mikudagur 1. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Eg haldi, tað er
fyri neyðini, at aðrir
”aktørar” eru komnir
inn á føroyska fíggj
armarknaðin. Hetta
er ein avgjørd treyt,
um føroyskum
vinnulívi skal verða
lív lagað, nú teir
størstu føroysku
peningastovnarnir
brúka sína tíð upp á
at berjast um at fíggja
sethúsalán við lágari
rentu, sigur Tórbjørn
Jacobsen, reiðari,
sum harmast um, at
Napoleon ikki fær ein
møguleika aftrat, nú
útlitini hóast alt eru
betri
Rækjuvinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rækjuskipið Napoleon, sum
løgtingsmaðurin, Tórbjørn
Jacobsen er reiðari á, er lýst
at fara á tvingsilssølu um
nakrar vikur. Tað er Føroya
Sparikassi, sum eigur 1. veð
rætt í skipinum, ið hevur
biðið um tvingsilssøluna.
Lagdur í september
Tórbjørn Jacobsen sigur,
at Napoleon bleiv lagdur í
september í fjør eftir, at tað
bara hevði gingið niður á
bakka, og peningur fossaði
út úr kassanum, sum hann
tekur til.
– Rækjuprísirnir høvdu
gingið niðureftir í eini fýra
ár, og oljuprísirnir vóru uppi
ígjøgnum.
Hann sigur, at tá ið teir
keyptu skipið á heysti 2002,
hevði rækjumarknaðurin
leingi ligið í andaleypi.
– Øll væntaðu, tá ið vit
keyptu skipið, at prísirnir
høvdu nátt botninum – ella tí
avgjørda nullpunktinum, og
eingin væntaði, at prísirnir
kundu lækka uppaftur
meira. Útrokningar, sum vit
høvdu, søgdu, at hækkaði
rækjuprísurin við í miðal
eini 50 oyrum fyri kilo, fór
verkætlanin væl og virðiliga
at hanga saman.
Men, staðfestir Tórbjørn:
– Vit fingu annað at síggja;
rækjuprísirnir lækkaðu upp
aftur meira, samstundis sum
oljuprísirnir hækkaðu. Tí
sóu vit í september, at eingin
logikkur var í at halda fram,
soleiðis sum støðan var, og
vit høvdu heldur ikki likvi
ditet at reka skipið undir
táverandi umstøðum.
Aðrir ”aktørar”
Reiðarin sigur, at síðan er tað
hent, at Føroya Sparikassi,
sum er einasti kreditorur,
umframt sjópantini, krevur,
at skipið nú verður selt á
tvingsilssølu.
– Føroya Sparikassi hevur
ikki strekt seg til nakað
sum helst, og eg vil siga, at
millum partarnar hevur at
kalla eingin dialogur verið.
Tað skilst á Tórbirni, at
hann avgjørt ikki er nøgd
ur við viðurskiftini millum
reiðaríið og peningastovn
in.
– Eg haldi, tað er fyri
neyðini, at aðrir ”aktørar”
eru komnir inn á føroyska
fíggjarmarknaðin. Hetta er
ein avgjørd treyt, um før
oyskum vinnulívi skal verða
lív lagað, nú teir størstu før
oysku peningastovnarnir
brúka sína tíð upp á at berjast
um at fíggja sethúsalán við
lágari rentu.
Hann heldur, at føroysku
peningastovnarnir í løt
uni liva upp á neyðina hjá
sethúsaeigarum við lág
ari rentu og langari aftur
gjaldstíð - og við 100%
trygd í pantinum.
– Hetta er fyri peninga
stovnarnar ivaleyst líka so
trygt sum at seta peningin
í danskar statsobligatiónir,
sigur Tórbjørn.
Betri útlit
Tað harmar reiðaran, at
skipið verður kravt á tving
silssølu, nú útlitini í rækju
vinnuni hóast alt eru bjartari,
enn tey hava verið leingi.
– Oljuprísirnir eru lækk
aðir nakað aftur, og rækju
prísirnir eru hækkaðir mun
andi.
Tórbjørn vísir á, at í
onkrum sorteringum av
rækjum eru prísirnir hækk
aðir 60 % seinastu mán
aðirnar.
– Nú færri rækjuskip eru
í flotanum, eru eisini møgu
leikarnir munandi betri.
Hann sigur, at tey rætt
indi, sum Føroyar hava
í rækjukvotum og rækju
døgum, bera ikki fleiri enn
trý skip, um raksturin skal
vera lønandi, soleiðis sum
støðan er.
– Um kvoturnar undir
Eysturgrønlandi
og
á
Grand Bank verða býttar
yvir trý skip saman við
teimum rættindum, vit
hava á Flemmish Kap og
við Svalbard, er lítil ivi
um, at raksturin hjá rækju
skipunum hevði sæð betur
út, sigur reiðarin, Tórbjørn
Jacobsen.
Nú glottar eru verður Napoleon
– Vit royna ymiskar
ítøkiligar møguleikar,
og eg kann siga, at
vit hava ikki givið
skarvin yvir, sigur
Tórbjørn Jacobsen,
reiðari
Rækjuvinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú rækjuskipið Napoleon er
lýst at fara á tvingsilssølu um
nakrar vikur, sigur reiðarin,
Tórbjørn Jacobsen, at teir
als ikki hava givið skarvin
yvir.
– Vit hava einar sjey vikur
at loysa málið í, og eg vóni,
at vit hava eina loysn, áðrenn
skipið verður selt.
Ymiskir møguleikar
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
felagið nú kannar ymiskar
møguleikar, bæði føroyskar
og útlendskar, og hann end
urtekur úr fyrru greinini á
hesi opnuni, hvussu týdn
ingarmikið tað er fyri før
oyskt vinnulív, at aðrir
útbjóðarar eisini eru innan
føroyska vinnulívsfígging.
Nr. 23 - 1. februar 2006
8
– Vit hava
ikki givið
skarvin yvir
– Føroya Sparikassi, sum hevur 1. veðrætt í Napoleon, hevur ikki strekt seg til nakað sum helst, og eg vil siga, at millum partarnar
hevur at kalla eingin dialogur verið, sigur reiðarin
Mynd: Vilmund Jacobsen