hósdagur 2. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 2. februar 2006
15
Høgni
hóttir
James
Blunt
James Blunt
liggur aftur hesa
vikuna ovast á 15
teimum bestu,
men vinnarin av
planetini fyri bestu
fløgu Høgni Lisberg
er um at koppa
fyrrverandi NATO-
hermanninum.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Høgni Lisberg og lagið,
Learn To Ride On
Waves, hava seinastu
vikurnar klatra stig fyri
stig upp eftir 15 teimum
bestu. Lagið hjá unga
leirvíkinginum er hesa
vikuna komið upp á annað
pláss, beint í hølunum á
Goodbye My Love hjá
James Blunt.
Learn To Ride On
Waves, ið er tikið av
bestu fløguni í 2005,
Morning Dew, er higartil
størsta hittið hjá Høgna,
og hevur uttan iva verið
ein av orsøkunum til, at
heilt nógv sms atkvøddu
Morning Dew, sum bestu
fløgu á Planet Awards.
Í seinastu sending kom
danskt/føroyski bólkurin
Fuzzphase inn á fimta
pláss, men hetta tykist
mest at hava verið eitt
upplop, tí hesa vikuna er
bólkurin dottin ikk i færri
enn seks pláss niður á
ellinta pláss.
Samstundis roynir enn
eina útiseta bólkur seg
við einum eykalag, talan
er um Amazonair við
føroyska gittarleikaranum
Pæturi Sivertsen. Lagið
hjá bólkinum Because
Tonight, fekk sera góða
umrøðu, tá bólkurin í
fjør luttók í donsku tón
leikakappingini Live
Contest.
Poppkorn hava ikk i
longur lagið, Sjeikurin,
á listanum tí tað er fall
ið fyri tíðarfreistini, í
staðin er hesa vikuna
lagið “Droymi mitt um
dagin” komið inn, lagið
kom beint inn á tíggjunda
pláss.
Hini føroysku løgini á
listanum er Grannin hjá
Páll Finnur Páll á sætta
plássi og Timburmenn
hjá Peturi Pólsyni, ið er
á fjúrtanda plássi.
Í gjár byrjaði
tíðindamaðurin
Georg L. Petersen
í nýggjum starvi
á tíðindadeildini í
sjónvarpinum. Georg
hevur seinnu mongu
árini annars starvast
á Dimmalætting, og
hann er eisini ein
av eigarunum av
blaðnum
Starvssetan
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sjónvarpsheimurin er tó
ikk i heilt fremmandur fyri
Georg, tí tá ið hann gekk á
journalistskúla í Danmark,
var hann eitt skifti í starvs
venjing í Sjónvarpi Føroya.
Vil royna okkurt nýtt
Spurdur, hvussu tað ber til,
at hann hevur valt at fara av
Dimmu oman í sjónvarpi,
sigur Georg L. Petersen:
– Eg vildi fegin royna
okk urt nýtt, um møguleiki
var fyri tí. Eg haldi eisini,
at tað er umráðandi, at
man heldur seg koyrandi
og ikk i læsur seg fastan í
einum starvi, sigur Georg
L. Petersen.
Sum áðurnevnt hevur
Georg áður havt sína dagligu
gongd í sjónvarpinum, og
tá ið hann lærdi til tíðinda
mann, skrivaði hann eisini
høvuðsuppgávu í sjónvarps
miðlinum. Georg greið
ir eisini frá, at seinasta
semestrið hjá honum á skúl
anum var um sjónvarp, og at
hann altíð hevur havt stóran
áhuga fyri hesum miðli.
At Georg nú er farin at
starvast í einum loftmiðli,
merkir tó ikk i, at hann hevur
vent blaðheiminum bakið:
– Hetta er framvegis í
sama yrki, og eg havi avgjørt
ikk i sagt blaðheiminum far
væl. Tað var eisini í fullari
sátt og semju, at eg fór av
Dimmu, og eg havi smekk að
nakra hurða aftan fyri meg,
sigur Georg L. Petersen, sum
væntandi fyrstu ferð verður
at síggja á skíggjanum í Degi
og Viku sendingini í kvøld.
Georg nú í sjónvarpinum
Georg L. Petersen, tíðindamaður, byrjaði í
gjár í nýggjum starvi í sjónvarpinum, eftir
at hann seinnu mongu árini hevur starvast
á Dimmalætting, har hann eisini er ein av
eigarunum
Leygardagin hevur
skeið fyri systkin hjá
menningartarnaðum.
Sagt verður, at tað
er stórur tørvur hjá
systkinum at hitta
onnur børn, sum eru í
somu støðu sum tey
Skeið
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað verða tey bæði Terji
Kollsker, sálarfrøðingur og
Angela Petersen, sum er
námsfrøðingur og hevur eina
vaksna menningartarnaða
systir, ið skipa fyri skeið
inum.
Hava góðar royndir
Fía Petersen, ið er ein av stig
takarunum til skeiðið, sigur,
at hetta er ikk i fyrstu ferð,
at Javni skipar fyri einum
slíkum skeiði.
– Vit hava roynt tað nakrar
ferðir áður, og tað hevur
verið við góðum úrsliti.
Seinastu ferð, at vit høvdu
eitt slíkt skeið, var í 2002,
og tað eydnaðist avbera
væl. Millum annað tóku
nøkur av børnunum stig
til sjálvi at gera ein leik
um eina familju við einum
menningartarnaðum barni,
og tann leikur lýsti ógvuliga
væl nakrar av teimum trup
ulleikum, ið stinga seg
upp í eini slíkari familju,
og tá kom nógv fram. Tað
skeiðið var tóætlað eitt
sindur eldri børnum, enn
skeiðið komandi leygardag
er, greiðir Fía Petersen frá.
At vaksa upp sum systk
in hjá einum menningar
tarnaðum barni, er ikk i altíð
líka lætt, og Fía Petersen sig
ur, at børnini eisini skulu
liva við, at teirra familja er
eitt sindur øðrvísi enn aðrar
familjur.
– Tað menningartarnaða
barnið fyllir nógv í daglig
degnum hjá familjuni, alt
eftir hvussu stórt brek tað
hevur. Av somu orsøk blíva
systkini eisini meira tolerant
og helst eisini sjálvbjargin,
sum sjálvsagt er gott. Hin
vegin kann tað eisini hava
við sær, at børnini ikk i vilja
út við nøkrum kenslum, sum
tey kanska halda ikk i eru
loyvdar, og tað kann verða
óheppið, siga tey í Javna.
Bæði prát og handaligt
Skeiðið, sum verður í hølun
um hjá Javna leygardagin,
verður skipað á tann hátt,
at teir 23 luttakararnir, ið
higartil hava teknað seg
til skeiðið, partvís arbeiða
saman og partvís í tveimum
bólkum.
– Teir báðir skeiðsleiðarar
nir fara at tosa við børnini í
felag, men tey fara eisini at
býta børnini upp í tvey. Tá
fer Terji Kollsker at tosa við
børnini meiri út frá einum
sálarligum
sjónarmiði,
meðan Angela Petersen fer at
gera okk urt meiri handaligt
við teimum. Nú veit eg ikk i
nágreiniliga, hvussu hetta
verður gjørt hesaferð, men
seinast var tað nakað við,
at børnini málaðu nakrar
kenslur, ið tey høvdu, greiðir
Fía Petersen frá.
Hon heldur, at tað er
sera stórur tørvur á slíkum
skeiðum, og luttakarartalið
á skeiðnum skuldi verið eitt
gott prógv um tað.
Skeið fyri systkin hjá menningartarnaðum
Tað hevur víst, at tað er stórur tørvur á skeiðum fyri systkum hjá menningartarnaðum, og tí
skipar Javni fyri einum slíkum komandi leygardag.
savnsmynd