mikudagur 1. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 23 - 1. februar 2006
Eisini í okkara
grannlondum hava
broytingar innan
postútbering verið
umrøddar seinastu
árini
POSTUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tað er ikki bara í Føroyum,
at kjakast hevur verið um
tað er rímiligt, at postboðið
skal bera fólkið postin til
hurðina.
Í okkara grannalondum
er íbúðamynstrið ofta øðr
vísi enn her heima hjá
okkum. Eitt nú í Danmark
setti danska postverkið fyri
nøkrum árum síðani ynski
fram um, at tey skuldu
sleppa frá at bera post til
íbúðir, sum vóru omanfyri
triðju hædd í húsum, ið
vóru bygd fyri 1974. Í dag
er tað annars so, at um fleiri
enn trý støð, har postur skal
berast í einum húsum, sum
eru bygd fyri 1974, so skulu
postkassarnir vera á einum
staði, sum er lætt atkomuligt
í bygninginum. Og tað
merkir rætt og slætt niðast
í bygninginum.
Danski ferðslumálaráð
harrin Flemming Hansen,
sum umsitur postmál, segði
tó í august í 2002, at hann
var ímóti, at fólk, sum búgva
oman fyri triðju hædd, sjálv
skulu fara oman í gongina
at heinta postin. Eisini hava
danir kjakast um, um tað
er rímiligt at postur verður
borin út leygardag, men tað
verður hann tó framvegis.
Hetta varð tó avtikið í
Føroyum fyri nøkrum árum
síðani.
Innan ein mánað skal
postkassin setast upp
so nær alfaraveg sum
gjørligt. Harumframt
ganga postboðini
ikki í trappum
longur, og leiðin
millum inngongdina
frá alfaravegi til
brævkassa skal vera
ruddilig, sløtt og føst
POSTUR
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Undir slagorðinum: »Um
regn er hvønn dag, skal
postur avstað« fer Postverk
ið í næstum undir átak at
skipa postútberingini betur.
Fyri brúkaran verður
størsta broytingin, at leið
in hjá postboðnum til post
kassan ella postrivuna skal
verða so stutt, lættgongd
og trygg, sum til ber. Tí
noyðist nógv húski at keypa
nýggjan postkassa og festa
hann út móti alfaravegi.
Harumframt verður kravt,
at spjaldur við nøvnunum
hjá øllum í húskinum skal
vera á postkassanum. Hetta
samstundis sum flestu
kommunurnar antin hava
ella eru farnar undir at geva
øllum húskjum adressur -
gøtunøvn og -nummur.
Bøttar
arbeiðsumstøður
Roymer Lamhauge deild
arleiðari hjá Postverkinum
sigur, at endamálið við átak
inum fyrst og fremst er at
bøta um arbeiðsumstøðurnar
og –umhvørvið hjá postboð
unum.
– Í mun til grannalondini,
har viðurskiftini hava
verið skipað í mong ár, eru
vit langt aftanfyri, sigur
Roymer. Og hann vísir á,
at tað nærum er ógjørligt at
avloysa postboðini, tí vitanin
um útberingina, adressur og
fólkini í húskinum ofta eru
avtalur millum postboðið og
íbúgvarnar.
– Framyvir ber ikki til at
fáa postin gjøgnum køks
vindeygað ella inn í kjall
aran, sigur hann, og greiðir
frá, at við núverandi skipan
er eisini nærum ógjørligt hjá
kappingarneytum at koma
inn á útberingarmarknaðin,
tá einki skil er á bústøðum,
innlatingarstøðum og skelt
um.
Í faldaranum, sum verður
borin í øll hús hesar dagarn
ar, stendur at postboðini fara
ikki at ganga í trappum við
fleiri enn tveimum trinum.
Harumframt skal leiðin
millum inngongdina frá
alfaravegi til brævkassa vera
ruddilig, sløtt og føst og ikki
vera hál. Portur skulu vera
løtt at fáa upp og somikið
breið, at høgligt er at koma
fram. Og so mugu húsdjór á
ongan hátt vera til ampa fyri
avhendingina av postinum.
Undantak fyri
rørslutarnað
Sambært kunngerðini um
postkassar, postrivur og post
kassastøðir, sum kemur í
gildi 1. mars 2006, ber til hjá
rørslutarnaðum og øðrum
óhjálpnum, sum ongan hava
at hjálpa sær at søkja um at
fáa postin bornan á bústaðin.
Onnur kunnu eisini fáa hesa
tænastu, um tey rinda 100,-
kr. um mánaðin.
Sparingar
Spurdur um partsendamál
við átakinum er at spara
starvsfólk ella pengar,
sigur Bergur í Garði, stjóri
á postverkinum, at tey
sjálvsagt skulu hugsa um
úrslitið á botnlinjuni, nú
postverkið verður langt
um til partafelag. Og hann
greiðir soleiðis frá,
– Sjálvsagt verður ein ávís
sparing við nýggju skipanini.
Men vit kunnu siga fyri vist,
at ongin størv verða spard
burtur í fyrstu atløgu, men
at sparingin verður tykin inn
við nattúrligari frágongdi
millum postboðini.
Blaðútberingin
fegnast
Hallstein Sigurðsson, leiðari
fyri Blaðútberingina fegnast
um nýggju skipanina. Hann
sigur, at starvsfólkini hjá
teimum eru ung fólk og tey
koma mangan í óføri, tá tey
bera bløð út. Hann sigur, at
nógv hús hava onki nummar,
onnur ongan postkassa og
vit kunnu ikki rokna við,
at ungfólk kenna øll fólkini
í húskinum, býnum ella
bygdini.
– So vit fegnast um at øll
fáa góðkendan postkassa
ella brævrivu við nøvnunum
hjá øllum íbúgvunum.
Skil á óskilið hjá postinum
»Ofta hanga brævkassar óhøgliga fyri hjá postboðnum: Upp
gjøgnum trappur, runt um húsini, enn ein trappa – og har
hongur brævkassin. Niður aftur, og so næstu húsini.«
Úr faldaranum frá Postverk Føroya.
FAKTA
• Brævkassi ella brævrivu í úthurð tætt við alfaraveg
• Hædd upp til brævrivuna: 100 – 130 cm
• Ongar trappur (ikki fleiri enn 2 trin)
• Ruddiligt, sløtt leið
• Navn oa brævkassan
• Lás á brævkassan
• Nummar á húsini
MINNIST TIL
Hús við girðing: Brævkassin eigur at standa beint við portur
ella grundøki tygara, so posturin kann avhendast beinleiðis
frá alfaravegi. Ber ikki til at seta brævkassan tætt við alfaraveg,
kann hann setast upp í mesta lagi 7 metrar frá vegnum.
Hús uttan girðing: Brævkassin skal festast á til dømis garð,
stólpa, hjall, úthús ella bilhús, sum hoyrir til húsini, á stytstu
leiðini inn frá alfaravegi.
Um einki hóskandi pláss er at festa brævkassan á á veg inn
til húsini, skal hann festast á húsaveggin, sum postboðið
fyrst kemur til á veg inn til tey.
Brævrivur í úthurðum: Góðkendar brævrivur í úthurðum
at lata post í eru tær, ið eru í mesta lagi 7 metrar frá
alfaravegi.
Íbúðarhús: Um hús hevur fleiri enn 4 íbúðir, kann
brævkassastøð setast upp næst við høvuðsdyrnar í húsinum.
Nágreiniligar upplýsingar fáast á posthúsinum.
Úr faldaranum frá Postverk Føroya.
FAKTA
Posturin enn borin til hurðina í Danmark