Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2006 21 UTTAN ÚR HEIMI Seinastu tíðina er komið fram, at granskarar í USA, Suðurkorea og No­­regi hava snýtt í sínum kann­ ingararbeiði, og nú hendir tað sama í Svøríki. Dagens Nyheter skrivar, at Thomas Lundeberg, ið hevur arbeitt sum granskari á Karolinska Instituttet í Stockholm, hevur skrivað drúgvar frágreiðingar um kanningar, sum hann ongantíð hevur gjørt, og at hann harumframt hevur brúkt brot úr frágreiðingum, sum aðrir granskarar hava skrivað. Men tað var eftir øllum at døma eingin, sum varnaðist tað, og frágreið­ ingar hansara fingu eisini pláss í tí viðurkenda tíðar­ ritinum European Journal of Neuroscience. Tað eru bara fjúrtan dag­ar, síð­ani ein norskur granskari bleiv avdúkaður í at hava skrivað frágreiðingar um krabbameinskanningar, sum hann segði seg hava gjørt. Í fjør varð ein gransk­ ari í Suðurkorea av­dúk­að­ ur sum falsari, og fyri tveim­um árum síðani varð avdúkað, at einki hald var í greinum, sum ein ameri­ kanskur granskari hevði skrivað. Dagens Nyheter skrivar, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at tað sama nú er hent í Svøríki. Blaðið vísir á, at kappingin er so hørð, at hon kann fáa fleiri at fara um mark. Granskaragøla í Svøríki Verða ikki sendir heim Fýra bretskir diplomatar í Moskva, sum í síðsta mánað vórðu lagdir undir at hava njósnast, verða ikki koyrdir úr Russlandi. Tað segði Vladimir Putin, forseti, á einum tíðindafundi í gjár. – Tað er líka frægt, at teir verða verandi her, tí so hava vit eftirlit við teimum. Sambandið ímillum Russ­ land og Bretland er so gott, at tað skal meiri enn hetta til at oyðileggja tað, segði russiski forsetin. Russar vilja vera við, at teir fýra diplomatarnir á bretsku sendistovuni í Moskva hava njósnast fyri bretsku fregnartænastuna MI6, og at teir gava givið russiskum manna­rættinda­ felags­­skapum pengar. Heilsukanningar í Noregi vísa, at norskir menn viga í meðal níggju kilo meiri nú enn fyri 40 árum síðani. Samstundis vísa aðrar kann­ ingar, at børn í 9 til 15 ára aldri viga trý kilo meiri nú enn fyri 25 árum síðani, og at fimta hvørt barn í aldrinum 8 til 12 ár vigar ov nógv. Orsøkin er millum annað, at børn og vaksin røra seg nógv minni nú enn fyrr. Eitt nú sita norsk børn still í 40 tímar hvørja viku, og tá eru tímarnir í skúlanum ikki taldir við. Hatafturat kemur, at 40 prosent av børnunum verða koyrd í skúla. Men nú skal okkurt ger­ ast. Stjórnin hevur gjørt av, at børnini skulu røra seg meiri í skúlanum, men tey vaksnu eiga eisini at taka sær um reiggj, sig­ur Sylvia Brustad, heilsu­mála­ ráðharri. Hon sigur við Aft­ en­posten, at stjórnin fer at eggja arbeiðsgevarum til at geva sínum starvsfólkum møguleikar at røra seg meiri í tí dagliga arbeiðinum. Men tað týdningarmesta er at fáa børnini og tey ungu at røra seg meiri. Sylvia Bru­stad sigur, at verður einki gjørt, endar tað helst við, at børnini fara at liva stytri enn foreldrini, og tað er ikki hent fyrr. Norðmenn skulu røra seg Nú ein dagin ringdi telefon­ in á skrivstovuborðinum hjá franska forsetanum, Jacq­ues Chirac. Forsetin hevði fingið at vita, at ný­ valdi kanadiski forsætis­ ráðharrin, Stephen Harper, var í hinum endanum, og sum siður er, kvikaði for­ setin sær at ynskja hinum tillukku við valinum. Tann fremmandi takkaði, men segði seg vera misnøgdan við ta umrøðu, sum hann hevði fingið í fronskum bløð­um undan valinum. – Ájú, soleiðis er, men vit kunnu ikki forða bløð­ un­um at skriva tað, tey hava hug til. Vit hava jú pressu­frælsi, skilja tygum, svaraði Chirac. Maðurin í hinum endan­ um greiddi nú forsetanum frá, at hann æt ikki Stephen Harper, men at talan var um eina skemtisending hjá einari kanadiskari út­ varpsstøð. – Ná, sama ger. Men tað týdningarmesta er, at mær dámar væl Kanada og ta nýggju konservativu stjórnina hjá tykkum, svaraði tann 73 ára gamli forsetin sambært BBC. Lumpaðu Chirac Kreppan í Darfur er tann ringasta í heiminum, og vaknar altjóða samfelagið ikki, verður hon uppaftur verri Kreppa Árni Joensen fartekst@mail.dk Flóttafólkakommiserurin hjá ST, Antonio Guterres, er ikki í iva: – Kreppan í sudanska lands­partinum Darfur álv­ars­ samasta í heiminum í løtuni, og leggur altjóða samfelagið ikki trýst á teir stríðandi partarnar fyri at fáa teir at binda frið, kann kreppan enda sum ein sonn vanlukka, og tá er ilt at ímynda sær, hvat kann henda. Á einum fundi við ST- trygd­arráðið fyri nøkrum døg­um síðani segði Antonio Guterres, at støðan í Darfur er versnað hendan seinasta mánaðin, og at hvønn dag eru hjálparfólkini vitni til, at flóttafólkalegur verða álopnar og oyðilagdar, og at ágangurin ímóti kvinnunum økist í hvørjum. Kreppan í Datfur byrjaði fyri trimum árum síðani við uppreistri ímóti teimum sudansku myndugleikunum. Uppreistrarmenninir krevja størri sjálvræði, men stjórn­ in svaraði kravinum við her­ megi. Úrslitið er, at sivilfólk í hópatali eru myrd, og nógvar bygdir eru lagdar í oyði. Meiri enn tvær milliónir fólk eru flýdd, og tey, sum eru eftir, eru støðugt fyri álopi frá vápnaðum harkaliðum, sum óalment fáa stuðul frá stjórnarherinum. Í einari nýggjari frágreiðing hjá amerikonsku stjórnini stendur, at royndirnar at fáa frið í Darfur eru at kalla farnar fyri bakka, og at harðskapurin økist dag frá degi. Í fjør lovaði su­danska stjórnin at bøta um mannarættindini í øllum landinum, men sambært ST er lítið og einki hent. Afrikanski Eindarfelags­ skap­ur­in hevur í løt­uni 6.800 her­menn í Darf­ur, men teir hava ikki megn­að at steðga óskil­in­um. Tað hev­ ur verið upp á tal at senda ST-hermenn til Darfur, men enn er eingin avgerð tikin um tað. 97 fólk doyðu, tá fýrverk festi í ein náttklubba í Rhode Island í USA fyri tveimum árum síðani. Maðurin, sum skipaði fyri, hevur nú játtað seg sekan Eldsbruni Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein av teimum stóru rock­ bólk­un­um, Great White, hevði kon­sert í nátt­klubb­ an­um The Station í ameri­ kanska býnum West War­ wick í februar í 2003. Fýr­verk var ein náttúrligur part­ur av konsertini, men alt í einum festi fýrverkið í høl­ ini, og eftir lítlari løtu stóð alt í ljósum loga. Tá bjargingarliðini vóru liðug at leita í húsa­leivd­un­ um, høvdu 97 fólk latið lív, og umleið 200 onnur høvdu fingið skaða. Millum teirra, sum doyðu, var guitarleikarin í Great White, Ty Longley. Vanlukkan var tann fjórði­ størsta av sínum slagi í USA nakrantíð, og hesi bæði árini síðani hevur løgreglan arbeitt við at kanna, hvør hevði ábyrgdina. Nú hevur Daniel Bierchele, sum skipaði fyri konsertini, játtað seg sekan í óviljaðum manndrápi, sum hann kann fáa upp í 10 ára fongsul fyri. Daniel Bierchele heldur tó uppá, at hann hevði fingið loyvi til at brúka fýrverk í náttklubbanum, men tað av­sanna eigararnir. Játtar sekan sekan í eldsbruna Heimsins ringasta kreppa Hendir einki skjótt, endar kreppan í Darfur sum ein sonn vanlukka, og so er ilt at ímynda sær úrslitið, sigur ST Mynd: Reuters Lesið - so eru tit við