mikudagur 1. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2006
11
Røðan, sum Jóannes
Eidesgaard, løgmaður,
helt á leiðaradegnum á
Hotel Föroyum seinasta
hósdag
Ein samgonga – eitt lands
stýri hevur eitt mandat í
fýra ár. Tú kanst velja at
brúka mandatið til at stýra
stuttsiktað t.v.s. í fýra ár,
ella tú kanst velja at stýra
langsiktað í kanska 10 ár ella
longur.
Vit hava valt seinnu loysn
ina – ikki tí, at vit vilja vera
so nógv øðrvísi, men tí at
vit hava ásannað, at tað er
nú, at nýggjar leiðir mugu
gangast. Visjón 2015 er
ikki eitt “smart” politiskt
hugskot - Visjón 2015 er ein
lívsneyðug ætlan. Útvarps
maðurin segði tað so væl
hetta kvøldið: “Framtíðin
kemur av sær sjálvum, men
framburðurin kemur ikki
av sær sjálvum.” Og tað er
henda framburð, vit skulu
skapa m.a. við Visjónini.
Júvist eru Føroyar á einum
vegamóti. Vit kunnu velja at
lata dyrnar upp til alheimin
og fara út millum teir stóru
og taka tann dystin upp, sum
sanniliga ikki verður nakar
dansur á rósum, ella vit
kunnu lata dyrnar aftur fyri
umheiminum og hava nóg
mikið við at dyrka okkara
egnu ”fortreffiligheit”.
Frá at hava liva væl – ja til
tíðir í marglæti - av at vera
ein fiskivinnutjóð og eitt
framleiðandi land, uppliva
vit nú, at vit spakuliga, men
støðugt verða tikin aftur av
nýggjum og ókendum kreft
um - av nýggjum hættum
at hugsa uppá - av bíligari
hættum at framleiða uppá.
Vit kunnu seta okkum við
árarnar og taka tøk ímóti
teimum londunum, sum í
dag framleiða bíligari enn
hugsingur er um hjá okkum.
Ímóti hesum londum, sum
nógv fólk í vinnuni tosa um
við piprandi rødd. Vit kunnu
streingja á róðrarfólki og
biðja tey rógva skjótari. Men
hetta verður aldrin annað
enn ein endaspurtur, ið vit
við vissu fara at tapa.
Og tað er í hesi ásannan,
at júst loysnin liggur. Tí tað,
sum í veruleikanum skal til,
um vit skulu halda okkum á
odda – um vit skulu kappast
við londini, ið vit sammeta
okkum við - og vera førandi
– er, at vit leggja á annan
bógv – rógva aðra kós.
Tað nyttar ikki at gráta
um, at oljan er dýr, at kines
ararnir eru skjótir og bíligir,
at fiskaprísirnir eru lágir,
um vit eru fiskseljarar, at
fiskaprísirnar er høgir, um
vit eru fiskakeyparar, ella at
íslendingar koma.
Vit mugu flyta okkum. Vit
mugu spæla ímóti teimum
stóru. Vit mugu taka dystin
upp.Vit mugu tryggja
okkum, at vit duga snildir
og tann taktikkin, ið gevur
okkum fult stigatal hvørja
ferð.
Til hetta mugu vit hava
heilar. Nógvar heilar. Útbún
ar heilar. Svartar og hvítar.
Mannfólk og konufólk, Ung
og gomul. Samkyndar og
hinkyndar. Vit kunnu stutt
sagt ikki fáa nóg mikið av
góðum heilum. Og vit hava
so sanniliga ikki ráð til at
skúgva góðar heilar frá okk
um við snævuskygni og
intoleransu. Eins lítið kunnu
vit vera nøgd við, at partur
av okkara útbúna fólki ikki
kemur heimaftur.
Meðan Visjónsætlanin
hevur
búskaparvøkstur
sum eina fortreyt, so sigur
Richard Florida í bók síni
“Tann kreativi klassin”, hvat
hann heldur er fortreytin
fyri búskaparvøkstri.
Hann sigur, at jú longur vit
koma inn í vitunnarbúskapin,
jú meiri bundin verður
vælferðin og harvið kapp
ingarevni hjá landinum av
samanhanginum millum trý
viðurskfiti:
tøkni - talent - tolsemi
Hann sigur víðari, at
innovatión ella nýmenning
av nýggjari framleiðslu og
nýggjum framleiðsluhættum
gerst meira og meira týdn
ingarmikil fyri vinnulívið.
Til hetta krevst sjálvsagt
framkomin tøkni.
Men tað er ikki ein og
hvør, sum skapar hesa
nýmenning. Tað eru tey,
sum hava talent. Tað er
eitt serligt slag av fólki, og
hesi kreativu fólkini, sum
eru von við nýhugsan eru
sermerkt á ein serligan hátt:
Tey hugsa globalt, teimum
dámar list, teimum dámar
kvalitet og teimum dámar tað
óforfalskaða – tað ektaða og
at lata seg inspirera av øðrum
kreativum menniskjum í
bæði arbeiði og í frítið.
Og her koma vit síðan til
tað í Føroyum háaktuellu
toleransuna – bæði tá tað
snýr seg um útlendingar og
tey samkyntu. Kanningarnar
í USA vísa, at størsti búskap
arvøksturin er at síggja í teim
um býum, sum hava latið seg
upp fyri tilflytarum av øllum
slag, meðan tey stagneraðu
og intolerantu samfeløgini
skapa ongan ella minni
vøkstur.
Í 90´unum komu 9 mió.
tilflytarar til USA. Í Silicon
Valley er næstan fjórðingurin
av íbúgvunum og triðingurin
av teimum hátøkniligu
vísindafólkunum og verk
frøðingunum fødd uttan fyri
USA.
Átti at givið okkum
politikkarum nakað at hugs
að um, tá vit næstu ferð
fara at kjakast um útlend
ingapolitikk ella um korini
hjá teimum samkyntu. Tað
kreativa, tað opna og tole
ranta samfelagið skapar tað
umhvørvið, har hesi fólkini
við talenti - við evnum at
skapa nýtt, vilja búgva.
Tey flyta ikki til afturlatin
samfelag.
Vit mugu hugsa størri.
Ganga í størri skóm. Hyggja
úteftir.
Føroyskt vinnulív hevur
svárar trupulleikar at dragast
við, tá vinnan ikki tørvar
útbúgvið fólk.
Vit hava ov nógvar fyri
tøkur í Føroyum, ið hava vaks
ið seg upp undir heimligu
hanabjálkarnar fyri síðan
at steðga upp, tí leiðslurnar
antin ikki tora ella evna at
fara út í heim.
Vit hava heimsins minsta
heimamarknað. Og tó – vit
hava ivaleyst heimsmet í
fyritøkum, ið siga seg hava
nóg mikið við heimamark
naðinum.
Hava londini rundanum
okkum skund við at koma
út í heim, áttu vit at havt
eld í einum ávísum stað,
tí føroyski marknaðurin er
heilt einfalt ov lítil. Næstan
uttan mun til hvørja vinnu
vit tosa um.
Er tað ikki hugvekjandi,
at ein lítil íslendskur banki,
sum í 1999 var væl minni
enn Føroya Banki, nú er
millum 40 og 50 ferðir so
stórur sum Føroya Banki.
Ikki tí - Føroya Banki er
vaksin í hesum tíðarskeiði og
kanska nógv eftir føroyskum
mátistokki, meðan íslendski
bankin bara er galoperaður
avstað. Kundi bankavinnan
ikki verið eitt av teimum
nógv eftirlýstu beinunum
aftrat?
Vit skulu venja okkum
við, at tað ikki longur er
altavgerandi at sveitta og
vera góður til hendurnar.
Tann tíðin er farin – um
vit vilja tað ella ei. Tíðin,
tá ið gávuríkir tónleikarar,
fótbóltsspælarar og listafólk
løgdu sítt lív í eitt flakavirki,
tí alt annað var fatað sum
fjant og fjas. Á mangan hátt
er tað lagnunnar speisemi, at
tað nú næstan er øvugt.
Í dag er tað besta tilfeingið
ikki kol, fiskur ella seyður.
Í dag eru tað heilarnir og
menniskjuni.
Minnist fyrr - tá var tað
ikki so sjáldan, at man
hoyrdi vaksnar menn siga,
at tað búðu alt ov nógv fólk
í Føroyum. At 30.000 hevði
verið eitt hóskandi fólkatal.
Tað var tað, sum fiskurin
kláraði at bera. Og tað var
kanska støðan tá.
Men nú liva vit í einari
verð, har mørk millum lond
kámast burtur. Har fiskurin
rundan um Føroyar umvegis
kinesiskar fiskagentur iva
leyst kann kasta meira av
sær, enn hann ger í dag.
Tí mugu vit umstilla okk
um. Tí mugu vit alla tíðina
tillaga okkum. Vit mugu
venja okkum við at framleiða
hugskot. Føroyar mugu fara
frá at vera filetfabrikk til
idéfabrikk. Hetta er tann
veruliga avbjóðingin. At fáa
eyga á møguleikarnar úti í
heimi – at klekja hugskot.
Í dag er tað ikki trupulleik
in, at vit eru farin upp um tey
30.000 – trupulleikin er, at
vit eru komin ov stutt upp
um tey 30.000.
Hesar avbjóðingar – hesar
tillagingar kunnu bert gerast,
um vit síggja tað sum eitt
”teamwork”. Einki við at
sita og bíða eftir hvørjum
øðrum, men at vit hvør í
sínum lagi leggja til brots.
Polititiska avbjóðingin verð
ur so at skipa góðar karmar,
finna okkum góða atgongd
til alheimin. Okkara fyrsta
stig kundi verið ein EFTA-
limaskapur, síðan ein EBS-
avtala ella ein EBS-líknandi
avtala við ES, og at vit
finna samstarvspartnara
til vitunnartungar og kostn
aðartungar uppgávur kanska
India.
******************
Stutta útgávan av Visjón
2015 er at gera Føroyar til
eitt av heimsins bestu lond
um at búgva og vinna í í
ár 2015. At skapa vælferð
fyri samfelagið – vælferð
fyri tann einstaka. Vælferð
krevur búskaparvøkstur,
men búskaparvøkstur krevur
so aftur , at vit hava eina
dynamiska og nýmennandi
ella innovativa vinnu.
Visjón
2015
hevur
longu nú nátt eitt av sínum
týdningarmiklu málum.
Samfelagið og fólk flest eru
farin at hugsa í einum 10 ára
tíðarskeiði. Øll hava nú eina
hóming av, hvat málið so
nøkunlunda og yvirskipað
fer at verða, og kunnu tí seta
síni egnu mál í eitt Visjón
2015-ljós.
12 grundarsteinar eru
fundamentið undir Visjón
ini, sum fevna um alt frá
gransking til ígongdsetan
og alheimsgerð. Nú er málið
at gera ítøkiligar strategiir
til hvønn grundarstein, og
tað er mín vón, at arbeiðið
verður liðugt til heystar.
Góðu leiðarar – tit eru týð
andi medspælarar í Visjóns
ætlanini. Uttan tykkum leik
lut eingin visjón, og uttan
visjón eingin framtíð. Eg
vóni, at vit saman finna røttu
kósina. Í hesum máli eiga
vit eina felags søk.
Við hesum orðum seti eg
“Ársins leiðaradag 2006”.
Takk fyri
Frá filetfabrik til idéfabrikk
Løgmaður
Jóannes
Eidesgaard
”
Vit mugu flyta okkum. Vit mugu
spæla ímóti teimum stóru. Vit mugu
taka dystin upp.Vit mugu tryggja
okkum, at vit duga snildir og tann
taktikkin, ið gevur okkum fult stigatal
hvørja ferð.
– Tit eru týðandi medspælarar í Visjónsætlanini. Uttan tykkum leiklut eingin visjón, og uttan visjón eingin framtíð. Eg vóni, at vit saman finna røttu kósina. Í
hesum máli eiga vit eina felags søk, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, við luttakararnar á ársins leiðaradegi seinasta hósdag