mikudagur 1. februar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggi Toyota Yaris,
ið júst nú er komin a
marknaðin, er vorðin
eitt nummar størri
enn forgangarin,
sum hevur verið ein
stór succes hjá Toy
ota. Talan er um ein
heilt nýggjan og kom
paktan bil
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Tað vísir seg soleiðis, at tá
eitt nýtt bilmodell avloysir
forgangarin, verður tann
nýggi ofta størri og rúmlig
ari. Soleiðis er eisini við
nýggja Yaris, sum júst nú er
komin á marknaðin. Tá Yaris
stendur fyri einum fjórð
ingi av søluni hjá Toyota í
Evropa, er bilurin av sera
stórum týdningi hjá Toyota-
konsernini.
Síðan Yaris kom í 1999,
hevur hann verið tann
minsti Toyota á evropeiska
marknaðinum, men nú er so
ein minni bilur, Toyota Aygo,
komin sum tann minsti.
Nýggi Yaris er ein heilt
nýggjur bilur, ið eisini er
bygdur á ein heilt nýggjan
plattform. Bilurin er 11 cm
longri, 3,5 cm breiðari, 2
cm hægri enn forgangarin,
og aksilfrástøðan er vaksin
við 9 cm. At aksilfrástøðan
er størri, ger at bilurin er
rúmligari og beinplássið
betri, serliga við baksetrini.
Baksetrini kunnu flytast
hvør sær, soleiðis at til ber
at økja um plássið við at
flyta tey aftur eftir, men tá
verður viðførisrúmið minni.
Við baksetrunum heilt afturi
er viðførisrúmið 272 litrar,
og við baksetrunum heilt
frammi verður tað 363 litrar.
Annars eru baksetrini løtt
at leggja niður í eini handa
vending, soleiðis at gólvið
verður heilt slætt fram til
forsetrini
Yaris fæst nú við trimum
ymiskum motorum, tveimum
bensin og einum diesel.
Minsti bensinmotorurin er
ein 3 syl. 1.0 litur við 69
hk, hetta er sami motorur,
sum er í tí minna Toyota
Aygo, síðan er tað ein 1,3
litur (4 syl.) bensin við 87
hk, og turbo dieselmotorurin
er ein 1,4 litur D-4D við 90
hk. Allir motorarnir eru øko
nomiskir og koyra langt upp
á liturin.
Kvaliteturin í kabinuni er
eisini vorðin betri. Instrument
ini er framvegis í miðjuni á
instrumentborðinum, men
tølini er meira týðulig.
Yaris hava havt gott orð á
sær. Teir hava hesi seinastu
árini lagt støði fyri aðrar
bilar í sama klassa, bæði
tekniskt og hvat haldbarheit
viðvíkur. Tá danska blaðið
Bil-magasinet í fjør testaðu
ein brúktan Yaris, var tað
fyrstu ferð teir testaðu ein
brúktan bil, har eingi brek
vóru at vísa á.
Yaris hevur nógvar inn
bygdar trygdarskipanir sum
t.d. ABS, EBD, ESP, og TCS,
sum eru standard, eisini
hevur hann airbag framman,
í síðunum, gardinairbag og
sum tann einasti í sínum
klassa hevur hann knæairbag.
Bilurin fekk fimm stjørnur,
tá hann varð trygdartestaður
hjá EuroNCAP.
Yaris fæst í hesum útgávum
hvat útgerð viðvíkur: Natura,
Terra, Luna og Sol. Prísirnir
byrja við kr. 154.600,- fyri
ein Yaris 1.0 Natura við trim
um hurðum. Bilurin kann
síggjast og roynast hjá Reyni
Service.
Toyota Yaris 1,3 Terra 5/h
Motorurin
1,3 litur 4 syl. bensin 87 hk
0-100 km/t
11,5 sek
Bensinnýtsla
16,6 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
185/60-15
Stødd og vekt:
Longd
375,0 cm
Breidd
170,0 cm
Hædd
153,0 cm
Eginvekt
975 kg
Viðførisrúm
272-363 litrar
Prísur
kr. 178.600,-
Søluumboð
Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
FAKTA
Nýggjur og størri Toyota Yaris
Nýggi Toyota Yaris er vorðin eitt nummar størri enn forgangarin, men teir líkjast nógv
Instrumentini er framvegis í miðjuni á instrument
borðinum, men tølini er meira týðulig.
Yaris er ein nýggjur bilur, ið er bygdur á ein heilt nýggjan
plattform
Nr. 23 • mikudagur • 1. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo