Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2006 5 Norðoyggjar: Gongur so sum fimm av smærru kommununum í økinum ætla, so fer eitt nýtt røktar­ heim at verða bygt í nærm­ astu framtíð. Hesar fimm kommunur­ nar – Viðareiðis, Húsar, Hvanna­sunds, Svínoyar og Kun­oyar – hava sent eina umsókn til Almanna- og Heilsumálaráðið við um­sókn um stuðul til eitt ellis- og røktarheim. Kommunurnar hava hugt eftir eini kanning, sum varð gjørd um tørvin á slíkum heimi í Norðoyggjum. Og út frá hesum hava tær so tikið fyrsta stigið til tað, sum helst fer at enda við einum felags ellis- og røkt­ ar­heimi í onkrari av hesum bygdunum. Árni Absalonsen, bygd­ ar­ráðsformaður á Viðar­eiði segði í sendingini ”Heima­ beitið” mánadagin, at teir ætla at gera hetta røktar­ heimið til 20 fólk. – Men tørvskanningin vísti, at pláss eigur helst at verða fyri eini 32 fólkum, segði hann. Hinvegin so er støða enn ikki tikin til, hvar hetta heim­ið skal liggja. Dult verð­ur tó ikki fyri, at hetta helst verður í onkrari av bygd­unum eystan Múla. sb Ætlanir um nýtt røktarheim Óhugsandi er ikki, at eitt felagskommunalt ellis- og røktar­ heim kann verða bygt her á Viðareiði í nærmastu framtíð Vestmanna: Tað er ikki bert í Norðoyggjum og í Suðuroy at fólk tosa um bygging av røktarheimi. Grannakommunurnar, Vest­manna kommuna og Kvívíkar kommuna, hava nú somuleiðis ætlanir um at gera tað sama. Týsdagin í hesi vik­uni sendu tær tí eina um­sókn til Almana- og Heilsu­mála­ ráðið um stuðul til bygging av einum røktarheimi. Hetta skal byggjast í Vest­ manna. Verður hetta veruleiki, so verða tvey slík heim í Norðstreymoy. Um stutta tíð verður nevniliga røkt­ arheimið í Streymnesi tikið í nýtslu. sb. Klaksvík: Í kvøld skipar Føroya Banki í Klaksvík fyri serstakum tiltaki fyri tey, ið hava áhuga fyri virðis­ brøvum og hvussu ein kann gera íløgur í hesi. Lýst hevur verið við hes­ um tiltakinum, og sigast kann, at áhugin hevur verið sera stórur. Tá vit tosaðu við Hans Petur Clementsen, deild­ arleiðara á middegi í gjár var ikki fullteknað. Men hann ivaðist onga løtu í, at tað fór tað at verða í kvøld. – Jú, áhugin hevur verið sera stórur, og tí vænti eg, at eini 100 til 150 fólk verða við til tiltakið, sigur hann. Á fundinum í kvøld fer m.a. fíggjarleiðarin Jan Ja­cobsen at greiða frá hes­ um áhugaverda evni, har høvið eisini verður at kjak­ ast um evnið. sb. Stórur áhugi fyri íløgum Stórur áhugi millum klaksvíkingar fyri møguleikanum at gera íløgur í virðisbrøv Nýtt røktarheim eisini í Norðstreymoy Klaksvíkar komm­ una hevur gjørt eina samtykt sum lættir um hjá barna­ familjum, sum ætla sær at flyta hagar Dagrøkt Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Barnafamiljur, sum ætla sær at flyta hig­ar, kunnu nú tekna børn síni til ansingarpláss framm­an­ undan. Hesin møguleikin hevur ikki verið áður. Men á bý­ ráðs­­fundi í farnu viku varð samtykt at broyta upp­tøku­ reglurnar fyri barna­ans­ ingina. Hereftir verður skipanin soleiðis, at foreldur, sum hava ætlanir um at flyta til kommununa kunnu tekna børn teirra til ansingarpláss seks mánaðar áðrenn flutt verður í kommununa. – Kravið um, at foreldur skulu búgva í kommununi, áðrenn børn teirra kunnu koma á bíðilistan til barna­ ansing, hevur gjørt tað sera óliðiligt hjá teimum, sum hava ætlanir um at flyta hig­ ar. – Tí hevur verið neyðugt at gera hesar broytingarnar, upplýsir Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðari. Neyðugt stig Broytingin, sum nú er sam­ tykt av býráðnum, snýr seg um at loyva foreldrum, ið hava ætlanir um at flyta til kommununa, at seta børn síni á bíðilista, áðrenn flutt verður. Royndirnar hava víst um­ sitingini í Klaksvíkar komm­ unu, at tørvur er á, at foreldur fáa henda møguleika. Tilmælið frá Sosialu Deild fekk eisini undirtøku frá fíggjarnevndini, áðrenn málið endaliga varð samtykt av býráðnum. Tann broytta grein 1 í upp­ tøkureglunum fyri barna­ans­ ingar­skip­an­ina er nú so­ljóð­ andi: ”Børn í aldrinum 0-9 ár kunnu koma á barna­ans­ ing­arlistan hjá Klaksvíkar Býráð, um tey eru skrásett búgvandi í kommununi. Tó kunnu ættleidd børn koma á bíðilistan, tá foreldur, ið ættleiða, kunnu vísa váttan, at teimum er ávíst serstakt barn. Eisini kunnu foreldur, ið hava ætlanir um at flyta til kommununa, skriva seg á bíðilistan 6 mánaðir, áðrenn flutt verður til komm­ ununa”. Børn á bíðilistan áðrenn flyting Virkishúsið fyri ung í Klaksvík er komið so mikið væl áleiðis, at tað fer at lata upp um tvær vikur. Líkt er til, at ung­dómi­ num í býnum dámar húsið væl og ætlar at gera brúk av tí Ungdómur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: – Jú, eg vænti at vit fara at koma ein túr forbí soleiðis av og á. Tveir 15 ára gamlir klaks­ víkingar eru staddir beint uttanfyri nýggja Virkishúsið fyri ung í býnum. Teir hava hoyrt, at tað henda stórar broytingar inni í húsinum. Men sjálvir hava teir ikki verið her áður. Innkomnir síggja teir, at innrættingini líður væl. At teir sterku litirnir eru komnir upp á veggin, og at fleiri av elektronisku tólunum hava funnið sítt pláss. Í niðaru hæddini er eitt stórt felagsrúm og nøkur smærri rúm, og í miðhæddini eru bara smærri rúm, sum kunnu nýtast til mangt og hvat. Enn er nakað av arbeiði eftir at gera, men kortini ikki meiri enn so, at tá hesin mánaðurin er hálvrunnin er ætlanin at lata ungdómshúsið upp. – Jú, hetta sær ordiliga gott út. Fínasta slag, eru teir báðir - Rógvi Dragaberg og Sigurð Joensen – samdir um. Vitja av og á Hóast arbeitt hevur verið við hesum Virkishúsinum í eina tíð, so hava teir báðir, Rógvi og Sigurð ikki hoyrt so nógv um tað. – Vit hava hoyrt eitt sindur um tað frá onkrum, og vit hava lisið okkurt smávegis um tað, siga teir. Teir eru kortini vitandi um nakað av tí, sum fer at sermerkja hetta Virkisshúsið. Ætlanin er nevniliga, at hetta skal verða eitt stað, har tað skal vera bæði stuttligt at koma og har ein hevur møguleika at læra ymiskt. Og teir ætla sær eisini at gera nýtslu av hesum húsi­ num: – Vit fara at koma inn her soleiðis av og á fyri at hugna okkum og fyri at hitta onnur fólk. – Jú, tað er í fínasta lagi við hesum Virkishúsinum. Ætlaða Virkishúsið skal verða eitt stað fyri ungdómin, har tey kunnu koma saman til ymisk tiltøk sum verða fyriskipað, og sum tey ungu sjálvi taka stig til. Sleisa Rógvi og Sigurð ganga til dagligt í 9. flokki, og eru so upptiknir við tí ein part av degnum. Í frítíðini finna teir uppá ymiskt – teir spæla eitt ávíst væl umtókt kortspæl, teir hyggja eftir filmum og so dámar teimum eisini væl at telva – serliga Rógva, sum er virkin telvari. – Annars so sleisa vit bara runt í býnum, siga teir. Óhugsandi er tí ikki, at telvingin verður ein partur av virkseminum í húsinum. – Fínasta slag við slíkum staði fyri ungdómin Bíða eftir rætta navninum Herfyri varð lýst út ein kapping um at finna eitt hóskandi navn til nýggja Virkishúsið fyri ung í Klaks­vík. Tá freistin var úti var ikki mett at nøvnini vóru nøktandi, og tí er einki avgjørt í hesum máli enn. – Vit hava faktiskt ikki sett nakra tíðarfreist á. Vit bíða bara, til onkur kemur við rætta navninum, sigur leiðarin á Virkishúsinum, Beinta Árnadóttir Greg­ ersen við Sosialin. Fýra av ungu monnunum í Klaksvík sum hetta Virkishúsið fyri ung er ætlað - vinstrumegin: Rógvi Dragaberg, John Tróndheim, Sigurð Joensen og Karl Hansen. Teimum við lið stendur leiðarin fyri Virkishúsið, Beinta Árnadóttir Gregersen Mynd: Snorri Brend