Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 24 - 2. februar 2006 – Hesa seinastu tíð­ ina hava vit tosað meira um religión og mannarættindi, enn vit nakrantíð hava gjørt her áður, sigur Tommy Petersen, sum starvast í Eygypta­ landi. Hóast summir handlar boykotta danskar vørur, so er áhugin fyri donskum viðurskiftum stórur MUHAMMED- TEKNINGAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Málið um tekningarnar av profetinum Muhammed tók rættiliga dik á seg hesa vikuna, eftir at norður­lend­ ingar vórðu hóttir eft­ir lívi­ num í Gaza, og bygn­ing­ urin hjá Jyllands-Post­en í Århus hevur fingið bumbu­ hóttanir. Eitt av londunum, hað­ani mótmæli ímóti tekn­ing­­un­um eru komin, er Egypta­land, har Tommy Petersen starvast fyri Danida sum ráðgevi hjá egyptiska um­hvørv­is­mála­ ráðnum. Sjálvur býr Tommy Peter­ sen í einum forstaði skamt uttan fyri Kairo. Hóast nógv er at hoyra um Danmark og tekningarnar hjá Jyllands-Posten í hesum døgum, so sigur Tommy Pet­ er­sen seg ikki hava verið úti fyri nakrari keðiligari upp­ living. – Nógv fólk halda tað vera undarligt, at Danmark, sum annars hevur eitt gott umdømi, ikki bara kann geva eina umbering, tí her kundi forsetin bara sagt, at hann tók frástøðu frá slíkum, sigur Tommy Petersen. Hann greiðir frá, at í Egyptalandi hevur felags­ skap­urin Egyptian Federa­tion of Chambers of Commerce, sum kann samanberast við Vinnuhúsið hjá okkum, við­ mælt, at boykott verður sett ímóti donskum vørum, men mótstøðan sæst so at siga bara á formellum og ikki á einum persónligum støði. – Fólk eru ógvuliga for­ vitin og spyrja nógv um Dan­mark. Teir smærru handl­­arnir selja danskar vørur – Ein k­eta sum eitur Metro, sum finst her og helst eisini í øðrum londum, hevur tikið danskar mjólkarvørur av hill­ u­num, men um eg gangi ein túr í økinum, har eg búgvi, og minni supermarknaðir eru, hava hesir enn danskar vørur at selja, sigur Tommy Petersen. – Man kann saktans tosa við fólk um hetta, og tey eru forvitin. Hesa seinastu tíðina hava vit tosað meira um religi­ ón og mannarættindi, enn vit nakrantíð hava gjørt her áður, sigur Tommy Petersen, tá vit spyrja hann, um tann spenta støðan møguliga kann hava við sær, at muslimar fara at tosa meira um trúar- og pressufrælsi. Tommy Petersen vísir til ein niðurlendskan sosiolog, sum herfyri í Politiken kom við líknandi sjónarmiðum, sum Rói Patursson bar fram í Sosialinum týskvøldið, har hann metti, at avleiðingarnar av eini slíkari kreppu sum hesari ikki bara nýtast at vera nei­ligar, tí mannarættindi kunnu verða sett á dags­ skránna í Miðeystri av hes­ um máli. Enn er tó ov tíðliga at siga, um boðskapurin um fólka­ræði og mannarættindi rættiliga fara at treingja ígjøg­ num og rína við, tá hugsað verður um, at málið um muhammed-tekningarnar í roynd og veru er eitt mál, sum er byrjað av privatfólki, tvs. Jyllands-Posten, og ikki av tí danska statinum, sum tíverri er ein fatan, ið nógv hava í Miðeystri. – Nógvar lygisøgur eru nevniliga í umfari um, at tað almenna Danmark skal hava kallað Muhammed ein banditt, og tað sum verri er. So kanska støðan hevði verid ein onnur í dag, um muslimsku umboðini úr Dan­mark longu frá byrjan høvdu gjørt vart við, at hetta var eitt privat tiltak hjá Jyllands-Posten, metir Tommy Petersen. Egyptar vanir við útlendingar Hann greiðir frá, at tað í roynd og veru ber til at svara eitt bæði-og, tá spurt verður, um Egyptaland er eitt sekulariserað land í mun til onnur lond í Miðeystri. – Fyri nøkrum árum síðani sást tú rættiliga fá turriklæði, men nú ganga bæði ung og væl­útbúgvin fólk bæði í smart­­um, nýmótans klæð­ um og turriklæðum. Tað er tó øðrvísi á bygd, har sam­ fe­­lagið helst er meira sið­ bundið. Men Egypta­land er ikki beinleiðis sekulariserað, og er helst meira tolerant enn til dømis Kuveit og Saudi­ arabia, tí egyptar eru vanir við at grikkar, italiumenn og onglendingar hava ver­ ið har í fleiri hundrað ár, sigur Tommy Petersen, sum kortini leggur dent á, at á eisini á hesum økinum er helst øðrvísi á bygd í Egyptalandi. Tommy Petersen metir tí, at um føroyingar hava hug at koma til Egyptalands at ferðast, skulu teir ikki setast aftur, tí egyptar helst eru glaðir fyri at fáa teir handanvegin. Hann sigur, at eingin dani verður “álopin”, sum hann tekur til, men at ein kortini eigur at vísa hógv og vanligt vit og skil. Fólk eru nevniliga sinnilig, hóast tey ikki meta tað vera rætt, at eitt danskt blað hevur prentað myndir av Muhammed. Tommy Petersen nevnir sum dømi, at herfyri var kona hansara inni á donsku sendistovuni í Kairo og vitj­ aði, meðan fólk mótmæltu uttanfyri, men hetta gekk friðarliga fyri seg, og ongin kendi seg ótryggan. Hann fortelur, at fyri stutt­ um var hann og keypti inn í áðurnevndu handilsketu, Metro, har danskar vørur vóru tiknar av hillunum, og frágreiðing stóð á køli­ diskinum, hví tað var so. Tommy Petersen hevði tá tosað við ein, sum arbeiddi í handlinum og greitt hon­ um frá hesum málinum, og m.a. greitt frá, at nógv lygi­tíðindi í løtuni eru at frætta í arabiskum miðlum o.s.fr. Handilsfólkið hevði svarað kurteisliga aftur, og lov­aði at bera boðini til hægri myndugleikar í handilsketuni. Somuleiðis veit Tommy Peter­sen um eina unga egypt­ iska kvinnu í tjúgunum, sum er vælútbúgvin og religiøs, og hevur verið hálvt ár í Dan­mark í sambandi við sína útbúgving. Hon metir danir sera høgt og kallar Dan­ mark “kingdom of Islam”, av tí at Danmark við sínum vælferðarskipanum eftir henn­ara tykki livdi upp til kjarn­an í Islam um at hjálpa hvørjum øðrum o.s.fr. Henni hóvar ikki, at eitt blað hevur prentað tekningar av Muhammed, men dámar held­ur ikki, at lopið verður soleiðis á danska statin sum heild. Maersk sloppið væl higartil Tommy Petersen sigur, at málið um muhammed-tekn­ ingarnar helst er komið í hædd­ina nú, og metir, at muslimar nokk eisini seta eitt ávíst mark fyri, hvussu langt teir skulu fara, tí t.d. er bara mjólkarfyritøkan Arla, hvørs vørur eru rættiliga sjónligar í Miðeystri, boykottað, meðan t.d. Maersk so at siga hevur fingið frið. Og tað er í sær sjálvum vert at geva gætur. Tommy Petersen undir­ strikar fleiri ferðir í sam­røð­ uni, at muslimar sjálvandi eru ymiskir og fjøltáttaðir eins og flest onnur fólk, og at munur er á hugburðinum millum bygdasamfeløgini í Egyptalandi og tað meira vælútbúna býarsamfelagið í Kairo. Hinvegin er tað kortini vón­leyst at siga, hvussu leingi hetta stríðið fer at vara. Hann minnist aftur á jólaborðhaldið, tey høvdu fyri umleið einum mánaða síðani. Tá vóru tey øll samd um, at hetta mundi fara at hæsa av rættiliga skjótt, tí eingin væntaði, at málið fór at fáa eina slíka vend, sum tað hevur fingið hesa vikuna. Men Tommy Petersen undir­strikar enn einaferð, at soleiðis sum hann upplivir støð­una í økinum kring Kairo, er hetta ein kreppa á einum meira formellum enn persónligum støði, tí fólk eru forvitin og vilja fegin práta um Danmark og donsk viðurskifti. – Í somu løtu tú sum blaðmaður ert bangin fyri at viðgera eitt evni, er tað ein minking av frælsinum, sigur Heini Gaard, formaður í Føroya Blaðmannafelag. Hann tekur partvíst undir við blaðstjóranum á Jyllands-Posten, sum heldur, at tey hava tapt í stríðnum um fjølmiðlafrælsi MUHAMMED- TEKNINGAR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Talufrælsið er skert eftir rok­ið um muhammed-tekn­ ingar. Tað er dapra niðurstøðan hjá ábyrgdarblaðstjóranum á Jyllands-Posten, Carsten Juste, í samrøðu við Politik­ en í gjár. Hann metir, at tann stóri ágangurin ímóti tekningunum ger, at atfinn­ ararnir hava vunnið, tí eing­in fer at tora at tekna Muhammed í ein mansaldur fram, eftir at ein hevur sæð Dannebrog verða brent, og hóttanir hava verið eftir lívi­ num. Samstundis sum blað­ stjórin fegnast um stuðulin frá ávísum evropeiskum avís­um, ið hava prentað teirra tekningar, fýlist hann á hini donsku bløðini, ið ikki rættiliga hava megnað at gingið somu kós í hesum málinum. Heini Gaard er formaður í Føroya Blaðmannafelag og starvast sum blaðmaður á Dimmalætting. Hann sigur, at felagið ikki hevur viðgjørt júst hetta málið innanhýsis, hóast talufrælsið er eitt evni, ið hevur verið nógv frammi her hjá okkum í seinastuni. Men hóast muhammed- tekn­ingarnar ikki hava ver­ ið beinleiðis viðgjørdar í fak­felagshøpi, hava tær sjálv­ andi verið nógv umrøddar, sigur Heini Gaard. Hann sigur seg partvíst kunna taka undir við tí, sum blaðstjórin á Jyllands-Posten ber fram, tá hann sigur, at bara tað, at bløð nú nevna, um tey yvirhøvur skulu tora at umrøða ymisk evni, er ein skerjing av talufrælsinum. – Í somu løtu tú sum blað­fólk ert bangin fyri at viðgera eitt evni, er tað ein minking av frælsinum, sigur Heini Gaard. Sjálvur metir hann val­ ið hjá Jyllands-Posten at prenta tekningarnar av Muhammed at vera eitt slag av provokatión, sum Blað­ mannafelagið ikki hevur nakra støðu til, men Heini Gaard slær fast, at Jyllands- Posten hevði fullan rætt til at prenta tekningarnar. Spurdur, um hann heldur at føroyskir miðlar áttu at stuðlað Jyllands-Posten við t.d. at prentað tekningarnar, sigur Heini Gaard, at ein av tekningunum var at síggja í Dimmalætting í gjár í uttan­lands­tíðindunum. Hann dugir tó ikki at siga, um hetta var eitt beinleiðis tilvitað redaktionelt val. Muslimar eru forvitnir og vilja frætta um donsk viðurskifti Talufrælsið er skert Tommy Petersen starvast í Egyptalandi og fær fleiri fyrispurningar um donsk viðurskifti, nú tekningarnar av Muhammed hava fingið so nógva umrøðu