Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2006 11 Í sambandi við eitt illa grund­að og persónligt bakbit móti einum ósek­ um fólki, ið røk­ir fakligar uppgávur fyri Lista­savn Føroya, skal verða upp­ lýst hetta: Dagmar Warming er stjóri á Museet for religiøs kunst í Lemvig. Hon hevur fulla universitetsútbúgving (MA) frá Institut for Kunsthistorie við Århus Universitet. Op­po­ nentar til serritgerð henn­ara vóru Ane Hejlskov Larsen, lektari á Institut for Kunst­ historie, og Vibeke Petersen, fyrrverandi leiðari á Muse­ umshøjskolen og núver­andi savnsleiðari í Oslo. Fyri nærri upp lýsingar og viðmæli kunna áhugað venda sær til hesar báðar og harumframt m.o. Allis Helleland, savnsleiðara á Statens Museum for Kunst, Hans Edvard Nørregaard- Nielsen, leiðara á Ny Carls­bergfondet, Ingebjørg Ydstie, savnsleiðara á Munch-museet, Oslo, Magne Bruteig, høvudskonservator á Munch-museet, Oslo, Inge Dybbro, leiðara fyri Kastrupgårdsamlingen,Bo- dil Kaalund og Peter Brandes. Museet for Religiøs Kunst fekk í 2005 handað heiðursløn frá Kristeligt Dagblad og er í upp skoti til heiðursløn frá Den Danske Museumspris 2006. Listasavn Føroya harmast og øtast hesa skriving. VIÐMERKINGAR Vinnuhúsið hevur í sínum strategiuppleggi um útbúgving og gransking sett ljóskastaran á at menna íverksetan og nýhugsan í Føroyum. ùtbúgving Rúni Heinesen Somu hugsannir komu eisini fram á fyrilestri, ið Vinnulívsráðið í Klaksvík skipaði fyri í farnu viku, har stjórin í vinnulívsráðnum í Herning greiddi frá teirra royndum at skapa nýggj arbeiðspláss, tá ið tey mistu ein stóran part av arbeiðsplássum til Eysturevropa fyrst í nítiárunum. HT-útbúgvingin, sum er á Tekniska Skúla í Klaksvík, er ein 3 ára tøknilig gymnasial útbúgving. Lyklaorðið í útbúgvingini er tvørfakligt arbeiði har tøknifrøðin og náttúrúvísind og samfelagsfrøði gongur upp í eina hægri eind. Hartil koma vanligar lærugreinir so sum Enskt, Føroyskt og KT. Arbeiðshættirnir gera næmingarnar førar fyri at arbeiða sjálvstøðugt, seta vitan saman frá ymsum lærugreinum, menna hugskot og at arbeiða saman í toymum. Ymisk fakøki HT 1 Fyrsta árið hevur næmingurin lærugreinirnar yrkisfak (8 tímar/viku) og kt/tøknifrøði (3t/viku) har dentur verður lagdur á at kenna ymisk fakøki. Hesi eru el, timbur, jarn, miðlar og samskifti og prosess og matvøra. Undirvísingin er tvørfaklig og í stóran mun verður arbeitt við verkætlanum. Hetta er eitt slag av innleiðslu til ørðvísi arbeiðshættir. Tá ið HT 1 er lokið, hevur næmingurin eisini staðið 6 lærugreinir á C-stigi nevniliga : føroyskt, enskt, alisfrøði, støddfrøði, evnafrøði og lívfrøði. Tvær lærugreinir HT 2 Annað árið verður hildið fram við omanfyrinevndu lærugreinum á B-stigi. Tvær lærugreinir koma aftrat : tøknifrøði B og samfelagsfrøði C. Eisini velja næmingarnir tvær lærugreinir t.d heimspeki, virkisbúskap og/ella infotøkni. Lærugreinin tøknifrøði B er samansett av evnum sum: framleiðsla, tøknifrøði og samfelag, vørumenning, framleiðsla av lutum, infotøkni, dokumentatión av arbeiðshátti og valdum loysnum og framløga av verkætlan. Hvør verkætlan, sum er tvørfaklig og tætt knýtt at samfelagsfrøði, gongur yvir 6 vikur og evnini eru ymisk. Tann seinasta er ein próvtøkuverkætlan. Velja eina breyt HT 3 Triðja árið er lærugreinin Tøkni A stig (12 tímar/viku) kravd og her velur næmingurin eina av breytunum: Miðlar og Samskifti, Eltøkni, Byggitøkni, Maskintøkni ella Prosess og matvøra. Ì Tøkni A verður arbeitt á sama hátt sum í Tøknifrøði B, har skift verður ímillum ástøðiliga undirvísing og verkætlannir. Eisini kann næmingurin velja Tøknifrøði á A stigi ( 5 tímar um vikuna) har teorin er miðvíst arbeiði við íverksetan og nýhugsan. Í hesum sambandi arbeiða næmingarnir sum eitt virki í eitt ár, tey læra at menna hugskot, stovna virki, gera forrætningsplan, seta upp rakstrarætlan, at kannað marknaðin, um sølu og marknaðarføring við meira. Næmingarnir menna eitt hugskot frá byrjan til enda, til dømis hava teir tvær ferðir luttikið í EBG. Fyrra hugskotið var eitt virkið, ið kallaðist U-design, har kundin á eini heimasíðu á alnótini sniðgav sína vøru. Veljast kundi millum 10 prototypir av eini lampu sum virkið síðan framleiddi eftir sniðgevingini hjá kundanum. Næmingarnir framleiddu lampurnar á timburdeild skúlans. Seinna hugskotið var ein garnhaldari, gjørdur á maskindeildini, ið nýttur verður, tá ið ein bindur við fleiri ymiskum litum í senn, so garnið ikki fløkist. Henda lut var Mayflower í Danmark áhuga í et keypa eins og fleiri føroyskir tógvhandlar. HT útbúgvingin er tí ein sera vælegnað útbúgving til tey ið ynskja sær bæði ein bókligan og praktiskan førleika, eitt nú tí tey kundu hugsað sær at verið íverksetari og menna egin hugskot. Umsóknarfreistin til at byrja á HT útbúgingini komandi skúlaár er tann 15 mars 2006. Nærri upp lýsingar fáast við at venda sær til Tekniska Skúla í Klaksvík tlf 456311 ella www.tsk.fo HT útbúgvingin skræddaraseymað til íverksetan og nýhugsan Gøtu kommuna vil við hesum vísa Leirvíkar kommunu sín fulla stuðul í krøvunum um at fáa eina fyri Leirvíkar bygd nøktandi loysn á vegaføringini í sambandi við Norðoyartunnilin. Landsins myndugleikar eiga altíð at sýna ynskjunum frá lokalu myndugleikunum ans, tá nýggjar farleiðir verða stungnar út í kortið. Lokalu myndugleikarnir hava best skil fyri virkseminum í gerandisdegnum, og tað eru lokalu myndugleikarnir, ið eru fragast at stinga út í kortið framtíðarvirksemið í økjunum. Við at ganga ynskinum hjá Leirvíkar kommunu á møti kunnu landsins myndugleikar í verki sýna, at teir virða ynskini á staðnum og harvið eru við til at skapa møguleikar hjá Leirvíkar kommunu at virka og mennast eftir egnum fortreytum. Leiðari á Listasavninum Helgi Fossadal Bakbit Gøtukommuna stuðlar leirvíkingum Borgarstjóri í Gøtu kommunu páll isholm HT-útbúgvingin, sum er á Tekniska Skúla í Klaksvík, er ein 3 ára tøknilig gymnasial útbúgving. Lyklaorðið í útbúgvingini er tvørfakligt arbeiði har tøknifrøðin og náttúrúvísind og samfelagsfrøði gongur upp í eina hægri eind.