mikudagur 1. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 1. februar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Gunleigur
Poulsen,
Klaksvík, ættaður úr
Kunoy, andaðist týsdagin
31. januar, 77 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Kistan við Johannu Eiv
indson, Nes Hvalba,
fer úr kapellinum á
Suðuroyarsjúkrahúsi
fríggjadagin kl. 18
úr Hvalbiar Kirkju.
Jarðarferðin
verður
leygardagin kl. 13. Sungið
verður úr Sálmabókini.
Tey, sum vilja minnast
Johannu, kunnu lata
eina peningagávu til
Suðuroyar Ellis- og
Røktarheim, konta í
Føroya Sparikassa.
Kistan við Elken Pet
ersen, Klaksvík, fer úr
kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi mikudagin
klokkan 18. Jarðarferðin
verður hósdagin klokkan
13 úr Krstianskirkjuni.
Kistan við Vilhelminu
Hansen, Fuglafjørður,
fer úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum
hósdagin 2. februar kl.
18. Jarðarferðin verður
úr Fuglafjarðar Kirkju
fríggjadagin 3. februar
kl. 13.
Hákun Joensen, Salt
angará, vanliga nevndur
Hákun á Líknagøtu, and
aðist í heiminum 30.
januar, 73 ára gamal.
Kistan fer úr heiminum í
Glyvra kirkju týskvøldið
klokkan 18. Jarðarferðin
verður hósdagin klokkan
13.
Andlát og jarðarferðir
Salong Liljan í Havn
hevði í vikuskiftinum
28. og 29. januar
vitjan av Ditte og
Tanja frá Danhair.
Skeiðið var um
ammoniakkfríar
litir. Áhugavert
var at hoyra um og
royna tær nýggju
hárfarvurnar
Tíðindaskriv
Litirnir vórðu royndir á 15
modellum, sum allar vóru
flottar og blankar eftir við
gerðina. Eisini vóru mod
ellirnar sjálvar væl nøgdar.
Leygardagurin byrjaði við
at Ditte og Tanja fyrireikaðu
seg til skeiðið kl. 15.
Tær byrjaðu kl. 10 at
fyrireika modellirnar við
at lita og klippa. Hóast
hvør modell fekk eina stóra
viðgerð, var hárið bæði sunt
og bleytt aftaná.
Á skeiðnum vóru hár
fríðkarar, ið vóru heilt
seldar í litunum, ikki bert tí
modellirnar vóru flottar og
blankar, men eisini tí tað er
gott hjá hárfríðkararunum at
arbeiða við. Eingin sterkur
ammoniakkluktur,
men
„behagiligur“ fruktluktur,
sum ikki skaðar hárfríðkarar,
sum standa og arbeiða við
litunum til dagligt. Sjálvt
bleikingin luktaði væl, og
er uppbygd av leiður, og tað
kann bleikja.
Sunnudagin byrjaðu vit
við modellum, sum hár
fríðkararnir sjálvar sluppu
at royna litirnar á, og tað
føldist væl. Eingi eygu sum
runnu í vatn, ei heldur nakar
sterkur luktur, sum man má
venda sær frá
Nei, endiliga nakað gott til
hárfríðkarar at arbeiða við.
Allir hárfríðkararnir vóru
sera áhugaðar í litunum, og
í framtíðini fer tað at breiða
seg nógv við ammoniakfríum
litum. Tað er betur fyri
øll sum lita hár, bæði fyri
allergikarar og konufólk,
sum eru við barn, og øll hini
sum einki feila.
Tað besta av øllum er, at
tú fært eitt lekkurt bleytt
hár aftaná viðgerðina, siga
hárfríðkararnir, sum vóru á
skeiðnum.
Salong Liljan:
Hárlitir uttan ammoniakk
Hósdagin í síðstu
viku var móttøka
hjá AutoService við
Oyggjarvegin í Havn
í samband at eitt nýtt
føroyskt produkt,
„Shiny Wheels“ at
reinsa felgur við, er
komið á marknaðin
Móttøka
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Hjá teimum sum hava
almikið stríð av at halda
felgurnar á bilinum reinar,
er gott nýtt at frætta. Eitt
nýtt føroyskt produkt er
komið á marknaðin, sum
loysir hendan trupulleika til
fulnar.
Talan er um Shiny Wheels,
ið er ein nýggj føroysk vøra,
ið er framleidd til at reinsa
felgurnar á bilinum við.
Tað er fyritøkan Incra Sp/f
v. Regin W. Dalsgaard, sum
stendur fyri hesi verkætlan,
ið er gjørd saman við
Kemilux.
Undir móttøkuni var
møguleiki fyri at royna
nýggju vøruna. Fólk vóru
vælkomin at hava bilin
við og royna hvussu Shiny
Wheels virkar. Fleiri nýttu
høvi og fingu felgurnar
reinsaðar við sera góðum
úrsliti. Shiny Wheels skal
bert sproytast á felgurnar og
síðan skolast av aftur aftan
á 3 minuttir.
Nógv er gjørt burtur úr at
spraydunkarnir skulu síggja
atraktivir út og vera lættir
at handfara. Framleiðslan
verðuir gjørd saman við
Kemilux, og í Føroyum
verður tann lidna vøran seld
gjøgnum Poul Michelsen.
Annars er Shiny Wheel
serliga ætlað til útlendska
marknaðin, í fyrsta umfari
Danmark og Ísland.
Incra Sp/f:
Nýtt føroyskt produkt
Stjórin í Incra Sp/f, Regin W. Dalsgaard, spular her eina felgu, ið er reinsað við Shiny Wheels
Mynd: Magnus Gunnarsson