Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Elsu Purk­hús, Klaksvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 18 heim í Betesta. Jarð­­arferðin verður leyg­ardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata eina gávu til Akurin. Konta í peninga­stovnunum. Kistan við Gunleig Poul­sen, Klaksvík, fer úr kapellinum, leygardagin 4. februar kl. 18 heim í Christianskirkjuna. Jarð­ arferðin verður sunnu­dagin 5. februar kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Gunleig, kunnu lata eina peningagávu til Emmaus konta í Norð­oyar Sparikassa. Jalgrím Herdal, fyrr­verandi Postmeistari, ætt­aður úr Vági, andaðist á Sjúkrahúsinum í Hille­rød 1. februar, 69 ára gamal. Kistan við Johannu Eiv­ind­son, Nes Hvalba, fer úr kapellinum á Suð­u­r­­oyarsjúkrahúsi fríggja­ da­g­­in kl. 18.í Hvalbiar Kirkju. Jarðarferðin verð­ur leygardagin kl. 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Johannu, kunnu lata eina peningagávu til Suðuroyar Ellis- og Røkt­ ar­heim, konta í Føroya Sparikassa. Kistan við Vilhelminu Han­­­sen, Fuglafjørður, fer úr kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum hósdagin 2. februar kl. 18. Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar Kirkju fríggjadagin 3. februar kl. 13. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá kæra móðir, vermóðir og omma okkara Marjun Skaale Dánjalsdóttir Runavík andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á B6, sum vóru um hana hennara seinastu tíð. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og minnisgávur. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Eisini ein tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Dania, Hans Arni og Páll Dagurin í morgin 3. februar, Blásius, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum fyri trúar sakir. Var biskupur í Sebaste í núverandi Turkalandi, og av tí at hann bjargaði einum smádrongi, sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, varð hann tilbiðin sum verndari fyri hálsverk. Dagurin var eisini róptur blámessa, og var blámessudagur stillur og klárur, boðaði tað fyri einum brúsandi vári, varð sagt. Tíðindaskriv Felagið Eysturbúgvar í Havn heldur aðalfund fríggjakvøldið 3. februar kl. 19.00 í Skansastovu, Dj. í Geilgøtu 1. Aðalfundurin byrjar við at Dorete Bloch Danielsen heldur fyrilestur um drepara­ sniglarnar, ið eru eitt aftur­ vendandi samtaluevni í býar­ partinum. Síðani verður sjálvur aðal­ fundurin, og kvøldið endar við eini hugnaløtu. Felagið Eysturbúgvar varð upprunaliga stovnað við tí endamáli at skapa hugna og samanhald mill­um tey sum búgva í eystur­býnum. Stigtakarar til fel­ag­ið vóru millum onnur Brandur Øss­ urson, Jógvan Telling Jo­ensen og Trúgvi Hansen, sum hevði handilin Eysturbúðina. Felagið skip­ ar t.d. fyri tunnusláing á fasta­lávint, nýggjársbáli og grillkvøldi og øðrum til­ tøkum á spæliplássinum. Í nevndini í dag sita: Allan Sørensen, Sólvá Johannesen, Malan Poulsen, Johan Petur Johansen og Thorbjørn Brochs, sum er formaður. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg á fundinum, og nevndin vónar, at møtt verður fjølment. Felagið Eysturbúgvar: Aðalfundur og fyrilestur um dreparasniglar Børn Orð/mynd: Snorri Brend Klaksvík: Mikumorgunin var veðrið gott í Klaksvík, - so gott, at starvsfólk í Mylnuhúsinum avgjørdu at fara ein túr í býin við børnunum í vøggustovuni. Á myndini síggjast fýra starvsfólk og níggju børn. Starvsfólkini eru v.m.: Oda Samuelsen, Anni Vil­helm­ sen, Ásla Haraldsson og Eyðna Hansen. Børnini eru: Eyðálvur, Sólvá, Eivør, Silas, Rakul, Esmar Tórur, Hans Jacob, Jónrið og Ari. Ein túrur í góðveðrinum Leygarmorgunin 5. nov­ em­ber fingu vit tey tungu boðini, at Ulla var farin, bert 70 ára gomul. Ulla og Svend hava altíð verið so ótrúliga góð við okk­um, og síðan omma í Funningsfirði doyði, hevur Ulla verið sum ein omma fyri Karl Høgna og meg. Gekk høgt uppí, hvat vit gjørdu. Var altíð klár við eini hjálpandi hond, altíð blíð og fyrikomandi, men segði lítið. Havi altíð gingið inn til Ullu og Svend, kenni hvønn krók í húsinum. Minnist tær mongu løturnar, eg havi sitið í køkinum og spælt kort og drukkið drekkamunn við Ullu. Minnist allar frítíðirnar í Funningsfirði. Tá ið vit spældu í fjøruni o.a. Tá ið Ulla gav okkum drekkamunn út í tún. Einki segði hon, tá vit fjasaðu í so nógv. Minnist tá ið hon gekk í fjørðuni, og hvussu væl hon altíð passaði bæði dunnurnar og ungarnar.Lítið vardi tað meg, at týsdagin 1. november skuldi vera síðsta ferð eg sá Ullu á lívi. Helt, at hon sá so mikið væl fyri út, at nú kundi tað bara ganga tann rætta vegin. Men so var ikki. Okkara vegir eru ikki Guds vegir. Saknurin er stórur. Hon fylti so nógv í okkara lívi, og tað er ikki tað sama at koma inn í »Stórhús« nú. Góðu Svend, Petra, Erland, Elna, Dávur, Svend, Jóannes, Bára, Rúna, Anja, Thomas, Sarah og Emma, tit sita við tí størstu sorgini. Mátti Jesus pápi hjálpt og styrkt tykkum í komandi tíðum. Góða Ulla! Takk fyri alt tú hevur verið fyri Karl Høgna og meg. Friður verið við minninum um Ullu. Fríðhild Louisa Ullu Husgaard Hansen, Funningsfjørður Fødd 18. desember 1934 • Deyð 5. november 2005 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Gunleigur Poulsen Klaksvík, ættaður úr Kunoy andaðist týsdagin 31. januar 77 ára gamal. Farið verður úr kapellinum heim í Christianskirkjuna leygardagin 4. februar kl. 18.00. Jarðarferðin verður sunnudagin 5. februar kl. 13.30. Familjunnar vegna Ella, Hjørdis, Dánial og Heidi við fam. Tey, ið vilja minnast Gunleig, kunnu lata eina peningagávu til Emmaus. Konto í Norðoya Sparikassa. Skansastova Mynd: Jens Kristian Vang