Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 24 - 2. februar 2006 Amerikanska kvinnan Cindy Sheehan gjørdist kend, tá hon seinasta heyst setti seg uttan fyri húsini hjá George W. Bush, forseta í Texas at mótmæla krígnum í Irak, sum hevur kostað soni hennara lívið. Fyrradagin gjørdi hon aftur vart við seg. Tað eydnaðist henni at sleppa inn í kongressbygningin, har forsetin skuldi halda røðu um støðu tjóðarinnar, men nakrir løgreglumenn koyrdu hana út, áðrenn forsetin kom. Orsøkin var, at Cindy var í einari troyggju við tekstinum: ”2242 deyðir. Hvussu nógvir afturat?” Talið á troyggjuni sipaði til talið á hermonnum, sum USA hevur mist í Irak. Nú hevur Cindy Sheehan fingið eina umbering frá løgregluni. Í brævinum stendur, at tað var ein misskiljing, at hon varð koyrd út, tí tað er upp til hvønn einstakan, hvussu hann ella hon letur seg í. Talskvinnan hjá kongressini, Kerri Hanley, heldur kortini, at Cindy Sheehan var ikki hóskandi ílætin til tað serliga høvið, sum var hendan dagin. Sheehan fekk umbering UTTAN ÚR HEIMI Fólk í New Orleans og aðrastaðni fram við amerikonsku suðurstrondini eru vónsvikin av, at forsetin gloymdi tey, tá hann helt røðu fyri tjóðini USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey, sum mistu arbeiði, hús og heim, tá ódnin ”Katrina” herjaði amerikonsku suð­ ur­strondina, vóru sera vón­ svikin, tá tey høvdu sitið og lurtað eftir árligu røðuni hjá George W. Bush, forseta fyrrakvøldið. Forsetin tosaði um orku, Irak og Miðeystur, njósning og yvirgang, men tey illa støddu í New Otleans og aðrastaðni fram við suð­ urstrondini sluppu ikki upp í part. – Nú eru fimm mánaðir síðani ódnina, men hyggur tú teg um her, fært tú var­hug­ an av, at tað eru fimm dagar síðani, sigur ein ill kvinna í New Otleans við Aftenpost­ en. Ruddingararbeiðið hevur gingið sera seint, og langar húsarøðir eru óbygdar, tí eing­in kann búgva í húsun­ um longur. Kortini vilja mynd­ugleikarnir hava fólk at fara aftur til býin, men aftur til hvat, spyr tann illa kvinnan. Hon er ikki tann einasti New Orleans-búgvin, sum er vónsvikin. – Ólíka var í september, tá forsetin var her. Tá helt hann røðu í Jackson Square, og har segði hann, at hann ætlaði sær ikki at helma í, fyrr enn New Orleans bleiv tann sami, sum hann var undan ódnini. Men tað lyftið hevur hann ikki hildið, og nú gloymdi hann okkum, sig­ur Ray Nagin, sum er borg­arstjóri í býnum, við Aft­enposten. Ein kanningarnevn hjá kon­gressini skrivar í einari nýggjari frágreiðing, at ver­ andi tilbúgvingarskipanir eru als ikki nøktandi, tá talan er um so stórar oyðileggingar sum av ”Katrinu”. 1300 fólk doyðu í ódn­ar­ veðrinum. Men tað krevur, at Noreg ger sítt, sigur russiski sendiharrin í Oslo Veiðitjóvar Árni Joensen fartekst@mail.dk Umhvørvis­verndar­felags­ skapir og onnur halda, at á hvørjum ári verða umleið 100.000 tons av toski veidd ólógliga í Barents­havinum. Norðmenn hava fýlst á, at russar gera ov lítið fyri at steðga óskilinum, men russiski sendiharrin í Oslo sigur nú, at Russland er til reiðar at gera sítt. – Vit hava líka stóran áhuga í at verja fiskastovnarnar í Barents­havinum sum norð­menn. Russland fær einki burtur úr tí ólógliga fiskiskapinum. Vit fáa ikki fiskin, vit fáa ikki skatta­ inntøkur burtur úr hesum, og tí vilja vit fegnir steðga óskilinum, sigur Aleksandr Nikolajevitssj Panov við Aftenposten. Sendiharrin sigur, at russ­isku myndugleikarnir eru til reiðar at búka væl fleiri pengar til at steðga tí ólógliga fiskiskapinum. Men hann leggur afturat, at tað verður ikki lætt, og at norðmenn mugu gera sítt, tí norskar fyritøkur medvirka til, at tann ólógligi fiskurin kann seljast. Danir arbeiða yvirtíð uttan løn Ein kanning hjá danska ar­beiðs­umhvørvis­stovni­ num vísir, at nógvir danir arbeiða meiri enn ta ásettu tíðina, uttan at teir fáa eitt oyra afturfyri. Høvuðsorsøkin er, at nógv­ir danir arbeiða eftir sáttmálum, sum bera í sær, at teir hava ikki fasta arbeiðstíð, men at arbeiðs­ tíðin í veruleikanum um­­fa­ tar allar tímar og allar dag­ ar, skrivar Politiken. Tað ger, at fólk fáa ikki løn fyri at arbeiða ávísa tíð, men fyri at gera tað arbeiðið, sum tey skulu. Í nógvum førum er úr­ slit­ið, at fólk arbeiða ov nógv. Arbeiðs­umhvørvis­ stovnurin sigur, at sambært kanningini arbeiðir hvør dani í meðal fýra tím­ar yvir­ tíð um vikuna. Kann­ingin avdúkar eisini, at tann nógva yvirtíðin órógvar ger­ andisdagin, tí ov lítil tíð er til familjuna. Kongur lovar demokrati Fyri einum ári síðani koyrdi kongurin í Nepal stjórnina til hús. Síðani hevur hann stýrt landinum einsamallur, men í gjár lovaði hann, at fólk skulu sleppa at velja nýtt ting innan apríl næsta ár. Nepal hevur ikki havt tjóðarting í næstan fýra ár, tí tað fekk eisini sekkin frá kongi. Grundgevingin fyri at koyra stjórnina til hús í fjør var, at sambært kongi megnaðu politikararnir ikki at fáa enda á uppreistr­ inum hjá teimum vápnaðu maoistunum. Síðáni hevur hann sjálvur roynt seg, men hann hevur ikki verið stórt hepnari enn politikararnir, skrivar AP. Týsdagin fullu 16 løgreglumenn í saman­ bresti við maoistarnar, sum hava sýtt fyri at leggja vápnini. Gyanendra kongur hevur skrivað út kommunuval í næstu viku, men andstøðan vil ikki luttaka. Maoistarnir hava hótt við at gera seg inn á tey, sum stilla upp, og tí er ikki eitt einasta valevni í nógvum kommunum. Ein orsøk til tað er eisini, at fleiri hundrað politikarar sita í fongsli eftir boðum frá kongi. Løgreglan í japanska bý­num Kyodo hevur tikið ein jarðfrøðing, sum er skuld­settur fyri at hava snýtt lærda háskúlan í Berg­ en fyri umleið eina millión krónur. Hideki Shimamura, sum er ein av teimum fremstu jarðfrøðingunum í Japan, kom til Bergen síðst í nítiárunum við fimm tólum, ið verða brúkt til at máta ristingar í undirgrundini. Tólini kost­ aðu umleið eina millión krónur, og jarðfrøðingurin bað lærda háskúlan flyta peningin á eina kontu í einum japonskum banka. Nú vísir tað seg, at kontan var hansara egna, og at stovnurin, sum Shimamura arbeiddi hjá, visti einki um handilin. Tann 64 ára gamli Shima­ mura, sum hevur arbeitt á jarðfrøðideildini á lærda háskúlanum í Hokkaido, noktar seg sekan, skrivar AP úr Tokyo. Jarðfrøðingur snýtti Russar til reiðar at steðga veiðitjóvunum – Bush gloymdi okkum Soleiðis sær framvegis út í New Orleans - fimm mánaðir eftir ódnina »Katrinu« Mynd: Reuters Lesið - so eru tit við