mikudagur 1. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 23 - 1. februar 2006
Farna vikuskiftið vísti veruliga, hvussu savnandi
føroyskur tónleikur er. Á Hotel Føroyum og í
Norðurlandahúsinum savnaðust fleiri túsund fólk
fyri at uppliva nakað av tí besta innan føroyskan
tónleik. Í Norðurlandahúsinum spældu Eivør,
Lena og Guðrun fyri útseldum hølum tríggjar
konsertir á rað. Meðan Hotel Føroyar var á tremur
við fólki til tónleikafagnaðin Planet Awards.
Bæði tiltøkini savnaðu fólk, ið høvdu tokkan til
tónleikin til felags.
Tónleikur er eitt heilt egið mál, ið talar sera
sterkt til okkara. Hetta eru miðlarnir eisini farnir
at leggja merki til, og plássið, ið tónleikalívið
fær bæði á alnet-, í prentaðu- og loftmiðlum er
alsamt vaksandi. Føroysku fjølmiðlarnir hava
fingið ein virknan leiklut í tónleikalívinum. Hetta
verður gjørt við stuðuli til eitt nú festivalarnar,
men eisini við at verða beinleiðis fyriskipari av
tiltøkum. Bæði í Norðurlandahúsinum og á Hotel
Føroyum vóru tað fjølmiðlar, ið skipaðu fyri.
Tað var eisini serliga gleðiligt at síggja, hvussu
virknan leiklut Kringvarpið hevði hetta viku
skiftið. Leygarkvøldið sendi manningin í
Studio Pegasus beinleiðis av Hotel Föroyum,
og sunnukvøldið varpaði útvarpið frá konsertini
í Norðurlandahúsinum. Hetta gav øllum føroy
ingum høvi at sleppa við á hesi forkunnugu
tiltøk. Men eisini skrivandi miðlarnir vóru væl
umboðaðir.
Tað skerst ikki burtur, at føroyskur tónleikur er
á eini aldu, við nøvnum sum Teituri, Eivør, Týr,
Lenu og Guðrun, ið royna seg uttanlanda. Her
er Eivør í løtuni ein sonn sólskinssøga, hon vann
Planetina sum besta songkvinna leygarkvøldið,
spældi herfyri í einum fyltum Mozart sali í Wien,
og so er hon í uppskoti til seks av teimum tólv
heiðurslønunum á Danish Folk Music Awards.
Tað er eingin ivi um, at føroysku tónleikararnir
eru okkara bestu umboðsmenn í útheiminum.
Útlendsku gestirnir á Planet Awards viðmerktu um
høga støðið á føroyskum tónleiki. Serliga var tað
bólkurin, ið vann heiðurin besti føroyski bólkur á
Planet Awards, 200, ið sannførdi tónleikararnar
úr Nephew, D.A.D. og Johnny Deluxe. Men eisini
GBOB vinnararnir úr Marius fingu rósur. Jesper
Binzer úr D.A.D, varð somuleiðis so bergtikn av
fløguni hjá Deja Vu, at hann ognaði sær hana.
Tillukku til allar vinnararnar og eydnuynski til
tónleikin í Føroyum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Okkara bestu umboðsmenn
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í bløðunum herfyri spyr
Marius Dam í opnum brævi
undirritaða sera viðkomandi
spurningin, um eg ætli at
koma við tilmæli um, hvussu
føroyingar skulu bera seg at
fyri at fyribyrgja fuglakrími
og setir í hesum sambandi
7 konkretar spurningar til
mín.
1. Hvussu við heimafugli?
2. Hvussu við flytifugli?
3. Hvussu við fuglaveiði?
4. Hvussu við innflutningi
av flogfenaði (deyðum /
livandi)
5. Hvussu skulu føroyinga
fyrihalda seg?
6. Hvørji eru symptomini
uppá sjúkuna og hvussu
skal berast at, um illgruni
er um sjúkuna
7. Hvørjir viðgerðarmøgu
leikar eru?
Landsstýrismaðurin tekur
fuglakrím og serliga vand
an fyri eini møguligari
influensu heimfarsótt (ið
smittar frá fólki til fólk) í
størsta álvara. Tí er longu
eitt størri arbeiði sett í gongd
fyri at tryggja føroyingum
tað neyðuga koppingarevni,
ið er tað týdningarmiklasta í
eini tilbúgvingarætlan. Sum
kunnugt, havi eg eisini sett
ein arbeiðsbólk, ið júst er
farin til verka fyri at gera
eina heilsutilbúgvingarætlan
í sambandi við eina møguliga
influensu
heimsfarsótt.
Ein tílík ætlan vil tó eisini
taka atlit til tilburðir, har
ið menniskju verða smitt
aði beinleiðis av fugli.
Hetta svarar til tað, ið
alheimsstovnurin WHO
nevnir fyri ”Pandemic alert
period”. Hetta kemur við
í tað uppskotið, ið arbeiðs
bólkurin skal gera.
Tann tilbúgvingarætlan,
ið bólkurin skal gera, skal
kunna nýtast, óansæð um
tann næsta influensu heims
farsóttin upprunaliga kemur
frá fugli, grísi, hesti ella
onkrum øðrum djóri. Vit
vita nevnliga ikki, hvar ein
møgulig komandi influensu
heimsfarsótt upprunaliga
vil koma frá, men í løtuni
er størst møguleiki at tað
kemur frá flogfenaði.
Veterinermyndugleikin
í Føroyum luttekur ikki í
fyrrnevndu heilsutilbúgv
ingarætlan og ger tað held
ur ikki í okkara grannalond
um. Í Danmark til dømis
er eisini eitt arbeiði sett í
verk fyri gera ein tílíka til
búgvingarætlan, og har lut
tekur ei heldur nakar frá
veterinermyndugleikunum.
Hetta merkir tó ikki, at
veterinermyndugleikarnir
ikki gera sínar ætlanir, í.s.v.
t.d. fuglakrím. Eg eri vitandi
um, at Landsdjóralæknin
arbeiðir á teirra øki við at
seta eina kunngerð í gildi um
at berja niður fuglakrím (hjá
fugli) í Føroyum, um tað gerst
neyðugt, og um hvussu fólk
skulu bera seg at viðvíkjandi
handfaring av flogfenaði.
Eg vil tí mæla til, at tú setir
landsdjórlæknanum fimm
teir fyrstu spurningarnar, tí
tað er hann, ið hevur størst
vitan um fyribyrging av
sjúku hjá fugli og handfaring
av fugli.
Eg skal tó svara báðum
teimum seinastu spurning
unum (spurningi 6 og 7).
Tað skal tó nevnast, at snýr
tað seg um sjúkueyðkennni
(symptomir) við beinkrími
hjá fuglum og viðgerð av
fuglum, mæli eg til, at eisini
hesir spurningarnir verða
settir landsdjóralæknanum.
Verður hugsað um sjúku
eyðkenni hjá fólki, smittað
við beinkími frá fuglum, so
eru tey hesi:
Vanlig sjúkueyðkenni
samsvarandi
beinkrími
(knappliga íkomin sjúka
við fepri yvir 38, hosti,
sjúkueyðkenni frá andarleið
og bein/vøddapína) umframt
eygnabruni og lungnabruni,
ið er íkomin í londum, har
fuglakrím er staðfest.
Serliga skal ein vera varug
ur við hesi sjúkueyðkenni,
um ein innan 7 dagar hevur
ferðast í einum øki, har ið
fuglakrím er staðfest og ver
ið í sambandi við sjúk ella
deyð djór, ið kunnu vera
smittað við fuglakrími.
Spurningurin um hvussu
ið berast skal at, um illgruni
er um sjúkuna, veldst um
eina meting, ið verður lýst
í áðurnevndu tilbúgvingar
ætlani fyri eini møguligari
influensu heimsfarsótt, ið
arbeiðsbólkurin kemur at
gera og handa landsstýris
manninum í seinasta lagi 1.
juni.
Viðvíkjandi viðgerð av
fólki, ið eru smittaði við
fuglainfluenza H5N1-virus,
er tað serliga heiligvágurin
Oseltamivir, ið kann minka
um møguleikan, at virusið
nørir seg og betrar um møgu
leikan at yvirliva sjúkuna.
Viðgerðin verður eisini lýst
nærri í áðurnevndi tilbúgv
ingarætlanini fyri influensu
heimsfarsótt.
At enda vil eg vísa til
heimasíðuna hjá Statens
Serum Institut HYPERLINK
http://www.ssi.dk www.ssi.
dk, har teir mest vanligu
spurningarnir og svarini um
fuglainfluensu finnast.
Svar til Marius Dam, viðvíkjandi
fyribyrging av fuglakrími
Landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Nú bert tú teg at sum ein
»gavstrikkur«.
Tvey samdøgur eftir at
kommunustýrið í Leirvík
einmælt hevur samtykt,
at vit vilja hava ein tunnil
oman fyri Tavuna, sendir tú
tínar menn norður til Leir
víkar at máta upp fyri einki
minni enn tveir vegir oman
fyri bygdina.
Okkara størsta og besta
aktiv sum bygd í dag er tað
frálíka byggilendi, vit hava
at bjóða okkara framtíðar
borgarum.
Ein vegur oman fyri bygd
ina fer karvandi ígjøgnum
allar framtíðar útstykkingar.
Tá kavin og kuldin kemur,
fer ferðslan at koma send
andi gjøgnum bygdina, tí
tað verður alt ov trupult at
koyra so ovarliga.
Nei Bjarni Djurholm, vit
góðtaka ikki, at tú geldir
Leirvíkar bygd og framtíð
okkara.
Nei nei, Bjarni Djurholm
Leirvík
Randi í
Jógvanstovu