Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Breið semja Raðfestingarnar eru heldur breiðar, men her skal tó minnast til, at talan er um eitt upplegg til ætlanir komandi 10 árini, sum politisk semja skal verða um. Hugsast kann, at Landstýrið tekur undir við í hesum raðefestingum. Men tað sum endamálið má verða við at gera eina 10 ára ætlan, er at breið politisk semja er, eisini við flokkar uttanfyri samgonguna, soleiðis at alt ikki skal gerast av nýggjum, hvørja ferð nýggj samgonga verður skipað. Raðfestingar Bygnaðarpolitiskt verður rað­fest at einskilja, fáa eina dagførda vinnulóggávu, at tryggja rætt­vísa og burða­ dygga ali­vinnu, at seta nevnd at dag­føra fiski­ vinnu­­­poli­tikkin, við skatta­ reformi at lækka inn­tøku- og partafelagsskatt, og sam­stundis breiðka skatta­ grundarlagið. At hækka út- og eftirútbúgvingarstøðið og styrkja ófaklærd, lata trygg­ ing­armarknaðin upp, bøta um sam­­ferðslumøguleikar m.a við at útbýggja flogvøllin, at fáa EBS líknandi skipan og at fáa EFTA limaskap á dagsskrá. Mikropolitiskt verður rað­ fest at gera mannagongdir um ráðgeving til íverksetarar. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum íløguland, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, stovna gransk­ingarpark, styrkja gransk­ingargrunning og ráð og venturekapital soleið­ is at meira tolin og váðafúsur kapitalur verður. At fremja KST ætlanina fyri Føroyar og at styrkja brúkarasamtakið. Politikkur er raðfesting Tað verður altíð ósemja um raðfestingar, men tað er tað politikkur snýr seg um. Tað er gott at síggja, at vinnu­ málaráðið ger eina slíka fram­tíðarætlan og vís­ir á økir, sum skulu betrast. Talan er um eitt gott fyrsta stig á leiðini, um hvat skal broytast. Veruliga avbjóðingin er at fáa gongd á broytingarnar og at gera eina raðfesting við neyvum tíðarætlanum, og at hetta verður gjørt í breiðari poltiskari semju, har eisini andstøðan sleppur upp í part, men har partarnir sum skulu mennast eisini verða tiknir við í tilgongdina. Hagtøl Tað er ein stór frøi at síggja, at týdningurin at hava hagtøl verður virðismettur. Vanliga hugsa vit ikki so nógv um hagtøl, men tey eru alneyðug fyri at kunna meta neyvari um okkara samfelag og har­ við betra tað, eins og vit ikki kunnu meta okkum við onnur lond, um vit ikki hava tilfar at brúka til at meta okk­ um saman við. Samstarv Lagt verdur upp til økt sam­starv millum føroyskar stovnar, m.a at leggja Menn­ ingarstovuna, Vinnu­frama­ grunnin og Ferðaráðið sam­an. Tað er helst rætt at leggja fleiri stovnar saman, eisini fyri at fáa betri og breiðari samstarv í almenna geiranum. Altjóða styrkin Ein av rekmáttunum til at mæla til broytingar í hesum sambandi, er alheimsgerðin og altjóðagerðin av Føroy­ um. Hugsanir eru um hvat vit hava tørv á, t.d. EBS líknandi skipan og marknaðarføring, men ikki hvussu. Skal al­ tjóðagerðin hava fleiri fyri­ mun­ir enn vans­ar fyri Før­ oy­ar, er eis­ini neyð­ugt at styrkja okkum altjóða. T.d. at altjóða parturin av Menn­ ingarstovuni gerst ein partur av uttanríkistænastuni, so­­leið­is at til ber at saman­ sjóða handilsátøk í dagliga uttanríkispartin, og at størri samband soleiðis er mill­um tann meira politiska uttan­ ríkispolitikkin og vinnulívið, sum hevur tørvin, og so­ leiðis ein samansjóðing av førleikunum á hesum øki, sum er altavgerðandi fyri at fáa Føroyar millum vinnarar í altjóðagerðini. Ein partur av altjóðagerð er, at tað ikki longur er eins lætt at skilmarka millum innlendis- og uttanríkispolitik. Við­ ur­skift­ini heima skulu verða í lagi, men tey skulu í nógv størri mun setast i samband við altjóða part­ in. Hugsast skal ikki um at hava eina umfatandi tunga uttanríkistænastu við nógvum sendistovum, men uttanríkisparturin má styrkjast soleiðis, at tær betringar og tillaðingar, sum gjørdar verða í Føroyum eis­ini verða brúktar. Um ætlanin er at hyggja 10 ár fram, má ljósið tí eisini varpast á hvussu vit altjóða fáa brúkt teir førleikar við byggja upp, og tí skal eisini hugsast um altjóða partin á øllum økjum, eins og hvussu tað almenna skal ganga á odda fyri tryggja okkum best møguligu sømdirnar. Høvuðsmálið Høvuðsmálið er tí at syrgja fyri at altjóðagerðin fyri Før­ oyar fær fleiri fyrimunir enn vansar. At byggja upp ein sjálvberandi búskap, sum eisini merkir niðutrapping av blokkstuðlinum. At arbeiða fyri at gera føroyska búskapin til ein marknaðarbúskap og at útbyggja vælferðar­sam­ felagið. Her koma vit aftur til virðini. Sett er út í kortið, at skatturin skal lækkast og vælferðin útbyggjast, tvey sum oftast mótstríðandi hug­tøk, men sum vísir mun­in á virðinum hjá sam­ gonguflokkunum. Broytingar neyðugar At neyðugt er við broyt­ing­ um, er lítið at ivast í. Gransk­ ingarparturin í Føroyum er serliga lítil og fjølbroytni í búskapinum er ikki stórt. Størsta virði í alheimsgerðini er vitan, og tað eru tøl sum benda á, at vit ikki í nóg stóran mun fáa okkara fólk heimaftur, sum fara út at lesa og her eru fleiri sum meta, at ein av høvuðsorsøkunum er at vinnulívið ikki hevur nóg mikið at bjóða teimum. Vit fara komandi vikurnar at hyggja nærri at einstøku pørtunum í ætlanin og at fylgja við orðaskiftinum á tingi. Sum heild er tað gott at vit fáa eitt aðalorðaskifti um hetta økið. Samstundis sæst, at talan er um eina politiska ætlan, sum bæði roynir at seta karmar og verða meira konkret á ávísum økjum, men sum hevur valt ikki at seta fokus á broytingar, sum kunnu kosta politiskt, men sum kanska eru neyðugar. Tí er hetta uttan iva eitt polit­iskt innspark, sum í við­ gerðini hevur brúk fyri at fak­ kunnleikin eisini verður við í viðgerðini og kjakinum, nú grundarsteinarnir fyri framtíðina skulu leggjast. Nr. 24 - 2. februar 2006 19 gera tað vit duga Lagt verdur upp til økt sam­starv millum føroyskar stovnar, m.a at leggja Menn­ ingarstovuna, Vinnu­frama­ grunnin og Ferðaráðið sam­an