Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 1. februar 2006 25 Advokatskrivstovan Halgir Winther Poulsen, adv. Fróða Patursson, adv. Óla Jákup Kritoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen Fr. Petersensgøta 9 • 100 Tórshavn Tlf. 311145 • Fax 311525 e-mail: jura.@jura.fo Til sølu Vegna Sp/f Lyftútleigan undir konkurs verða hesar ognir lýstar til sølu: • Scania 92 lastbilur við krana, árg. 1988, skrás. nr. JM 780 • Scania 113 H lastbilur uttan krana, árg. 1991, skrás. nr. VM 587 • BMW 324 persónbilur, árg. 1990 • Ein bingja Til sølu Vegna P/f Vestfelli undir konkurs verða skip felagsins lýst til sølu: ,,Vesthav” OW 2038, BT 306 og NT 107 ,,Vestfisk” OW 2363, BT 189 og NT 59 ,,Vestborg” XPUA, BT 160 og NT 48 Skipini verða lýst til sølu undir einum og fyri eitt samlað boð. Møgulig boð skulu vera undirritaða í hendi saman við treytaleysari váttan um fígging í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar 2006, kl. 12.00. Fyrivarni verður tikið fyri at velja og vraka millum innkomin boð. Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, e-mail ojk@jura.fo ella Elin Svínoy, e-mail els@jura.fo Leiðari til Dagstovn í Sørvági Sørvágs Kommuna søkir eftir leiðara til Dagstovn í Sørvágs, sum letur upp ½ august 2006. Stovnurin er í 6 eindum, settur saman av vøggu-, barnagarðstovu og frítíðarskúla. Vit bjóða Eitt áhugavert starv í einum umhvørvi tætt við náttúru, har tú fært møguleika fyri at seta tí dám á stovnin. Seta starvsfólk og annars vera við í øllum tí, sum skal til fyri, at stovnurin skal virka eftir ætlan. Møguleiki er fyri ráðgeving og eftirútbúgving. Vit ynskja at umsøkjarin • er útbúgvin pedagogur • hevur leiðsluroyndir innan økið • kann arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og geva greið boð • er tilreiðar at fara virkin inn í, og sum ein partur av starvsfólkabólkinum • hevur hugsjónir, tá ið tað snýr seg um virksemi í einum barnagarði • saman við starvsfólkunum er við til at menna tað pedagogiska arbeiði • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag, merktan av virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum • kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • er opin, positivur og duga væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis • hevur teldukunnleika Setanarviðurskifti Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Suna Lauritsen, borgarstjóra, tlf, 210504. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skulu vera Sørvágs Kommunu, í hendi í seinasta lagi 20. februar 2006. Viðmerk á umsóknina »Leiðari«. Kommunan skilir sær rætt til, um ikki nógvar umsóknir eru at lýsa av nýggjum. Sørvágs kommuna Grannskoðaravirki til sølu Væntaður umsetningur er 700.000 kr. Viðskiftafólkini eru úr øllum landinum og kunnu býtast í bókhalds- og grannskoðaraviðskiftafólk. Nærri fæst at vita við at skriva til Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill.mrk. 121 Søkt verður eftir fólki til Dagtilhaldið á Strondum at byrja 1. mars 2006. Arbeiðstíðin verður 10 tímar um vikuna, við eini royndartíð til 30. juni 2006. Nærri fæst at vita um starvið á tlf. 447158. Umsóknir skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. februar 2006. Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 · 490 Strendur