Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2006 15 Av tí at uppgávurnar alsamt økjast, søkja vit eftir fólki við serførleika innan víðøkis- og lokalnet umframt Windows am- bætarar. Elektron umsitur eina stóra innlegging av Windows ambætarum, og vit hava egið víðøkisnet, ið byggir á tráð- leysu breiðbandstøknina WiMAX og Cisco routarar. Vit reka kervið hjá alsamt fleiri fyritøkum og hava tí brúk fyri netfólki, við serførleika innan Cisco tøkni og fólki við fjølbroyttum innliti í Microsoft tøkni, m.a. Active Directory, Exchange og SQL, og innlit í trygdarviðurskifti í Cisco og Windows innleggingum. Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiðslív á einum framtakshugaðum arbeiðsplássi, har vit ofta hava nógv um at vera, og við sera dugna- ligum og vinaligum starvsfeløgum. Tú fært nóg mikið av uppgávum og avbjóðingum og fært góðar møguleikar at menna teg. Vit leggja dent á at tú trívist og at javnvágin millum avbjóðingar og handahóvsuppgávur er hóskani fyri júst teg. Vit rokna við at tú hevur viðkomandi út- búgving og hevur royndir við einum ella fleiri av nevndu økjum. Harumframt leggja vit dent á, at tú ert tænastu- sinnað(ur) mótvegis bæði starvsfeløgum og kundum, ert røkin, skjótt kann seta teg inn í nýggja tøkni og starvsøkir og kann arbeiða eins væl sjálvstøðugt og saman við øðrum. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn við c.v. og til- mælum til Sóleyð Hofgaard, systemleiðara, Staravegur 9, 110 Tórshavn, ella við telduposti til soleyd@elektron.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. februar 2006. Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Sóleyð Hofgaard, telefon 545128. Elektron søkir eftir kervisfólki Seinasta lagi fríggjadagin 3. februar 2006 soleyd@elektron.fo P/F Elektron er heildarveitari av KT-tænastum. Okkara kundar eru peningastovnar, almennir stovnar og fyritøkur. Størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Á P/F Elektron starvast umleið 60 fólk og nettosølan var umleið 50 mió. kr. í 2004. Staravegur 9 · P.O. BOX 3219 FO-110 Tórshavn Tel.: +298 34 51 00 e-mail: info@elektron.fo Stephanssons Hús Spaðar 5 spælir í Kagg­ anum Vælumtókti bólkurin hjá Joen Magnusi Danielsen og Ólavi Øster, Spaðar 5, spælir til dans í Kagganum leygarkvøldið. The grand old man í føroyskum tónleiki Ól­avur Øster hevur í 30 ár verið millum Føroya allar bestu gittarleikarar, meðan Joen Magnus hev­ur verið ein markant songrødd á føroyska tón­leikapallinum síðan hann fyrst í 90’árunum við Vestmanna bólkinum Superior buldraði og brakaði Í Spaðar 5 møtast hes­ ir báðir í eini frálíkari samanseting, sum stuðlað av einum góðum bólki, megnar at fylla eitt hvørt dansigólv. Nýggj business- line Føroyska heimasíðan við øllum partafelags­rokn­skap­ um er nú at finna á netinum í dagførdari út­gávu. Tað er fyrst og fremst út­ sjóndin á síðuni, sum hevur fingið eitt andlitslyft, eftir at hendan annars hev­ur verið at kalla óbroytt, síðani síðan sá dagsins ljós í 2000 Enn sum áður er atgongd til roknskapir hjá føroyskum parta- og smápartafeløgum høvuðsinnihaldið á síðuni, men sjálvur tíðindaparturin hevur tó eisini fingið størri rúmd. Sum nakað nýtt ber nú til at tekna tvey ymisk sløg av haldi á síðuni. Bravo er haldið, sum flestu brúkararnir kennast við. Hetta er haldið, har til ber at síggja øll høv­uðstøl hjá skrásettu roknskapunum, umframt at uttanhýsis roknskapirnir hjá fyritøkunum eisini er atkomuligir. Alpha verður lýst sum bíliga privata haldið. Her er eisini atgongd til høvuðstøl hjá fyritøkunum. Men til ber ikki at taka uttanhýsis roknskapirnar niður av netinum. -mørk »Búskapargongdin í Føroyum í seinmiðøld« er heiti á fjørutiundi fyrilestrinum í røðini Setrið á ferð fyrilestur tíðindaskriv Tað er Andrass Mortensen, søgufrøðingur sum fer at halda fyrilesturin í kvøld klokkan 20 í Ovastovu í Havn Vanliga verður mett, at tíðin áðrenn ídnaðargerðina í 19. øld var búskapur før­ oy­inga í høvuðsheitum grund­aður á landbúnað, og hesa búskaparskipan hava vit lyndi til eisini at føra aft­ureftir. Í fyrilestrinum verð­ur víst á viðurskifti, sum geva eina litríkari fatan av búskapartilgongdini í seinmiðøld, og benda á, at fiskiskapur og fiska­út­ flutningur helst høvdu stóran týdning fyri samfelags­menn­ ingina tá. Andras Mortensen er adjungeraður lektari á Søgu- og Samfelagsdeidlini. Hann vardi í 2000 Ph.D heiti í mentanarsøgu fyri bókina Hin føroyski róðrarbáturin. Búskapurin í søguni Hóskvøldið og fríggjakvøldið fer Showmaðurin Jens Marni Hansen at syngja og spæla kassagittar á Café Natúr. Royndi og vældámdi sangarin gekk í nógv ár undir heitinum næststuttligasti maður í Kollafirði. Hása røddin, ið hevur verið at hoyrt í bólkum sum Kjølum, All That Rain og Showmonnum, riggar væl saman við kassagittaranum. Spæliskraín er fjøllbroytt, so framførslan berður undirhaldandi á fleiri ymiskar háttir. Við rundskrivi frá 30. des­ ember 2005 hevur st‡rið fyri Toll- og Skattstovu Føroya staðfest, at rundskriv nr. 11 frá 23. desember 1992 er sett úr gildi. Hetta rundskrivið var tað, sum ásetti, nær partaeigaralán - millumrokningar - verða góðkend skattliga. Og hvussu hesi verða renturoknað. Hetta merkir tó ikki, at Toll- og Skattstovan brádliga góðtekur partaeigaralán. Hesi eru longu forbjóðað í lógini fyri parta- og smápartafeløg, sum kom í gildi í Føroyum í 1994. Toll- og Skattstovan metir tað tí ikki sum sína skyldu at veita góðkenning til lán, sum er forboðin við lóg. Og enn sum áður verða lán av slíkum slag renturoknað. Rentusatsurin av hesum verður ásettur á hvørjum ári sær og er í løtuni 7% p.a. Sum høvuðsregla er tó enn galdandi, at allar veitingar skulu skattast sambært galdandi lóggávu. Toll- og skattstovan kann í hesum sambandi krevja, at upphæddir verða skattaðar, um komið verður fram á slíkar millumrokningar í samband við eftirlitsvitjanir. -mørk Partaeigaralán verða framvegis renturoknað Jens Marni í Café Natúr