Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2006 17 Nr. 23 • mikudagur • 1. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Start uttan Toda Norska felagið Start vann týskvøldið venjingardyst ímóti svenska felagnum IFK Gøteborg. Dysturin varð spældur á La Manga, og Start vann 4-3. Todi Jóns­son var ikki við í dyst­ inum, tí hann hevur ein skaða. Start er illa plágað av skaðum, tí heili 11 spæl­ ar­ar eru ikki førir fyri at spæla dyst í løtuni. ek Fóru við liðfelaga hjá Símuni Í gjár gjørdi danska super­ liga­felagið Silkeborg sátt­ mála við íslendska spælaran Hørður Sveinsson, og har­við misti føroyski lands­liðsspælarin Símun Samuelsen ein liðfelaga hjá sær. 22 ára gamli Hørður Sveinsson hevur spælt fyri Keflavik, og hann iva­ leyst verður saknaður, tí í fjør gjørdi hann 16 mál í 24 dystum fyri felagið. Hørður hevur eisini áður spælt fyri ymisk íslendsk ungdómslandslið. ek HB-kvinnur eru í gongd HB fer aftur í hesum kapp­ ing­arárinum at manna kvinnu­lið, og nú er venjingin hjá kvinnuliðnum komin í gongd – í fyrstu syftu innandura. Heimasíðan hjá HB skrivar, at upp í 18 kvinnur hava verið til venjingar okkurt kvøldið. Tað eru tvey ár liðin, síð­ani HB tók sítt lið úr kappingini orsaka av ov lítlari undirtøku, men nú er støðan betur, verður sagt. Andras K. Thomassen er venjari hjá HB-kvinnunum. Fyrsta styrkisroyndi hjá HB-kvinnunum verður 13. apríl, tá ið tær spæla steypadyst ímóti AB. ek Claus á beinkinum Føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen sat á beinkinum allar 90 min­ utt­irnar, tá ið Coventry týs­ kvøldið vann 2-1 á Hull City í næstbestu ensku deild­ini. Nýggi spælarin í felagnum, Dennis Wise, var við á liðnum hjá Coventry, og millum annað tí var ikki pláss til Claus millum teir 11 útvaldu. Wise skoraði annað av málinum hjá Cov­ entry, sum spælir aftur um vikuskiftið – tá stendur Brigh­ton fyri tørni. ek Tað kom óvart á fólk í HB, at formaðurin seinastu fimm árini týskvøldið takkaði fyri seg. Birgir Enghamar sigur, at tíðin hevur verið sera spennandi og lærurík, men nú er hann útbrendur av uppgávuni sum formaður Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Týskvøldð vóru aðalfundir í Havnar Bóltfelag og P/F Havnar Fótbólti, og for­ maðurin í hesum báðum feløgum segði seg frá á aðal­ fundunum. Birgir Enghamar hevur verið formaður í HB seinastu fimm árini, og nú helt hann, at tað var nóg mikið. – Eg havi hugsað um mína støðu í langa tíð, og tá ið tú fært slíkar tankar um at gevast, sum eg havi havt í vetur, so er best at steðga. Uppgávan sum formaður er sera strævin, og nú eri eg útbrendur í hesum leik­lutinum, sigur Birgir Enghamar. – Orsøkin til, at eg ikki havi boðað frá hesum áður er, at eg havi havt trupult við at taka endaliga avgerðina, men nú er hon tikin. Góð ár ítróttarliga Tíðin sum formaður í stóra høvuðsstaðarfelagnum hevur verið sera hendingarrík. HB hevur staðið seg sera væl í fremstu mansdeildini hesi árini, og trý meistaraheiti á rað var eitt óvanligt avrik. – Árini hava verið sera góð, og ikki minst 2004 var serliga gott ítróttarliga. Tá fylti HB 100 ár, og vit gjørdust mest vinnandi felagið í landinum, sigur Birgir Enghamar. – Tað hevur eisini verið spennandi at samskift við nógvar markantar persónar og hava roynt at fingið at ganga væl. Vit eru ikki altíð samd um alt í einum felag sum HB, men vit hava dugað sera væl at loyst alt innanhýsis í felagnum, og tað fegnist eg um, sigur hann. Drastiskar avgerðir Tað hava eisini verið onkur tíðarskeið, sum hava verið meira turbulent, og tveir høvuðsvenjarar eru sagdir úr starvi hesi árini. – Eg havi verið við til at tikið nakrar drastiskar av­gerðir, og tað er trupult at siga, um vit gjørdu tað rætta. Men ítróttarligu úrslitini haldi eg vísa, at tað var í øll­ um førum ikki skeivt, sigur hann. Birgir Enghamar ætlar sær at taka frí frá HB eina tíð, men hann avvísir ikki, at hann tekur onkra uppgávu á seg fyri felagið aftur. – Hjartað verður fram­hald­ andi reytt og svart. Fyri fyrst havi eg brúk fyri at hvíla meg eitt sindur frá felagnum, men vit fáa at síggja, hvussu tað verður við mínum leikluti í felagnum, sigur hann. Svimjarin Elspa Mørkøre varð týskvøldið heiðrað fyri av hava framt »Ársins ítróttarbragd«. Lítil mót­tøka varð fyri henni og henn­ara nærmastu á býráðs­ skrivstovuni í Gøtu, og har helt Páll Isholm, borg­ar­stjóri, røðu fyri henni. Hann fegnaðist um, at ung gøtufólk gera vart við seg uttanlands. Hann helt or­søkina vera at tey leita fram møgulleikarnar heldur enn at síggja foringarnar, hó­ast umstøðurnar ikki altíð eru sum man kann ynskja sær. Oluffa Hammer, leiðari fyri Føroya Sparikassa í Gøtu, handaði Elspu eina peningagávu. – Ítróttarfólk eru hetjurnar í okkara tíð – tey, sum við góðum úrslitum og stundum við veruligum brøgdum vísa okkum, at tað loysir seg at stríðast og at berjast fyri ein­ ari søk, segði Oluffa í sínari røðu. Elspa varð heiðrað Elspa Mørkøre var heiðrað í Gøtu týskvøldið – Eg eri útbrendur sum formaður Fimm kunnu gerast formenn Fimm mans hava møguleikan at gerast nýggjur formaður í HB, eftir nevndarvalið týskvøldið. Umframt formannin legði eisini varaformaðurin seinnu árini, Jan Falkenberg Jensen, frá sær. Nýggir í nevndini eru Johnny Gaard, Bent Tommy Linklett og Gunnar Mohr, ið er tiltakslimur. Sambært heimasíðuni hjá HB eru fimm mans, sum kunnu gerast nýggjur formaður: Niels Juel Arge, Finn Ludvig, Johnny Gaard, Helgi Nielsen ella Teitur Johannesen Sum forma›ur hevur Birgir Enghamar veri› vi› til at tiki› onkrar drastiskar avger›ir. Men sjálvur heldur hann, at ítróttarligu úrslitini hava prógva›, at hesar hava veri› rættar