Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 23 - 1. februar 2006 Seinasta fríggjakvøld vóru fimleikavenjarar úr øllum landinum á skeiði í amboðsfimleiki í høllini á Stórheyggi. Fimleikur Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Bilarnir vóru nógvir uttan fyri fimleikahøllina á Stórheyggi í Havn seinasta fríggjakvøld. Orsøkin var, at Føroya Fimleikasamband skipaði fyri grundskeiði fyri venjarar í amboðsfimleiki. Fimleikasambandið hevði fingið Svannu Hanusardóttir, cand. scient. í ítrótti, at halda ein fyrilestur við heitinum: Grundreglur í undirvísing -teori og praksis. Eftir ein lítlan steðg greiddi Helgi W. Olsen frá um fimleikaligar grundrørslur, metodikk og grundleggjandi móttøku. Helgi W. Olsen er ein av okkara bestu fimleikarum, og er útbúgvin B. A. í ítrótti. Luttakaraskarin á skeiðinum var sera breiður. Tilsamans 64 venjarar, fimleikarar og fólkaskúlalærarar vóru við. Feløgini, sum vóru umboðað, eru Flog úr Fuglafirði, Fok úr Gøtu/Leirvík, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Ljósið úr Havn, Støkk av Glyvrum og Spírin úr Skopun. Hetta skeiðið var tað fyrsta í eini røð av skeiðum innan amboðsfimleik. Føroya Fimleikasamband hevur ætlanir um at skipa fyri fleiri skeiðum komandi tíðina fyri at betra um umstøðurnar hjá øllum amboðsfimleikarum, bæði breiddini og elituni, í Føroyum. Jón Rói Jacobsen var ein av verjuspælarunum, sum AaB-venjarin sendi á vøllin frá byrjan í venjingardystinum ímóti ukrainskum liði. Hinvegin er Suni Olsen ikki klárur at spæla dyst enn Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Týsdagin spældi danska superligafelagið AaB sín fyrsta venjingardyst á ferðini í Turkalandi, har felagið fyrireikar seg til seinnu hálvu av superliguni. Bæði Jón Rói Jacobsen og Suni Olsen eru við á venjingarleguni, men meðan Suni júst er við at koma fyri seg aftur eftir drúgvan skaða, er Jón Rói millum teir útvaldu til liðið. Venjarin Erik Hamrén hevði sett Jón Róa Jacobsen á liðið frá byrjan í dystinum ímóti ukrainska liðnum FC Illichivets Mariuspil, og Jón Rói spældi í ein slakan tíma av dystinum, sum endaði við 1-0 tapi. Venjarin brúkti dystin til at royna ymsar spælarar og uppstillingar, og eftir ein tíma skifti hann tríggjar av spælarunum út – teirra millum Jón Róa, sum er nýggjur í felagnum. Ljósið sløknaði Einasta málið í dystinum kom tríggjar minuttir eftir hálvleikssteðgin, og tá í 10 minuttir restaðu at spæla, vildi ljósið á vøllinum ikki meira. Tað sløknaði, og neyðugt var at gevast at spæla. Heimasíðan hjá AaB skrivar, at ukrainska liðið spældi ágangandi og royndi trýsta AaB, sum tó tóktist verða væl skipað í verjupartinum. AaB spælir aftur í Turkalandi leygardagin, tá ið mótstøðuliðið verður Daegu FC úr Suðurkorea. Jón Rói beint inn á AaB-liðið Andrew spælt tveir dystir Fremad Amager er farið undir sínar venjingardystir, og Andrew av Fløtum hevur spælt við í báðum dystunum higartil Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sunnudagin spældi Fremad Amager ímóti Skjold á heimavølli, og dysturin endaði við 1-0 sigri til Fremad Amager. Andrew av Fløtum byrjaði á vøllinum, og hann spældi í ein slakan tíma av dystinum. Mánakvøldið var aftur dystur á skránni, og hesaferð spældi Fremad Amager ímóti næstbesta liðnum hjá Brøndby. Hesin dysturin endaði við tapi, tí Brøndby vann 2-0. Hendan dystin sat Andrew á beinkinum frá byrjan, men hann kom á vøllin, tá ið ein tími var spældur. Byrial spælir dystir ímóti týskum liðum AC Horsens við Johan Byrial Hansen á liðnum hava spælt tveir venjingardystir ímóti týskum liðum seinastu dagarnar Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Farnu vikuna hevur AC Horsens, har Johan Byrial Hansen er ein av spælarunum, spælt tvær ferðir móti feløgum úr Týsklandi. Fyrst spældi AC Horsens ímóti Holstein Kiel í Esbjerg, og dysturin endaði við javnleiki 1-1. Úrslitið var tað sama, tá ið Horsens nú um dagarnar royndi seg ímóti næstbesta liðnum hjá Hamburger SV. Venjarin Kent Nielsen hevur brúkt dystirnar til at royna ymsar spælarar, og millum teirra, sum hevur fingið kjansin, er nýggi álopsspælarin Joel Tchami, sum felagið væntar sær nógv av. Venjarin hjá AaB setti føroyska landsliðsspælaran Jón Róa Jacobsen í verjuna frá fyrsta bríksli í venjingardysti í Turkalandi Venjaraskeið í amboðsfimleiki Spæla bridge á Kambsdali Leygardagin verða tvey umfør í liðkappingini í bridge leikt í Handilsskúlanum á Kambsdali. Byrjað verður kl. 10.00. Í 1. deild eru trý lið farin avstað frá hinum. Tað eru liðini hjá Símin Lassaberg, Boga Simonsen og Allan Dal-Christiansen. Tað eru eisini hesi lið, ið undan kappingini vóru mett sum tey sterkastu. Í 2. deild eru tað fýra lið, ið hava tikið seg framum hini, og sigast má, at kappingin um plássið í bestu deildini kemur at vera sera harður. Í 3. deild hevur liðið hjá Jens Paula G. Nolsøe lagt seg trygd á odda. Síðsta freist at boða frá luttøku til steypakappingina 2006 er hóskvøldið 3. februar 2006. Tilmelding hjá Jóannes Mouritsen 311930 ella Robert Langaard 742002. Støðan í 1.deild 1  Allan Dal-Christiansen         20  24  17  61  3   2  Bogi Simonsen       12  25  25  62  2   3  Símin Lassaberg     18    25  23  66  1   4  Eyðun Jakobsen   10  4    10    24  5   5  Jóna Grunnveit   6  5  20      31  4   6  Óli Holm   13  3  7        23  6  Støðan í 2. deild  1  MBM         12  6  12  30  6   2  Hallur Ellingsgaard       10  22  25  57  2   3  Jórun Johannesen     20    14  17  51  3   4  Marita Krosstein   18  8    11    37  4   5  Marjun Restorff   24  16  19      59  1   6  Jákup Egholm   18  4  13        35  5  Svanna Hanusardóttir (ovast í miðjuni) var við í kjakinum í bólkaarbeiðinum.