Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 23 - 1. februar 2006 Chrysler 300C sær út sum eitt ordiligt amerikanskt dollar­ grin við øllum tí sum har til hoyrir. Men bilurin er eisini merktur av, at hann er í somu familju sum Mercedes. Ein heppin blanding av ameikanskum og týskum stíli Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Chrysler hava seinnu árini gjørt nógv burtur úr sínum modellum. Teir koma javnan á marknaðin við fleiri ser­ merktum bilum. Eisini hava teir eina stóra vøruskrá á evro­peiska marknaðinum við bæði størri og smærri bilum, heilt frá Pt-Cruiser til stóra familjubilin Voyager. Ein av sermerktu modell­ unum hjá Chrysler er 300C, ið er ein ektaður amerikanari í breiðastu merking. Hann hevur alt, sum hevur ser­ merkt amerikanskar bilar gjøgnum tíðirnar. Bilurin er stórur allar vegir, bæði inn­an og uttan við t.d. stór­ um kølaragittari, lágum rút­um, stórum 18” hjólum, og designi, sum minnir um amerikansku bilarnar frá 60-unum. Tá tað er sagt, er eisini nógv evropeiskt við bilinum, tí Chysler hoyra til DaimlerChrysler- konsernina, og nógvir av komponentunum eru frá Mercedes. Ein heppin bland­ing av ameikanskum og týskum stíli. Alt er standard í hesum bilinum, tað einasta sum er eyka, er leðurkabinan sum er virkuliga flott, og kvaliteturin er fult á hædd við evropeisku bilarnar, sum Chrysler 300C kappast við. Av útgerð kunnu vit nevna t.d. 2- sonu klimaanlegg, fartpilot, in­formatiónsdisplay við koyriteldu, memory-funk­ tión til still­ing av forsetrum, síðu­spegl­um og radio, parkeringsalarm, Xenon- lyktir, hjóltrýstsvísara, bremsu­assistent, og el-still­ ing av rattinum. At koyra bilin er ein sonn frægd - nakað heilt ser­ligt. Kabinan er so væl ljóðisolerað, at V6 CRD dieselmotorurin við 218 hk næstan ikki hoyrist, sama er við ljóðinum frá hjólu­ num. Hetta er nakað, sum amerikanararnir eru spesial­ istar í. Chrysler 300C fæst við fleiri ymiskum V6 motorum og V8 motorum, har tann størsti í SRT-8 útgávuni er upp á 425 hk, og toppferðin er ikki minni enn 274 km/ t. Við Chrysler 300C satsa amerikanararnir eisini upp á evropeiska marknaðin. Um­framt í USA, verður bil­ urin eisini gjørdur í Eystur­ ríki. Chrysler 300C verður eisini gjørdur sum stationcar, og fæst sum forhjólstrektur ella við all-wheel-drive. Chrysler 300C 3,0 V6 CRD: Amerikanskt dollargrin við týskum kvaliteti Chrysler 300C 3,0 CRD Motorurin 3,0 litur V6 CRD diesel 218 hk 0-100 km/t 8,3 sek Bensinnýtsla 12,3 km/l blandað koyring Dekkstødd 225/60-18 Stødd og vekt: Longd 501,5 cm Breidd 188,0 cm Hædd 147,5 cm Eginvekt 1761 kg. Viðførisrúm 504 litrar Prísur úr 535.000 kr. Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo FAKTA Chrysler 300C sær út sum eitt ordiligt amerikanskt dollargrin við t.d. stórum kølaragittari, lágum rútum og stórum 18” hjólum Leðurkabinan er flott og væl ljóðisolerað, og kvaliteturin er fult á hædd við evropeisku bilarnar, sum Chrysler 300C kappast við Chrysler er 300C er ein ektaður amerikanari við gjøgnumførdum týskum kvaliteti