Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 24 - 2. februar 2006 Dagurin tá ein tann størsta verkætlanin í Føroya søgu - Norðoyartunnilin - gerst veruleiki, nærkast í hvørjum. Tað hevur ljóðað, at hesin dagur fór at vera í mai og nú í seinastuni hava verið røddir frammi um, at hann fór at verða uppaftur nærri, kanska í seinnu helvt av apríl. Hvussu og ikki so er talan bert um tríggjar mánaðir til næststørsti býur í landinum, Klaksvík, verður bundin saman við Eysturoynni og tískil eisini meginøkinum, høvuðsstaðnum Havnini. Tað fer at verða einki minni enn ein kolvelting serstakliga fyri norðoyingar at kunna koyra í Eysturoynna, til Havnar og til flogvøllin. Eingin ferja at bíða eftir og eingin bíðirøð. Og ikki minst: tú kanst fara inn á ”meginlandið” nær tað skal vera, á degi og á nátt. Ongar forðingar. Ella! Fyri tann einstaka bilføraran og øll tey, sum dagliga arbeiða við ferðslumálum, verður henda nýggja koll­ veltingin, eisini ein stór avbjóðing. Hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, hjá løgregluni og hjá Landsverki hava tey bráddliga fingið nýggjar og stórar avbjóðingar í og við, at ferðslumynstrið fullkomiliga fer at broytast. Fast samband undir Lorvíksfjørð fer at seta heilt nýtt krøv til allar hesar stovnar, sum hava til uppgávu at tryggja eina skilagóða og trygga ferðslu á vegunum. Eina ferðslu, sum helst skal hava við sær, eingi óhapp ella so fá sum gjørligt. Vit hava áður á hesum stað reist spurningin, um sam­ felagið Føroyar hevur gjørt sær greitt, hvat nýggja sam­bandið undir Lorvíksfjørð fer at hava við sær, tá hugsað verður um ferðslumentan og ferðslutrygd. Hevur løgreglan sett út í kortið av nýggjum við tí fyri eygað eitt nú at hava fleiri fólk til arbeiðis á vegunum á náttartíð? Hevur Landsverk sett út í kortið av nýggjum og peikað út tey vandamest vegastrekki millum Norðoyartunnil og t.d. Havnina, har ábøtur krevjast so sum autoverjur ol? Og hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd tikið upp spurningin eitt nú millum teir mongu ungu bilkoyrarar, sum í dag ”sleisa” á stuttu vegastrekkjunum í Klaksvík, hvørjir vandar liggja fyri framman, tá henda náttarkoyringin fer at fáa heilt aðrar dimensiónir tá altíð er koyrandi til høvuðsstaðin og heimaftur? Týskvøldið í komandi viku fer RFF saman við løgreglu og Landsverki at skipa fyri almennum fundi í Havn, har ferðslumentanin fyri og eftir Norðoyartunnilin stendur á skránni. Eitt sera skilagott tiltak, sum skal fáa okkara fulla stuðul. Sum skilst verður eitt líknandi tiltak í Klaks­ vík mikukvøld. Tað sigur seg sjálvt, at hesin spurningur er sera viðkom­ andi fyri sera mong, og tí er betur at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. Nýggi tunnilin fer heilt givið at skapa eina heilt nýggja ferðslumentan, tá tað alt samdøgrið verður koyrandi millum Viðareiði og Gásadal fyri bert at taka eitt dømi. Hetta má seta nýggj krøv til allar myndug­ leikar, sum hava tilknýti til veganetið og ferðslu sum heild. Tað er tí í tøkum tíma, at hetta stóra mál verður viðgjørt alment. DAGSINS MEINING Sosialurin Ferðslumentan og Norðoyartunnil VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Danmark hevur síðstu dagarnar staðið fyri øgi­ligum muslimskum skotum og hatri, har myndir av danska for­ sætismálaráðharranum og danska flaggið eru vorðin brend framman fyri illum muslimskum byrsumonnum, sum vilja seta mark fyri, hvar Dan­mark, sum eitt tað mest sækulariseraða og fría samfelagið í heiminum, skal seta síni mørk viðv. sínum talu- og skrivifrælsi, skrivar Torkil V. Rasmussen Tað vesturlendska skrivi- og talufrælsi eru nøkur av teimum mest grundleggjandi virðunum eitt modernað demokratiskt samfelag, sum Danmark, er bygt á. Frá muslimskari síðu verð­ ur kravt, at danska stjórnin biður orsaka fyri tær myndir av profetinum Muhammed, sum danska blaðið Jyllands Posten almannakunngjørdi fyri nøkrum vikum síðani. Føroya løgmaður, Jóannes Eidesgaard, verður siteraður á internetportalinum Oli­ vant: »... tað er ein óheppin støða, Danmark er komið í, har man setir pressufrælsið so høgt, at onnur áhugamál verða skadd, sigur løgmaður, ið heldur, at danska stjórnin tí drálaði ov leingi, og at hon tí beinanvegin átti at meldað út, at hóast hetta vóru sjón­ ar­miðini hjá Jyllands-Post­ en, so vóru hetta ikki sjón­ armiðini hjá donsku stjórn­ in«. Eg haldi ikki, at danska stjórnin drálaði ov leingi. Skal danska stjórnin hvørja ferð koma við útmeldingum, um fyritøkur og einstaklingar koma við úttalilsum ella tekn­ ingum, ið ikki hóvar einum minniluta ella bólki? Um danska stjórnin velur at biða orsaka og geva ser­ sømdir fyri, hvussu vítt fjøl­ miðlafrælsið skal fara, sum hevur verið nógv frammi í donskum fjølmiðlum, so hev­ur Danmark sum eitt frítt samfelag givið seg eft­ ir muslimskum harra­boð­ um, ið ikki ganga inn fyri teimum frælsunum, sum vesturheimurin er grund­að­ ur á. Fræls­ini verða boygd inneftur, sum merkir, at fræls­ini gerast avmarkaði til fyrimuns fyri ein ávísan samfelagsbólk, sum í hes­ um førinum er teir funda­ mentalistisku mus­limarnar. Eitt samfelag sum Dan­ mark hevur langa siðvenju innan skemt og satiru, bók­ mentaliga, listarliga at seta ljós á nøkur álvarslig mál, sum t. d. islamistiska intoleransu í einum sækulariseraðum, demokratiskum samfelagi sum tað danska. Skal ein lóg smíðast, ella eitt lyfti gevast um, at slíkar tekningar ikki fara at endurtaka seg, hava muslimarnar í Dan­ mark fingið eina sersømd. Skulu aðrir bólkar við minni intolerasu enn vest­ ur­lendski »normurin« loyvir, eisini fáa sersømdir? Hvussu langt inneftir skulu skrivi-, talu-, átrúnaðar- og hugsunarfrælsini boyggjast? Er tað ein ynskilig leið at ganga? Gjøgnum eina sersømd t. d. ein lóg ella eitt alment lyfti, verða muslimarnir marginaliseraðir í danska samlagnum. Tað átti at verið ein sjálvfylgja, um fremmant fólk kemur til eitt land, at tey góðtaka, at soleiðis verða ting­ini uppfatað og gjørd í landinum, og um fólkini vilja liva í landinum, mugu tey innrætta seg umstøðurnar í landinum. Um vit ímynda okkum Før­oyar í somu støðu, skulu fólk tá kunna koma uttanífrá og siga okkum, hvussu langt vit skulu fara viðv. okkara frælsisidealum fyri ikki at niðurgera aðrar átrúnaðir ella hugsanir sum heild? Tað má vera teirra ábyrgd at liva eftir teimum lógum og ta toluransu, sum eitt vesturlendskt samfelag stendur fyri, um tey vilja búgva í einum. Tey búskaparligi tiltøk, sum eru vend ímótí donsk­ um út­flutningsfyritøkum og tað hatur, ið er vent ímóti Danmark, setur starvs­fólk hjá fyritøkunum í lívs­ vanda, samstundis sum fyri­ tøk­­urnar tapa hundratals milliónir um dagin or­saka av búskaparligum revsi­ tiltøkum. Revsitiltøkini vísa ta islamistisku intoleransuna fyri teimum vesturlendsku frælsisidealunum og ta ótøkk fyri teir møguleikarnar, ið vesturheimurin hevur givið islamskum flóttafólki og islamskum fólki, sum hava fingið friðskjól v. m. Allar teir møguleikarnar, ið eitt samfelag, sum tað danska, hevur givið hesum bólkum gjøgnum útbúgving, heilsu og aðrar almennar vørur og tænastur. Tað er serliga undrunarvert og løgið, at eitt land sum Saudi Arabia setur seg á fremstu rók at rópa um, at Danmark ikki virðir is­lamsku trúnna við at tekna and­lits­ myndir av Muhammed pro­ feti uttan at danska stjórn­in ger nakað víðari við mál­ið. Eitt samfelag sum Saudi Arabia, har kvinnur ikki sleppa á luttaka á arbeiðs­ marknaðinum, ikki hava rættindi at atkvøða, har fólk vera torturerað, skal forklára danska samfelagnum, hvat kann góðtakast, og hvat ikki kann. Skal eitt slíkt sam­felag fortelja okkum vest­ur­lendingum, hvat frælsi er, og hvar okkara mørk skulu setast? Skal eitt slíkt samfelag fáa altjóða stuðul í sínum búskaparligu sanktiónum móti donskum fyritøkum? Skuldu vit ikki eisini sett eitt spurnartekin við av­brenningina av myndum av Anders Fogh Rasmussen og danska tjóðarmerkinum? Tað er ein minst líka álvarslig vanvirðing mótvegis okkara fólkaræði og donsku tjóð­ ini. Spurningurin, um danska stjórnin skal seta forboð móti slíkum tekningum er nógv meiri grundleggjandi, enn talan er um Allah, Muhammed ella onkran ann­ an heilagan »figur«. Hetta er ein spurningur, um Danmark skal avmarka tey grund­leggj­ andi frælsis­idealir, sum vest­ urheimurin er bygdur á til fyrimuns fyri nøkrum funda­ mentalistiskum islamistum, ið hava heilt onnur virði enn vit vesturlendingar og heilt annað tilknýti til átrúnað og stjórnarskipan, enn vit eru von við. Í slíkum føri er týdningar­ mik­ið, at eitt land sum Dan­ mark stendur fast við ta av­gerð, sum landið hevur tik­ið, og altjóða samfelagið stuðlar tí frælslynta vestur­ heiminum. Danmark og muslimska intolleransan Stud.polit. Torkil V. Rasmussen