Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. februar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 23 - 1. februar 2006 Frá Tofta Arbeiðarafelag Aðalfundurin verður í hølum felagsins leygardagin 25. februar 2006. Skrá smb. lógum felagsins. Uppskot til aðalfundin skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 17. februar 2006. Nevndin Ársaðalfundur Ársaðalfundur Skála Handverkarafelags verður fríggjadagin 17. februar 2006. Tíð og stað verður lýst seinni. Skrá sambært lógum felagsins. Støðutakan til húsakeyp. Allir limir eiga at møta. Nevndin Til leigu/sølu Í nýggja handils- og skrivstovubygningi okkara eru hølir til leigu/sølu. Talan er um eitt høli á 1. hædd tilsamans uml. 100 m2. Hølini sum eru klár til innflytan eru vælegnað til skrivstovu ella annað lættari virksemið og hava atgongd frá Gulasteinsvegi og Heiðavegi. Í kjallarahæddini er talan um eitt høli uml. 215 m2 við atgongd frá Gulasteinsvegi. Hølini sum eru vælegnað til goymslu ella annað virksemið, verða klár til innflytan 1. januar 2006. Í bygninginum eru frammanundan Formula Føroy- ar, Grannskoðarastovan og Kiosk Vár. Um hóskandi boð fæst kann eisini verða talan um sølu. Spf. Vársól Heiðavegur 31 600 Saltangará Tlf. 748392 varsol.s@kallnet.fo www.sosialurin.fo Søkt verður eftir fólki til alibrúk okkara á Fuglafirði Í sambandi við nýggja útseting av sílum á Fuglafirði, verður við hesum søkt eftir tveimum røskum fólkum. Einum alara og einum alaralærlingi. Alari Til starvið sum alari er tað ein fyrimunir, um tú hevur royndir at arbeiða við aling, men er hetta tó ikki nøkur treyt. Hevur tú eginleikar sum nærlagni, røkiskap, evni til at samskifta og í felagsskapi at røkka settum málum, so er tað tær vit møguliga leita eftir. Væntað verður at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, dugir at nýta bát og hevur ein ávísan førleika í at arbeiða við tog- verki. Arbeiðið er vanlig arbeiðstíð, umframt at tú kemur at verða í eini vaktarskipan. Løn sambært avtalu. Alaralærningur Hevur tú áhuga í at útbúgva teg sum alara, so er ein spennandi møguleiki her. Væntað verður, at tú ert sjálvstøðugur, arbeiðssamur, røkin og hevur stóran áhuga í at arbeiða við livandi fiski. Læran er skipað við praktiskum arbeiði og við skúlagongd á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Høvuðsarbeiðið er røkt av fiski, men tú kemur eisini at arbeiða við togverki og neti, umframt øllum tí tekniska útbúnaðinum, ið er á alistøðini. Løn sambært sáttmála. Um hetta er nakað fyri teg, so send eina skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum skjótast gjørligt til: Vestlax Postboks 82, 410 Kollafjørð, Fax 477002, Tlf. 477000 ella e-mail: leif@vestlax.fo Umsóknarfreist: 8. februar 2006