hósdagur 2. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 24 - 2. februar 2006
Hósdagin 12. januar
var almenn móttøka
í Fíggjarmálaráðnum
á Argjum í samband
við at Arnold
Hjelm Nielsen er
settur í starv sum
stjóri á Toll- og
skattstovu Føroya
og Snorri Fjallsbak
er settur sum stjóri
á Lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum
Móttøka
Myndir: Jens Kristian Vang
Umleið hundrað fólk vóru til
móttøkuna, ið var í matstovuni
í Fíggjarmálaráðnum hendan
dagin. Røður vórðu hildnar
fyri bæði nýggju og fráfarandi
stjórunum. Bárður Nielsen,
landsstýrismaður, takkaði Óla
Heinesen, sum hevur verið
sjóri á Toll- og skattstovuni
síðan 1998, fyri gott samstarv,
og handaði honum ein gávu
frá Fíggjarmálaráðnum, ið
var ein málningur av Eyðuni
av Reyni, listamanni. Mynd
evnið var útsýnið yvir Nóls
oyarfjørð. Óli Heinesen er nú
farin frá fyri aldur.
Á Toll- og Skattstovu Før
oya er Arnold Hjelm Nielsen
settur í starv sum stjóri. Hann
tekur við eftir Óla Heinesen.
Arnold er 41 ára gamal og
útbúgvin verkfrøðingur. Sein
astu tvey árini hevur hann ver
ið varastjóri á Toll- og Skatt
stovuni, og hann hevur m.a.
leiðsluroyndir frá svensku tele
fyritøkuni Ericsson í Noreg.
Á Lønardeildini í Fíggjar
málaráðnum er Snorri Fjalls
bak settur sum stjóri. Hann
tekur við starvinum eftir
Duritu Tausen, ið er farin í
annað starv á Gjaldsstovuni.
Hon hevur verið settur stjóri,
síðani Thomas Magnussen
fór úr starvinum 1. mars
2005. Snorri Fjallsbak er 56
ára gamal og útbúgvin cand.
scient. Hann hevur starvast
sum fulltrúi á Lønardeildini
í 4 ár. Frammanundan var
Snorri Fjallsbak lærari á stud
entaskúlanum í Hoydølum í 23
ár, eitt skifti umsitingarleiðari
og eitt skifti rektari. Í fýra
ár var hann formaður í
Yrkisfelag Studentaskúla- og
HF-lærara.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fíggarmálaráðið:
Móttøka fyri tveimum nýggjum stjórum
Umleið hundrað fólk
vóru til móttøkuna í
Fíggjarmálaráðnum
Arnold Hjelm Nielsen (v.m.) er settur í starv sum stjóri á Toll- og skattstovu Føroya og Snorri Fjallsbak er settur sum stjóri á
Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum
Óli Heinesen, ið nú er farin frá fyri aldur, hevur verið
sjóri á Toll- og skattstovuni síðan 1998. Hann fekk hendan
málningin av Eyðuni av Reyni, listamanni, sum gávu frá
Fíggjarmálaráðnum
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður, og Bjarni
Olsen, sparikassastjóri