hósdagur 2. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 2. februar 2006
9
– Eg havi nú fingið sam
band við barnaverndina her
í økinum, og eg vóni, at tey
kunnu verða við til at hjálpa
okkum.
Nanna sigur, at hjálpin,
hon biðir um, er til mat og
klæðir til børnini og tvungnu
útreiðslurnar.
– Eg klári ikki at forsyrgja
mær og børnunum, og tað ber
heldur ikki til í longdini, at
mamma mín alla tíðina skal
noyðast at taka um endan,
tá ið mánaðurin líður. Hon
hevur eisini sítt hús og sínar
skyldur.
Hon sigur, at soleiðis sum
hon upplivir umstøðurnar í
Føroyum, mælir hon ongari
kvinnu til at sita sum einlig
mamma.
Ófødda barnið
Nanna sigur, at tá ið hon fann
út av, at hon gekk við øðrum
barninum hjá manninum,
sum hon noyddist at geva
durafjórðingin, ivaðist hon
nógv í, hvat hon skuldi
gera.
– Eg visti ikki míni livandi
ráð, og í neyðini umhugsaði
eg eisini at taka ófødda
barnið. Men eg hevði ikki
samvitsku til tað og avgjørdi
at ganga við barninum og
føða barnið, sum eg vænti
kemur um ein mánaða ella
so.
Hon vísir á, at júst um
hesa tíðina, tá ið hon gekk og
hugsaði um, hvat hon skuldi
gera, var nógv frammi um
abort.
– Orðini hjá politikarunum
og felagsskapum um at
hjálpa mammum heldur enn
at noyða tær at taka børnini í
móðurlívi, høvdu eisini sína
ávirkan á avgerðina. Men
tíðin gongur, og so hendir
einki kortini. Hvussu truplar
umstøðurnar hjá einligum
mammum eru, noyðist tú
at uppliva fyri at vita tað,
leggur hon aftrat.
Nanna sigur, at hon hevur
fingið pláss til genturnar í
barnagarðinum á Mýrunum,
men hon hevur ongan møgu
leika havt at gjørt nýtslu av
hesum plássum, tí teinurin
til barnagarðin er so langur.
Nú hon er komin til at eiga,
orkar hon heldur ikki at
ganga langa teinin við teim
um, og hon hevur í aðrar
mátar ikki havt nakran flutn
ingsmøguleika.
Aftur til DK
Í neyðini hevur unga mamm
an hugsað um at flyta niður
aftur til Danmarkar at
búgva, og í hesum sambandi
hevur hon eisini tosað við
Almannastovuna um hjálp
til at flyta.
– Men slíka hjálp kann
eg heldur ikki fáa. Tey siga,
at skulu tey hjálpa mær til
Danmarkar, noyðist eg at
hava eitt arbeiði í Danmark
at vísa á. Eg havi sagt, at eg
kundi hugsað mær at farið á
handilsskúla í Danmark, men
tá siga tey, at handilsskúli
eisini er í Føroyum!
Nanna sigur, at tá ið hon
búði í Danmark høvdu hon
og børnini nógv meira at liva
fyri enn her heima.
– Umframt eitt nógv
størri nettogjald eftir fastar
útreiðslur, fekk hon eisini
9.000 krónur í tí, sum danir
rópa ”ekstraordinær børne
bidrag” triðja hvønn mán
aða.
Hon sigur, at umstøðurnar
hjá einligum mammum í
Danmark og Føroyum als
ikki kunnu samanberast.
– Eitt er tað, tú sum einlig
mamma fært frá tí almenna.
Annað er matvøran, sum
er bíligari í Danmark. Tú
keypir ein mjólkarpakka
í Danmark fyri 5 krónur,
meðan sami pakki kostar
10 krónur í Føroyum, sigur
Nanna H. Jacobsen.
Arbeiðsbólkur hugsar
sær at sett verður
á stovn ráðgeving,
sum skal stuðla
uppihaldarum – eisini
støkum mammum og
pápum
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Arbeiðsbólkurin,
sum
skrivar álit um at seta á
stovn ráðgevingarstovu fyri
kvinnur, mammur og stakar
uppihaldarar, er um at verða
liðugur við arbeiðið. Og
hóast álitið ikki er liðugt enn,
hava vit prátað vit limirnar
í bólkinum um tað, sum tær
eru komnar til higartil, og
hvørjar tankar tær hava gjørt
sær viðvíkjandi støðuni hjá
støkum uppihaldarum.
– Vit ynskja okkum eina
tvørfakliga ráðgevingar
stovu, hagar fólk kunnu
venda sær at fáa ráðgeving
um tað at vera stakur uppi
haldari, um fyribyrging ella
tað at vera við barn. Og
vit mæla til at stovan skal
vera ein óheftur stovnur
við einum stýri, eins og vit
kenna frá Kvinnuhúsinum,
greiða tær fimm kvinnurnar,
sum mynda arbeiðsbólkin,
frá.
Veikur bólkur
Og tær vísa á støðuna, sum
nógvir stakir uppihaldarar eru
í, har ein høvuðstrupulleiki
er, at tey hava ilt við at savna
seg um annað enn at fáa
endarnar at røkka saman.
Og tað skerst ikki undan, at
flestu stakir uppihaldarar eru
mammur og at tað serliga
eru tær, sum arbeiðsbólkurin
hevur savnað seg um.
– Tær einligu mammurnar
eru ein serstakliga veikur
samfelagsbólkur, tí tær
hava snøgt sagt ikki orku
til annað enn børnini og
at fáa gerandisdagin at
hanga saman. Tí ynskja vit
samstundis, at tvørfakliga
ráðgevingin skal vera mál
gagn ella talurør fyri sam
felagsbólkin sum heild,
siga tær, og leggja aftrat, at
ráðgevingarstovan vónandi
fer at koma í samband við
nógvar stakar uppihaldar.
– Tí er upplagt at stovan
savnar inn vitan um livikorini
hjá samfelagsbólkinum,
umframt at persónarnir, sum
mynda ráðgevingarstovuna
fáa innlit í umstøður og
viðurskifti hjá málbólkinum
annars, siga tær. Og tær vóna,
at ráðgevingarstovan kann
brúka hesa vitan til at upplýsa
og kunna myndugleikarnar
í samband við politiska rað
festing og stigtakan framyvir.
Samstundis leggja tær dent
á, at tey sum venda sær til
ráðgevingina kunnu vera
ónavngin og at tað eru fólk
sjálvi sum ráða fyri, um tey
taka av tilboðnum ella ikki.
Kvinnufelagið fegnast
Kvinnufelagið í Havn hevur
í mong ár viðgjørt viðurskift
ini hjá einligum mammum
og leingi hevur ynski verið
frammi um at seta á stovn
eina ráðgevingarstovu fyri
hendan bólk av kvinnum,
greiðir eitt av umboðunum í
arbeiðsbólkinum, Berit Unn
Petersen, sosialráðgevi og
umboð fyri Kvinnufelagið
frá. Hinar, sum eru limir í
arbeiðsbólkinum eru: Ann
ika V. Dalsgarð, sosialráð
gevi, sum umboðar Almanna
stovuna; Krista Nielsen og
Elin Ziska, heilsufrøðingar,
umboða Heilsufrøðifelagið
og Karin Dahl, ljósmóðir,
sum er umboð fyri Ljós
møðrafelagið.
Hjálp til sjálvhjálp
– Vit ímynda okkum, at ráð
gevingin verður givin við
støði í støðuni hjá einstøku
mammuni ella pápanum.
Soleiðis verður tað uppgávan
hjá ráðgevanum at gera
sær eina heildarmynd av
umstøðunum hjá familjuni
og síðani at ráðgeva útfrá hes
um, siga tær. Og tær leggja
aftrat, at onkur kanska
bara ynskir at práta ella
gráta, meðan onnur hava
tørv á hjálp til at søkja um
sosialar veitingar, bústað,
velja útbúgving ella at orða
eina umsókn. Sostatt skal
ráðgevingarstovan ikki hava
heimild til lata fíggjarligan
stuðul ella bústað, men held
ur veita hjálp til sjálvhjálp.
– Tí ofta hava stakir uppi
haldarar ikki yvirskot til at
gera sær eina heildarmynd
av støðuni og tað kann ein
ráðgevi hjálpa við, siga tær.
Tær leggja dent á, at tær
ikki eru lidnar við álitið enn
og at hesi hugskot og tankar
bert eru fyribils og væl kunnu
hugsast at broytast í endaliga
álitinum. Álitið verður vant
andi handað Hans Paula
Strøm, landsstýrismanni, í
mars.
Ráðgeving fyri kvinnur
og stakar uppihaldarar
Ráðgevandi toymi fyri kvinnur
(úr ólavsøkurøðu løgmans 2005)
Farið er undir arbeiðið at skipa eitt
ráðgevandi toymi. Uppgávan hjá toyminum
verður at upplýsa ungar gentur og kvinnur
um fyribyrging, ráðgeva um fosturtøku og at
stuðla barnakonur og stakar uppihaldarar,
ið liva undir truplum viðurskiftum.
Toymið skal veita teimum neutrala og
holla ráðgeving í ivaspurningum av m.a.
heilsuligum, sálarligum og átrúnarligum
slagi, so at tær verða betur førar fyri at taka
egna avgerð. Ráðgevingin er ætlað sum eitt
tilboð til kvinnur. Dentur verður lagdur
á, at kvinnurnar sjálvar ráða fyri, um tær
taka av hesum tilboði ella ikki, eins og tær
sjálvar gera av, hvønn ella hvørjar ráðgevar
í toyminum tær vilja tosa við. Ráðgevingin
skal vera ókeypis og anonym, og hon skal
ikki koma í staðin fyri, men heldur at vera
eitt ískoyti til ta ráðgeving, sum tað almenna
longu veitir.
”
Savnsmynd