hósdagur 2. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 24 - 2. februar 2006
– Eg havi óteljandi
ferðir verið á dyrnum
hjá Almannastovuni,
bæði einsamøll og
saman við barna
verndarumboðum,
men framvegis hava
vit ikki fingið tær
umstøður, sum vit
halda, at vit hava
rætt til. Tey siga, at
tey vilja royna, og tey
siga seg skilja meg
og okkara umstøður,
men tá ið svarið
umsíðir kemur, eru
eingir batar kortini,
sigur Nanna H. Jacob
sen, sum er ung, einlig
mamma við børnum
Føroyar 2006
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nanna H. Jacobsen er 24 ára
gomul. Hon eigur trý børn,
sum eru 7, 5 og 1 ára gomul.
Fjórða barnið er á veg, og
væntandi kemur tað um ein
mánaða ella so.
Unga kvinnan, sum hevur
sín uppruna í Sandoynni,
men býr til leigu á Skála
fjørðinum, livir sum einlig
mamma.
Elsta barnið, 7 ára gamli
sonurin Kristian, býr hjá
pápa sínum í Danmark.
Aftrat sær sjálvari hevur
Nanna 5 ára gomlu Shailu
og 1 ára gomlu Saritu.
Ymiskt er, hvussu umstøð
urnar hjá fólki kunnu laga
seg. Mong viðurskifti hevur
tú ávirkan á, meðan onnur
kunnu koma yvir teg – uttan,
at tú sjálv/ur biðir um tað.
Orsøkin til, at Nanna liv
ir einsamøll í dag, er ítøki
lig. Tað snýr seg um eina
hending, sum førdi til, at
hon í fjør heyst bað mannin
pakka sekkin og fara.
Hendingin, talan er um, er
ikki viðkomandi fyri hesa
grein.
Maðurin er pápi til yngstu
dóttrina og ófødda barnið.
Nanna stendur í dag, har
hon stendur – við trimum
børnum og skal eiga fjórða
barnið um ein mánaða. Barns
burðurin og eitt ára gamla
dóttirin binda hana nógv, og
hon hevur smáar møguleikar
at fara út um heimið, tá ið
hon býr á Skálafjørðinum,
og mamman býr í Vágum.
Nógv stríð
Vit hava tosað við Nannu
um umstøðurnar hjá henni
sum einligari mammu. Hon
hevur eisini búð í Danmark,
og tí veit hon, hvør munurin
er at vera einlig mamma í
Føroyum og Danmark.
Nanna sigur, at hon hevur
brúkt ógvuliga nógva orku til
at tosa við Almannastovuna
um viðurskiftini, og hon er
avgjørd, tá ið hon sigur, at
hetta hevur kenst sum ein
oyðimarkargongd, har tað
hevur verið torført at fáa
Almannastovuna at hjálpa
henni, soleiðis at hon og
børnini kunnu liva eitt sámi
ligt lív.
– Tey spyrja, hví mínar
umstøður hava lagað seg
soleiðis, og tað er sjálvsagt
eisini í lagi, at tey gera tað.
Tá ið eg búði í Danmark,
spurdu tey eisini, men tá
kendi eg tað, sum lurtaðu
tey eftir mær.
Hon sigur, at umstøðurnar
hjá eini einligari mammu í
Danmark og í Føroyum als
ikki kunnu samanberast, tí
møguleikarnir í Danmark
eru so nógv betri enn her
heima.
Nanna leigar eini hús á
Skálafjørðinum til seg og
genturnar. Leigan er 6.000
krónur um mánaðin, men tá
eru bæði olja og el íroknað.
– Eg haldi ikki, at hetta
er so øgiliga dýr leiga,
tá ið hugsað verður um,
hvussu dýr oljan er, og hvat
streymurin kostar, sigur
hon.
Hon leggur aftrat, at hon
fekk hesi húsini til leigu við
”neyð og deyð”, tí fleiri vóru
um boði.
– Vit búðu í Fuglafirði, tá
ið hendingin við manninum
gjørdi, at eg bleiv einsamøll,
og barnaverndin á staðnum
helt, at vit gjørdu best við at
skifta umhvørvi.
Røkkur ikki
Hon sigur, at aftrat leigu
peninginum,
fær
hon
smáar 3.000 krónur um
mánaðin at liva fyri frá Al
mannastovuni.
– Tey siga, at hetta er
tað, sum eg kann fáa, men
hetta røkkur ikki til mat
og klæðir til okkum - og
als ikki til tey gjøld, sum
fylgja við einum húsarhaldi,
sjónvarps- og útvarpsgjald
og sjúkrakassa.
Nanna sigur, at við hesi
veiting útyvir leiguna er eing
in møguleiki at geva børn
unum døgurða hvønn dag,
ei heldur at keypa teimum
tey klæði, tey hava brúk fyri
– og børnini í hesum aldri
passa ikki somu klæði ár
um ár.
– Eg havi óteljandi
ferðir verið á dyrnum hjá
Almannastovuni,
bæði
einsamøll og saman við
barnaverndarumboðum,
men framvegis hava vit ikki
fingið tær umstøður, sum vit
halda, at vit hava rætt til. Tey
siga, at tey vilja royna, og tey
siga seg skilja meg, men tá
ið svarið umsíðir kemur, eru
eingir batar kortini.
Hon sigur, at tað kennist
sum at renna seg ímóti
einum múri at tosa við Al
mannastovuna, og hon er við
at missa vónina um, at korini
fara at gerast rúmari.
– Eg visti ikki míni livandi
ráð, tá ið eg gjørdist við
barn fjórðu ferð, og í neyðini
umhugsaði eg eisini at
taka ófødda barnið. Men
eg hevði ikki samvitsku til
tað og avgjørdi at ganga við
barninum og føða barnið,
sum eg vænti kemur um ein
mánaða ella so, sigur Nanna
H. Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Í Føroyum er ikki livandi
hjá einligum mammum