald %
0,25
0,25
0,62
Botnfrádráttur
22.000
24.000
26.000
Skattskyldug inntøka
170.000
170.000
170.000
Landsskattur
24.960
24.570
23.080
Kommunuskattur
33.300
32.850
33.480
Kirkjuskattur
444
584
576
AMEG-gjald
850
1.275
1.700
Barsilsgjald
425
425
1.054
Skattur o.a. tilsamans
59.979
59.704
59.890
Skattur o.a. í mun til 2004
0
-275
-89
Persónurin í Skopun ver ur skatta ur solei is árini 2004 til 2006:
Skopunar Kommuna:
2004
2005
2006
Kommunuskatta %
22,50
22,50
23,50
Kirkjuskatta %
0,30
0,40
0,40
AMEG %
0,50
0,75
1,00
Barsilsgjald %
0,25
0,25
0,62
Botnfrádráttur
22.000
24.000
26.000
Skattskyldug inntøka
170.000
170.000
170.000
Landsskattur
24.960
24.570
23.080
Kommunuskattur
33.300
32.850
33.840
Kirkjuskattur
444
584
576
AMEG-gjald
850
1.275
1.700
Barsilsgjald
425
425
1.054
Skattur o.a. tilsamans
59.979
59.704
60.250
Skattur o.a. í mun til 2004
0
-275
271
Persónurin í Tórshavn ver ur skatta ur solei is árini frá 2003 til 2006:
Tórshavnar Kommuna
2003
2004
2005
2006
Kommunuskatta %
18,75
18,75
18,75
19,75
Kirkjuskatta %
0,30
0,30
0,40
0,40
AMEG %
0,50
0,50
0,75
1,00
Barsilsgjald %
0,25
0,25
0,25
0,62
Botnfrádráttur
21.000
22.000
24.000
26.000
Skattskyldug inntøka
600.000
600.000
600.000
600.000
Landsskattur
186.170
179.760
173.195
165.080
Kommunuskattur
108.563
108.375
108.000
113.365
Kirkjuskattur
1.737
1.734
2.304
2.296
AMEG-gjald
3.000
3.000
4.500
6.000
Barsilsgjald
1.500
1.500
1.500
3.720
Skattur o.a. tilsamans
300.970
294.369
289.499
290.461
Skattur o.a. í mun til 2004
0
-6.601
-11.471
-10.509
GG: Í hesum útrokningunum er hækkingini í vegskattinum ikki tikin við. Verður roknað við
einum vanligum persónbili, skal skattgjaldarin í Vági gjalda 660 kr meira í skatti í ár, enn
hann gjørdi í 2004, og skattgjaldarin í Skopun skal gjalda 1.021 kr meira í skatti
- Tær heilt lágu inntøkurnar betala meiri í skatti og avgjøldum nú, enn tær gjørdu fyri tveimum árum síðani, í hvussu so er í kommunum við høgum
sattaprosenti, men tær heilt høgu inntøkurnar í Havn, betala minni