mikudagur 1. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2006
7
Tey sum ynskja sær
eitt stórt og gott
grundøki, har ein
samstundis hevur
sera vakurt útsýni,
eiga at venda sær til
Sands kommunu.
Í summar verða nevni
liga fleiri grundøki
tøk í bygdini, sum
sambært borgar
stjóranum, Páll á
Reynatúgvu er sum
ein vøkur náttúru
perla
Búseting
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandur: – Jú, grundøkini eru
stór, vil onkur kanska siga.
Eitt 750 fermetrar stórt øki
er rættiliga stórt.
– Men hinvegin: Menn
iskjuni eru eftir mínari
meining ikki búrhøsn. Og
tí ynskja vit fegin at bjóða
teimum áhugaðu nøkur øki
í hesari støddini, sigur Páll á
Reynatúgvu við Sosialin.
Hesi grundøkini, sum
íalt verða 12 í tali, liggja
við Sandabrekkuna. Og
hagani er frálíkt útsýni yvir
bygdina, vakra sandin, vatn
ið og fjørðin.
Kommunan eigur lendi
til øki av so stórari stødd.
Men borgarstjórin dylir ikki
fyri hvør ætlanin er við júst
hesum:
– Vit ynskja at freista fólk
til at búseta seg her í okkara
kommunu.
– Og við stóru grundøkj
unum og tí rímiliga kostn
aðinum, vóna vit at tað eisini
fer at eydnast, sigur hann.
Í fyrstu syftu er ætlanin
at gera sjey grundøki klár.
Hesi verða væntandi seld í
summar. Seinni verða so tey
seinastu fimm økini klár at
selja.
Byggiáhugi
Eins og so manga aðrastaðni
í landinum hevði búskapar
liga kreppan ávirkan á
fíggjarligu umstøðurnar hjá
sandingum – og harvið eisini
áhugan at byggja sethús.
Kommunan gjørdi fyri
eini 20 árum síðani eina aðra
útstykking í bygdini, men
har eru framvegis grundøki
eftir at keypa.
Staðfestast kann kortini, at
í miðal hava verið bygd eini
2-4 sethús um árið, ta tíðina
sum gongd var í hesum. Men
sum so manga aðrastaðni
kom eisini steðgur í hetta
undir kreppuni.
Nú tykist støðan at vera
broytt aftur til tað betra: Komm
unan hevur í løtuni umsóknir
liggjandi til fýra av teimum
fyrstu sjey grundøkjunum við
Sandabrekkuna.
Kostnaðurin fyri hvørt
økið verður væntandi einar
100.000 kr.
Stutt til Havnar
Fyri sandoyingar var tað
ein stórur framburður, tá
siglingin millum Skopun
og Gomlurætt byrjaði.
Hesin framburður merktist
tó serliga, tá tann stásiligi
Teistin varð settur í sigling
fyri nøkrum árum síðani.
Við hesum regluliga ferða
sambandinum um Skopunar
fjørð er tað nú lag á manni at
ferðast millum heimstaðið á
Sandoynni og arbeiðsstaðið
í Havn.
Í roynd og veru er tað styttri
at fara heiman av Sandi til
Havnar, enn tað tekur hjá
leirvíkingum at fara hagani
og til høvuðsstaðin.
– Sjálvur brúki eg umleið
50 minuttir, frá tí eg fari frá
húsum og til eg seti bilin frá
mær á Skálatrøð í Havn. Tað
ber tí saktans til hjá fólki at
búgva her á Sandi og hava
sítt arbeiði aðrastaðni.
– Tá tunnilin einaferð kem
ur undir Skopunarfjørð fer
tað bert at taka 20 minuttir
til Havnar. Tá vænti eg at
áhugin fyri grundøkjum her
verður uppaftur størri, vísir
Páll á Reynatúgvu á.
Út frá hesum veruleika
verður tí væntað, at eftirspurn
ingurin eftir grundøkjum á
Sandi fer at verða stórur.
Stór og bílig grundøki á Sandi
Tunnilin
nærkast
Hóast eingin tíðaráseting
er gjørd, so verður arbeitt
við málinum um ein fram
tíðar undirsjóvartunnil til
Sandoynna.
Á fíggjarlógini fyri
2006 eru avsettar 5 mió.
kr. til víðari kanningar av
hesum máli.
Hetta málið hevur
sum vera man eisini
stóran áhuga fyri Páll á
Reynatúgvu.
Fyri hann er eingin ivi
um, at Sandoyggin eigur
at vera bindiliðið mill
um Suðuroynna og mið
staðarøkið í framtíðini.
Tað eigur at vera óneyð
ugt at sigla, tá ein kann
koyra beinleiðis millum
hesi bæði støðini, sigur
hann.
Vakurt útsýni er av Sandabrekkuni – bæði inn yvir sandin, bygdina, vatnið og sjógvin
Mynd: Jens Kr. Vang
Á Sandi eru 182 fólk undir 18 ár, og gevur hetta góðar vónir fyri framtíðina. – Vit mugu gera okkara til, at tað unga fólkið kann búseta seg her í bygdini, sigur
borgarstjórin, Páll á Reynatúgvu
Mynd: Jens Kr. Vang