hósdagur 2. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 24 - 2. februar 2006
Leygarkvøldið
verður Jam-session
fyri kvinnur í
Margarinfabrikkini.
Guðrið Hansen, ið
var innstillað til
besta songkvinna á
Planet Awards, fer
at framføra, og unga
og gávuríka Karin
Haraldson fer á pallin
saman við sínum
bólki.
KVINNUTÓNLEIKUR
Tíðndaskriv
Tónleikakvøldið er komið
í vegna áheitanir frá
kvinnuligum tónleikarum,
ið ynskja ein felags pall.
Kvinnur ynskja at síggja fleiri
kvinnur á tónleikapallinum
í Føroyum, og hetta tiltak
er við at geva tónleika
áhugaðum kvinnum íblástur
og dirvi at standa fram og
framføra á einum palli.
Fyrstu fer tiltakið varð
hildið, var í november í
fjør, og tá var stór undirtøka.
Hesaferð verður kvøldið
skipað á ein annan hátt
við tað, at instrument, so
sum trummur og keyboard,
verður á staðnum og guitar
og bassforsterkarar. Tó skulu
kvinnurnar sjálvar hava sín
egna guitar ella bass við, um
tær ætla sær at framføra.
Tá hetta er eitt jam-sess
ion kvøld eru allar kvinnur
vælkomnar at framføra, men
tað er eisini gjørligt bara at
koma at lurta eftir kvinnum,
ið spæla tónleik.
Tiltakið er ókeypis og
onki aldursmark er á. Allar
kvinnur eru vælkomnar,
heilsa tey av Margarinfabr
ikkini.
Arbeiðsgevarar í
Føroyum eru farnir
at gera sær dælt av
úrskurði í altjóða
dómstólinum.
Men hesum ávarar
Ingeborg Vinther
staðiliga ímóti, tí hon
sigur, at ongin ivi
er um, at móttiltøk
verða sett í verk
Arbeiðsmarknaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er heilt avgjørt
ein spurningur, sum ikki
sleppur at fara fara afturvið
borðinum.
Ingeborg Vinther, for
kvinna í Føroya Arbeið
arafelag, sigur, at føroyskir
arbeiðsgevarar eru so smátt
farnir at gera sær dælt
av einum dóm í altjóða
dómstólinum í Strasbourg.
– Vit hava ítøkilig dømi
um onkran arbeiðsgevara,
sum
beinleiðis
hevur
noktað at taka fólk í arbeiði,
sum eru limir í tí lokala
arbeiðarafelagnum.
Samstundis
hevur
sami arbeiðsgevari gjørt
púra greitt, at limir í
arbeiðarafelagnum, sum
eru á hansara arbeiðsplássi,
verða koyrdir til hús.
Um hetta hevur ávirkað
lønina hjá arbeiðsfólkinum,
veit hon ikki enn.
Ingeborg Vinther vil ikki
avdúka, hvør arbeiðsgevarin
er, men hon sigur, at
talan er um ein minni
arbeiðsgevara.
Hon sigur, at fyribils, at
tey vita bara um hetta eina,
ítøkiliga dømi, men hon
hevur frænir av, at fleiri
arbeiðsgevarar eru farnir at
ressast og tí ver vandi fyri,
at fleiri fara at royna at fáa
sær ein fyrimun av dóminum
í Strasburg.
Men talan er bara um
teir smáu arbeiðsgevarnar,
men á teimum stóru
arbeiðsplássunum er friður.
Úrvalsavtalur
ólógligar
Herfyri kom altjóða manna
rættindadómstólurin í Stras
burg til ta niðurstøðu, at
tað var ólógligt at krevja at
løntakarar skuldi vera limir
í ávísum fakfelag.
Sostatt er niðurstøðan,
at tær úrvalsavtalur, sum
eru heilt vanligar á arbeiðs
marknaðinum, eru ólóglig
ar.
Eisini í Føroyum eru
úrvalssáttmálar vanligir
á privata arbeiðsmarkn
aðinum.
Í
hesum
sambandi
binda
arbeiðsgevarar
seg til bara at hava limir
í ávísum fakfeløgum í
starvi. Samstundis binda
limirnir í teimum ymsu ar
beiðarafeløgunum seg bara
til at arbeiða hjá limum
í góðkendum Arbeiðs
gevarafelag.
Men nú er altjóða dóm
stólurin í Strasburg komin
til ta niðurstøðu, at slíkar
avtalur eru ólógligar.
Hetta hevur sent ein
skelk ígjøgnum altjóða
arbeiðsmarknaðin.
Tað hevur tað eisini
gjørt á føroyska arbeiðs
marknaðinum.
Og nú váttar Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag eisini at
tað eru longu einstakir
arbeiðsgevarar, sum eru
farnir at gera sær dælt av
hesum.
Ávarar arbeiðsgevarar
Sostatt hava avleiðingarnar
av dóminum í Strasburg
eisini
rakt
føroyska
arbeiðsmarknaðin.
Men hetta er ein gongd,
sum forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag staðiliga
ávarar ímóti.
Ingeborg Vinther sigur,
at ætlanin er, at arbeiðara
feløgini skulu hittast at
viðgerða spurningin. Sam
stundis fara tey at viðgera,
hvussu tey skulu fyrihalda
seg til málið. Og ikki minst
skulu tey viðgera, hvørji
móttiltøk skulu setast í
verk.
Tí at móttiltøk verða sett í
verk, er ongin ivi um.
Hetta er heilt avgjørt
eitt mál, sum vit taka í
allarstørsta álvara, leggur
hon dent á.
Hetta er sostatt eisini
eitt mál, sum tey føroysku
fakfeløgini ikki undir
nøkrum umstøðum fara at
lata fara afturvið borðinum
ella at góðtaka.
Ì hesum døminum um
arbeiðsgevaran, sum noktar
arbeiðsfólkinum at verða
limir í fakfelag, er talan um
arbeiðsfólk, sum fegin vilja
verða limir.
– Men tað sleppa tey
ikki og sostatt missa tey
bæði eftirløn, lívstrygging
og aðrar ágóðar og trygdir,
sum fakfelagið kann veita
teimum.
Hetta er tí eitt mál, sum vit
ikki fara sleppa.
Ingeborg Vinther sigur,
at í øllum førum fer
Føroya Arbeiðarafelag at
ávara øll arbeiðsfólk ímóti
arbeiðsgevrum, sum ikki
vilja hava fakfelagslimir í
arbeiði.
Tað merkir so eisini, at
nøvnini á teimum fara at
verða almannakunngjørd.
Samstundis
kann
tað als ikki útihýsat, at
onnur arbeiðspláss, har
fakfelagslimir arbeiða, fara
at nokta at hava nakað sum
helst við arbeiðsgevarar at
gera, sum ikki vilja hava
fakfelagslimir í arbeiði.
Tað kann so aftur merkja,
at slíkir arbeiðsgevarar
verða blokeraðir og at teir
sostatt ikki fara at fáa nakrar
tænastur frá veitarum,
sum hava fakfelagslimir í
arbeiði.
– Eg veit ikki, hvørji
stig verða tikin, tí arbeið
arafeløgini hava ikki tosað
saman enn.
– Men vil ongin hava
nakað sum helst við slíkar
arbeiðsgevarar at gera, er tað
væl skilligt, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon
sigur,
at
hon
dugir ikki at síggja, hvat
arbeiðsgevarar fáa burturúr
at kroysta arbeiðsfólkið úr
fakfeløgunum.
– Tað rakar aftur á teir
sjálvar, tí arbeiðsfólk,
sum ikki eru limir í einum
fakfelag,
hava
heldur
ongar skyldur mótvegis
arbeiðsgevararnum og tað
ger eisini hanasara støðu
ótrygga sum veitari av
ymsum slagi, leggur hon
afturat.
Blaka limir í Føroya Arbeiðarafelag til hús
Verkafólk hava mangan lagt nógv fyri í strembanini eftir at vinnna sær nøkur rættindi. Nú er aftur vandi fyri ófriði á arbeiðsmarknaðinum,
tí nú noktar arbeiðsgevari at hava fólk í arbeiði, sum eru limir í fakfelag
Kvinnu-jam á Margarinfabrikkini
Guðrið Hansen fer á pallin í
Margarinfabrikkini