mikudagur 1. februar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 23 - 1. februar 2006
– Uttanveltaður og ónøgd
ur studentaskúlalærari á
bygd mótmælir
Tað var einaferð ein smiður,
sum gavst at velta epli og
ætlaði at skriva seg í tele
fonbókina sum smiður uttan
veltu.
Í seinastuni eru tvey fylgi
farin í takt gjøgnum veturin.
Prædikufólk, tíðindafólk,
fakfeløg, tónleikarar, grafik
arar, amnesti, tíðindafólk
og øll hava mist gongulagið
og lutvíst trúvirðið. Tey
stríða eitt heimagjørt stríð í
heimagjørdum Føroyum. Alt
– eisini glatan og heimsfriður
– dømist eftir almennari við
ferð av samkyndum – hvat
vit á torgum og gøtuhornum
siga okkum hava av hjartalagi
– og eftir samfelagsligari
flokking av fólki við einari
av tveimum møguligum
meiningum um samkynd
hugsað fólk. Nú ein dagin
mótmælti mítt fakfelag
– YF – »ta niðrandi viðferð,
samkynd hava fingið í Før
oyum«. Hóast annar eins
stórur og størri órættur ikki
fær átalu. Tað er ikki skyldan
hjá fakfelagnum at berjast
partapolitiskt í Føroyum.
Stríðið um samkyndni stend
ur millum smáar deildir, og
tað er bara til millum tveir
partar, sum lýsa seg sjálvar
nógv breiðari, enn teir eru,
og sum lýsa mótstøðupartin
eftir somu uppskrift. Eg
kenni fá, sum eru serliga
samd við nøkrum parti.
Summi tilskila sær rætt at
orða egnar tankar. Tað er
óhugaligt at betala pengar og
leggja navn til eina herdeild,
sum fer ókallað í bardaga á
skeivum vígvølli.
Eg var í byrjanini líka
nógv fyri sum ímóti hinari
greinini í hinari lógini, sum
øll tosaðu um, men nú ber
illa til at leggja minni í, hvør
vinnur ella tapir tað stríðið,
bara vit fáa matnáðir. Tað
eru onnur og størri ting til.
Journalistar og politikarar
vilja hava okkum at ganga
í tveimum fylgjum, tí teir
liva av at hava bineran hugs
anarhátt. YF átti at verið
oman fyri tað støðið. Summi
ynskja frið og duga at tosa
fyri seg. Onki er so keðiligt
sum ein yvirlýsing.
At lærarafeløg stríðast
fyri rættindum hjá lærarum
at undirvísa er gott. Men
yvirlýsingin hjá YF byrjar:
»Yrkisfelag Studentaskúla-
og HF-lærara harmast um
og átalar ta niðrandi viðferð,
samkynd hava fingið í Før
oyum.« Altso viðferð sum
so, og tað rakar ikki YF, hvør
órættur verður framdur hvar
uttan fyri tað fakliga. Eingin
niðran er góð, men hetta
stríðið hjá YF er óerligt, tí
loddið – limirnir í felagnum
– er stolið. Ein uttanveltaður
er í ongum parti. Tann, sum
verður ognartikin í flokka
drátti, er allýstur og fær
ikki umgingist fólk púra
persónliga og uttan fordóm.
Eg harmist um og átali slíka
mannminkandi viðferð.
Slík framferð er óetisk og
hoyrir ikki heima í einum
siviliseraðum, demokrat
iskum samfelagi – fyri at
brúka standard yvirlýsing
armáliskur.
Tað mátti verið óneyðugt
at kallað seg smið uttan veltu,
men here goes: eg eri í øllum
flokkadrátti uttanveltaður
studentaskúlalærari.
lærari í student og hf í Kambsdali
og Klaksvík
Meinhard
Jensen
Ein ið yvirfýlist á yvirlýsingina hjá YF
400 m lokveg/tunnil niðast
í bygdini, men…
Bygdarráðið
eigur
í
hvørtfall tøkk fyri at teir
sleptu alternativinum um
fjøruvegin omanfyri Tavuna,
um eingin játtan fekst til
lokveg/tunnil.
Tó undrar tað ein, tá tað nú
skal vera ein tunnil/lokveg,
at teir púrt hava slept fyrstu
ætlanini um tunnilin, sum
fer inn omanfyri bygdina.
Nú inflatión er komin
í
tunnilstilboðini,
har
fjørutunnilin, sum er mettur
at kosta um 150 mill. nú
verður boðin at verða
gjørdur fyri undir 100 mill.,
kundi tað hent seg at tann
ovari tunnilin (inn omanfyri
bygdina), sum var mettur at
kosta um 70-80 mill., kann
gerast fyri uml. 50 mill.
Tá hevði hann haft lættari
við at gliði niður hjá teimum
játtandi myndugleikunum í
Tinganesi.
Umberingarnar um, at ikki
kann byggjast (spreingjast)
har sum tunnilin kemur at
liggja, halda ikki. Fyri tað
fyrsta er tað sera sjáldan at
neyðugt er at spreingja fyri
húsagrundum í Leirvík.
Eisini ber til at leggja
tey fáu økini, sum talan
eventuelt kann vera um, til
almenn grøn økir, ella gera
grundstykkini soleiðis at
urtagarður kann liggja har.
Tað ógvusliga benið, sum
sigast skal vera har hesin
tunnil kemur út norðanfyri
Statoil, er yvirdrivið. Har
kann saktans gerast ein
snøggur portalur, meðan
rundkoyringin kann gerast
við at fylla út niðanfyri
núverandi veg. Tilfar skuldi
verið nokk av.
Kundi prísurin fyri hendan
tunnilin, við hjálp av NCC
og JKP lækkast við nøkrum
milliónum, hevði helst verið
skilagott hjá bygdarráðnum
at enda aftur við tí fyrsta og
helst skilabesta tilmælinum,
tunnil innan omanfyri
bygdina.
Tá hevði ferðslan ikki nervað
bygdina nakað serligt og
miðstaðarøkið bleiv órørt.
Skuldi tað hent seg, sum
helst stórur vandi er fyri, at
játtandi myndugleikarnir ikki
vilja játta pening til lokveg/
tunnil gjøgnum fjøruna,
omanfyri Tavuna, standa
tríggjar vegaføringar hjá
játtandi myndugleikunum
at velja ímillum. Allar
tríggjar vegaføringarnar eru
roknaðar til 50 km ferðslu.
Tá er møguleiki fyri fleiri
íbindingarvegum, og vegurin
tekur lítið meira øki enn ein
vanligur paralellvegur, sum
eitt bygdarráð um ikki so
langa tíð, sjálvt skal gera
og eftir røttum longu nú átti
at tikið støðu til.
1) Veg
omanfyri
Bygdarhúsið
2) Veg
niðanfyri
Bygdarhúsið
3) Fjøruveg
omanfyri
Tavuna.
Fjøruvegurin
eftir
havnaøkinum omanfyri
Tavuna er helst vánaligasta
loysnin av hesum trimum.
At leggja ein høvuðsveg í
eitt miðstaðarøki, tá tað ikki
er neyðugt, man vera óhoyrt.
Flest allar aðrar staðir royna
teir at leggja tílíkar vegir
uttanum slík miðstaðarøkir.
Flest allir leirvíkingar hava
ørindir av einum ella øðrum
slag, mestsum dagliga, um
hesar leiðir.
Tvørtur um hendan veg
skulu so ella so eini 60-80
fólk dagliga til arbeiðis.
Allir teir, sum hava nakað
við skip ella bátar at gera,
skulu tvørturum.
Nakrar fáar metrar frá hesum
høvuðsveg hava vit skúlan,
barnagarðin, skótahúsið.
Kloss í hendan høvuðsveg
hava vit peningastovnin,
kirkjuna, ølhúsið, neystini,
kommunuskrivstovuna, ja
sjálvt havnalagið og torgið.
Av ringum royndum man
ráðgevi
bygdaráðsins
Rambøll tí siga í sinum
tilmæli um nett hesa
loysnina:
Det vil være utænkeligt at
føre en motorvej gennem et
byområde, for slet ikke at tale
om at tilslutte motorvejen på
det mest centrale sted i en
by. Gennemkørende trafik
er simpelthen det mest
ødelæggende for et bymiljø,
fordi en netop ikke har
noget ærinde i en by og kun
opfatter den som en uønsket
hindring på vejen.
Tá nevnt hevur verið um
ikki at »krøkja« bygdina av,
við øðrum vegaloysnum,
er tað alt avgerandi hvat
bygdin hevur at bjóða, tað
veri seg av náttúru ella av
øðrum, sum hevur áhuga
fyri tann ferðandi, og ikki
hvar vegurin liggur. Gjógv
er sanniliga »krøkt« av, men
er kanska tann mest vitjaða
bygdina.
Deadline er 15. februar.
Kanska fáa vit eitt seinasta
einmælta
tilmæli
frá
bygdarráðnum.
VIÐMERKINGAR
LEIRVÍK
JÓGVAN E
JOENSEN
Higartil seinsta tilmæli frá Leirvíkar bygdarráð