Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2006 17 Nr. 24 • hósdagur • 2. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Javnt millum havnafeløg Mikukvøldið spældu fremstu liðini í lands­ kappingini í fjør, HB og B36, fyrsta venjingardystin í ár. Dysturin, sum varð spældur á niðara vølli í Gundadali, endaði við javnleiki 1-1. Málið hjá B36 skoraði Fróði Benja­ minsen, meðan Kári Niel­ sen javnaði fyri HB. Alexander venur KÍ Næstbesta liðið hjá KÍ, sum í ár spælir í 1. deild, hevur fingið venjara. Tað er Alexander Djordjevic, sum skal venja liðið aftur í ár, skrivar heimasíðan hjá KÍ. Alexander var eisini venjari hjá 2. liði hjá KÍ í fjør, og tá eydnaðist at vinna uppflyting til næstbestu deildina. Alexander hevur eisini verið unglingavenjari og kvinnuvenjari í KÍ áður. Start verða góðir í ár Venjarin hjá Lyn, fyrr­ verandi landsliðs­spælarin Hening Berg, heldur, at felagið hjá Toda Jónsson verður sterkt í ár. Henning Berg er á venjingarlegu á La Manga við sínum liði, og har hevur hann ei­sini fylgt við onkrum venj­ingum hjá Start. Leygardagin skulu feløgini spæla ein venjingardyst ímóti hvørjum øðrum. – Í fjør var Start tað besta liðið, sum vit spældu ímóti. Teir vóru góðir tá, og teir eru framvegis eitt sterkt lið við góðum spælarum, sigur Henning Berg við norska blaðið Fedrelandsvennen. Jákup og Jens Martin hava skeið Í mars mánaði skipar Fót­ bóltssambandi fyri mál­ mansvenjaraskeiði, og tað vera tveir teir fremstu málmenninir í føroyskum fótbólti seinastu mongu árini, ið fara at hava skeið­ ið. Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen hava drúgvar royndir sum málmenn – bæði í Føroyum og uttanlands – og á skeiðn­ um, sum verður 4. og 5. mars, fara teir at læra frá sær. Meira kann lesast um skeiðið á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum – www.football.fo Kvinnurnar hjá Drátti spældi mikukvøldið ímóti SÍ, og hóast Dráttur fekk harða mótstøðu, so eydn­ aðist liðnum at vinna dystin. Úrslitið var 3-2 Flogbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Dráttur hevur beina kós ímóti FM heitinum í meistaradeildini hjá kvinn­ um. Liðið hevur vunnið alt í ár, og hóast tær vóru undir nakað av tr‡sti frá SÍ mikukvøldið, so vann Dráttur at enda. Dráttur vann fyrsta sett í dystinum ímóti SÍ, men so kom SÍ rættiliga fyri seg og vann tvey tey næstu settini. Í fjórða setti var eingin ivi um úrslitið, og tað tóktist sum at Dráttur setti í eitt n‡tt gear. Dráttur vann nevniliga 25- 11. Og í seinasta settinum var Dráttur aftur omaná og vann 15-12. Kvinnurnar hjá Drátti eru ósigraðar í landskappingini í ár. Tær liggja greitt á fremsta plássinum við 18 stigum – 7 stig frammanfyri næsta liðið. TB kann nú sleppa sær fram á næstfremsta plássið, um tær vinna næstu ferð. Dráttur heldur fram við sigursrøð Eingin klárar at koppa kvinnunum hjá Drátti í ár. Mikuvkøldið varnn Dráttur aftur og hevur beina kós ímóti gullinum Sunnudagin 5. februar verður fyrsta umfar í steypa­ kappingini í amboðs­fimleiki fyri einstaklingar. Kappast verður í lopi um hest. Hetta verður í fimleikahøllini á Stórheyggi í Havn. Kappingin byrjar kl. 13.00. Fýra bólkar kappast: kvinnu­unglingar, mansung­ lingar, kvinnur og menn. Steypakappingarnar verða í trimum umførum. Tvey tey seinastu umførini verða 12. februar, tá verður gólvíðkan og 18. februar, tá verður kappast á bita og í ringum, ávíkavíst í Havn og í Rituvík. Firmakapping í fótbólti ÍF skipar um vikuskiftið fyri stórari innandurakapping í firmafótbólti, og spælt verður ikki bara til stuttleika, tí vinningar fyri meira enn 20.000 krónur eru at vinna í kappingini. Høvuðsvinningur er ein vikuskiftisferð til Ísland, og harafturat ber eisini til at vinna tvey hugnakvøld á Hotel Føroyum. Ætlanin var, at kappingin skuldi verða fyri einari viku síðani, men kappingin varð flutt til vikuskiftið 11. og 12. februar. ÍF bjóðar øllum fyritøkum og virkjum at gera lið til hesa kappingina. Fimm spælarar eru á hvørjum liði, og avmarkingar eru fyri spælarar, sum hava spælt í Formuladeildini og 1. deild seinasta árið. Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 8. februar, og meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni www. if.fo. Fyrsta umfar í steypakappingini í amboðsfimleiki Kappast verður í amboðsfimleiki í fimleikarhøllini á Stórheyggi í Havn leygardagin