mikudagur 1. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 23 - 1. februar 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Myndin er av konfirmantunum, sum
blivu fermdir í Havnar kirkju tann 2.
oktober
1904. Vit kunnu bert navngeva 5
av persónunum. Teir eru: Aftasta røð
uttast t.v.: Hans Jacob Jacobsen (Hans
Jakke í Smæruni). Í triðju røð f.v.: nr. 3)
Samuel Peter Samuelsen, Fuglafjørður.
Nr. 5) Knud Sofus Lambaa, Havn og nr.
6) Poul Titus Samuelsen, Kirkjubøur.
Og í fremsta rað f.v.: Gentan sum situr
sum nr. 3 er Rosa Johannesen (gift Dal-
Christiansen).
À myndini eru 13 dreingir og 10
gentur. 14 dreingir og 11 gentur blivu
fermd, sostatt vanta tveir konfirmantar
á myndini.
Teir konfirmantarnir sum ikki
eru navngivnir eru: Hans Martin
Napoleon Hansen (Nólsoy), Daniel
Johannes Danielsen (Hestur), Johannes
Sofus Thomsen (Havn), Edvard Ove
Hansen (Havn), Georg Vilhelm Eglund
(Havn), Sofus Emil Jacobsen (Havn),
Niels Peter Alberg Holm (Nólsoy),
Thomas Sigurd Niclasen (Havn),
Mikkel Hansen (Nólsoy), Peter Sofus
Johannesen (Havn), Jensine Sofie
Elisabeth Nybo (Hvítanes), Elsebeth
Pouline Sofie Danielsen (Hvítanes),
Juline Andrea Vilhelmine Frederikke
Niclasen
(Velbastaður),
Maria
Jacobine Poulsen (Nólsoy), Maren
Anna Jacobsen (Nólsoy), Anna Sofie
Jensen (Havn), Anna Sofie Rubeksen
(Havn), Oluffa V. Fritza Hansen
(Havn), Inger Juliane Marie Joensen
(Havn) og Isabella Cathrine Susanne
Nicodemussen (Havn).
Vónandi eru tað lesararar, sum
kunnu hjálpa okkum við at fáa øll
nøvnini uppá pláss. Vinarliga ringið
til Birgar Johannessen á tlf. 314647
ella 214647.
PS! Hendan myndin er rættuliga illa
farin. Er tað nakar, sum eigur eina betri
mynd?
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantar í 1904
Dagurin í morgin
2. februar. Kyndilsmessa. Er upprunaliga ein mariumessa og varð hildin til minnis um vitjan Mariu í halgidóminum
40 dagar eftir føðingina, sum siður var hjá jødiskum konum. Henni til minnis og barninum til heiðurs vórðu kertur og
kyndlar tendraði, og av tí kemur navnið missa candelarum. Navnið candela merkir vaksljós.
Victor Danielsen doyði hendan dagin í 1961.
Frá mánadegnum 16. til
fríggjadagin 27. januar var
Fríði Magnusson Olsen, sum
gongur í 9. a í Runavíkar
skúla, í starvsvenjing á Bila
søluni í Hoyvík.
Fríði er 15 ára gamal (verð
ur 16 í mai) og rituvíkingur.
Honum dámar væl at skúva
og arbeiða við ymiskum
mekaniskum, tí valdi hann
at koma á eitt bilverkstað
í starvsvenjing. Har fekk
hann innlit í hvussu tað
gongur fyri seg. Honum
dámdi best á skaða- og
lakkeringsdeildini.
Fríði sigur við Sosialin, at
hann ger ongan ítrótt, men
hann hjálpir ofta beiggja
sínum at bóndast. Annars
kundi hann eisini hugsað
sær at havt okkurt arbeiði
afturat, so um onkur hevur
brúk fyri ein stórum og
sterkum manni at hjálpa
sær, so er bara at ringja til
261920.
Fríði Magnusson Olsen, Rituvík:
Í starvsvenjing á Bilasøluni í Hoyvík
Hotel Hafnia hevur
fingið nýggjan
chefkokk. Hann eitur
Magni Jakobsen, er 31
ára gamal og úr Havn
Tíðindaskriv
Magni byrjaði sína hotel
karrieru á Hotel Hafnia fyri
nærum 10 árum síðani. Tá
byrjaði hann sum uppvaskari
í køkinum, var seinni av
loysari fyri húsavørðin og
fastur náttarvaktur. Áðrenn
hann fór til Danmarkar at
læra til kokk, arbeiddi hann
tvey ár í móttøkuni. Tískil
hevur Magni gott innlit í øll
viðurskifti á hotellinum.
Í Danmark byrjaði hann í
læru á teirri kendu og virdu
matstovuni, Restaurant Sai
son, har hann arbeiddi undir
Erwin Lauterbach, sum er
kendur í kokkaverðini um
allan heim. Har arbeiddi
hann eisini saman við
”Årets kok ’99”, Rasmus
Grønbeck.
Bróðurpartin av læru
tíðini var hann á Hotel
D´Angleterre, sum er eitt
av teimum fáu 5 stjørnaðu
hotellunum í Danmark og
partur av “Remmen Hotels”.
Tað var tá eisini tað einasta
danska hotellið í ”Leading
Hotels of the World” sam
takinum.
Her hevði hann m.a.
heiðurin at borðreiða fyri
Margrethu Drotning og
øðrum kendum fólkum
sum t.d. Dalai Lama, Bruce
Springsteen, Mike Tyson og
EU leiðarum.
Krydd-gentan, Mel C.,
bílegði eisini hansara góðu
grønmetissuppu at hava við
í termofløsku á pallin at
mýkja røddina undir solo-
konsertini í Parkini.
Í lærutíðini arbeiddi hann
í frítíðini eisini fyri aðrar
fyritøkur, m.a. hevur hann
gjørt mat til tann danska
aðalin á “Den Kongelige
Skydebane,
Sølyst”.
Harafturat var hann fast í
vælútbygdu ostadeildini hjá
ISO, har hann lærdi alt, sum
er vert at vita um ostar.
Sum partur av lærutíðini í
”Remmen Hotels” arbeiddi
hann eisini á Sophie Amalie
Hotel í Nyhavn. Har fekk
hann møguleikan at vera
útsendur til tað luxuriøsa
”Chateau Eza” í Frankaríki,
sum hevði eina Michelin
stjørnu. Hetta slottið liggur
uttast á einum forbergi í
Nice, og er útnevnt ”Luxury
Small Hotel of the World”.
Sostatt hevur starvsleið
hansara frá uppvaskara
til chefkokk verið long og
fjølbroytt, men nú er hann
so komin á rætta stað, og
væntað vit at fáa stóra gleði
av hansara dugnaskapi
og kunnleika her á Hotel
Hafnia.
Eitt tað, sum hann serliga
hevur tikist við, síðani hann
byrjaði í nýggja starvinum,
er, umframt tað vælumtóktu
kvinnubuffetina, at snikka
saman eitt nýtt à la carte
kort til matstovuna. Har
eru nógvir góðir rættir í at
velja, sum hava støðið í teim
góðu rávørunum, sum tað
er gjørligt at fáa í Føroyum
og til Føroyar. M.a. er
avtala fingin í lag við Hera
Guttesen og Trónd Niclasen
úr Bø um at keypa ½ ára
gamlir kálvar frá teimum,
so at vit nú kunnu bjóða
lekkurt kálvakjøt úr Bø. All
ir rættirnir á kortinum eru
merktir av tí nýggja rákinum
innan matvørulist í Europa
og eru sera spennandi.
Nýggja à la carte kortið byrj
aði 30. januar.
Nýggjur chefkokkur
á Hotel Hafnia