hósdagur 2. februar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vit liva í eini broyting
artíð verður sagt aftur
og aftur. Fjarstøða er
ikki longur forðing
og Føroyar skulu við
í alheimssamfelagið.
Nógv tos hevur verið,
men lítið ítøkiligt
komið burturúr.
Hetta bæði tí at størri
ætlanir ikki hava ver
ið partur av politiska
gerandiskostinum,
og sjálvt um semja er
um at vit skulu gerast
partur av alheim
inum, stýrir óttin
hvørja ferð royndir
verðar gjørdar at
lata seg upp. Fram
stig eru tó, ein frí
handilssáttmáli við
Ísland, samráðingar
um at verða knýtt at
ávísum ES bygnaðum
og ikki minst arbeiði
at kanna møguleikan
fyri einum
EFTA limaskapi.
Vinnupolitikkur er
ikki bert búskapur og
vinna. Tað er sanni
liga ein spurningur
um samfelagsvirðir
og grundgevingar
fyri raðfestingum.
M.a. eisini hvørjum
vit vilja samstarva
við, hvør skal sleppa
at virka her á landi
og hvussu opið sam
felagið skal vera
Føroyar eru ikki einasta
landið, sum hevur viðgingið
at stórar broytingar eru um at
henda, og vil eitt land vera við
millum tey fremstu, ræður
um at síggja broytingarnar
og avbjóðingarnar, áðrenn
tær koma. Høvuðslandið,
ella miðveldið í ríkisfelags
skapinum, hevur t.d. eitt
sonevnt globaliseringsráð
og hevur fyri stuttum, mitt
í hesum broytingartíðum,
fingið gjørt eitt stórt arbeiði
um hvussu vælferðin skal
bjargast.. Altjóða verður
eisini nógv ljós varpað á
møguleikar og sambond.
Júst lidna stevnan hjá World
Economic Forum í Davos,
royndirnar hjá WTO at
leggja lunnar undir og gera
eina mannagongd til frama
fyri so frælsum handli sum
gjørligt, ES og flestu ES
londini hava eisini 2015
ætlanir. Men ongastaðni
gongur so væl og skjótt, sum
skipanirnar ynskja.
Ótryggleiki
Eitt er, at vit satt at siga ikki
vita hvat alheimsgerðin
hevur við sær. Angist er
fyri at missa arbeiðspláss,
um framleiðsla verður flutt
í láglønarlond, og meðan
tað tykist sum at heimurin
og heimskipanir gera tað
møguligt at hava eina meira
samantvinnaðan heim, hevur
ótryggleikin í allari óvissuni
í alheimsgerðini við sær, at
mentanir eru farnar at venda
sær inneftir aftur. Fyrsta rák
ið var útflagging av fram
leiðslu, og tað kostar í fyrsta
umfarið arbeiðspláss. Tað
rákið er ikki so hart nú, tí
ikki bara fyrimunir eru knýtt
ir at útflagging, og serliga í
matvøruhøpi er vansar við
útflagging, um góðskan
skal varðveitast. Eisini er
ótryggleikin, at bæði fólk og
kapitalur kunnu flyta seg, og
tí eru landamørk ikki somu
brimgarðar, sum vit hava
vant okkum við at tey vóru.
At verða við í alheimsgerðini
merkir eisini at lata seg upp,
og tá kemur ótryggleiki eis
ini inn í myndina.
Henda ótryggleika hava
vit sæð og síggja vit eisini
í Føroyum.
At gera tað vit
duga best
Vinnumálaráðið hevur greitt
úr hondum ein vinnupoli
tikk, sum verður lagdur
fram til aðalorðaskifti nú í
februar. Sagt verður, at hetta
skal síggjast sum ein partur
av 2015 ætlanini. Men hetta
skal eisini síggjast sum eitt
framhald av ætlanunum,
sum í fimm ritum komu í
1998-99. Økini sum skulu
betrast eru nógv, og helst eru
flestu okkara samd um, at
neyðugt er at menna okkara
land á hesum økjum, sum
víst verður á. Tann trupli
parturin av eini slíkari ætlan
er raðfestingin. Ein roynd
at raðfesta er eisini gjørd,
men hon er heldur ikki ser
liga neyv. Talan er eisini
um eina frágreiðing til eitt
aðalorðaskifti, og hevur hon
fingið heiti ”At gera tað vit
duga best”.
Sjálvberandi búskap
Víst verður á landsstýris
semju um at arbeiða fram
ímóti at Føroyar skulu
verða millum tey fremstu
OECD londini, at arbeiðast
skal fram ímóti einum sjálv
berandi búskapi og at betra
um vælferðarskipanina. Í
vinnupolitiskum høpi er
endamálið, at alheimsgerðin
fyri føroyska borgaran skal
hava fleiri fyrimunir enn
vansar. Hetta skal m.a. ger
ast við vinnupolitiskum
broytingum fyri at fáa ein
marknaðarbúskap og at
dentur serliga skal leggjast
á framleidni, tá hugsað
verður um produktivitet og
nýhugsan. Orka skal leggjast
har vit duga best, tað vil
siga at arbeiðast skal við
at savna fokusið á økir, har
vit hava størst framleidni.
Tað er grundarsteinurin,
soleiðis at livistøðið hjá tí
einstaka hækkast, men tað
krevur tillagingarevni. Til
lagingarevnini koma í stór
an mun frá dynamiskum
vinnupolitikki.
Hvørji øki
Tey flestu eru samd um, at
økini sum eru vald út skulu
mennast. Ósemjan fer heldur
at verða um hvussu og í hvørj
ari raðfesting. M.a. at fáa
arbeiðsmarknaðin at virka
betri. Ljós verður varpað á
at altjóðagera útbúgvingar.
Tryggingarparturin skal latast
upp, soleiðis at bæði útlenskar
fyritøkur kunnu virka her,
eins og føroyskar í útlondum.
Vinnulóggáva skal dagførast
og altjóðagerast. Almennar
fyritøkur einskiljast, náttúru
tilfeingi skal gyklast, eitt
fokus á menning av matvør
um. Eisini verður varpað
ljós á at fáa eina EBS skip
an og tættari tilknýti til
ES skipanir, fyri at styrkja
vøru- og tænastumarknaðir.
Arbeiðast skal við at gera eina
nýggja samferðsluætlan fyri
Føroyar.
Harafturat er fokus sett á
gransking og vitanarspjaðing,
íverksetan, kunningar- og sam
skiftistøkni (KST) og mark
naðarføring av Føroyum.
Vit eru flest øll samd um,
at talan er um økir, ið skulu
mennast. Frágreiðingin sig
ur eisini at neyðugt er at rað
festa, og hetta verður eisini
gjørt partvíst.
18
Nr. 24 - 2. februar 2006
Framtíðar vinnupolitikkur – at
cand.scient.pol
Bogi
Eliasen