hósdagur 2. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 24 - 2. februar 2006
– Tað mundi vera
um heystið 1965, at
útvarpsstjórin Niels
Juel Arge, ið var
sanghugaður maður,
setti sær fyri at fáa í
lag eitt sangkór við
føstum tilknýti til
útvarpið
40 ÁRA DAGUR
Ólavur Hátún
Høgra hond hjá Niels Juel
Arge í tónleikamálum
var Ívar Iversen, og hesin
ráddi honum til at heita á
vinmann sín Ólav Hátún,
sum júst tá var um at vera
liðugur við sína útbúgving
í Keypmannahavn, um at
verða kórleiðari.
Fyrsta venjingin hjá
nýggja Útvarpskórinum varð
mánakvøldið 24. januar 1966.
Hetta kórarbeiði mentist til
eisini at umfata bæði eitt
Barnakór Útvarpsins og eitt
stutt skeið eisini sokallaða
Ungdómskórið.
Sjálvt
Útvarpskórið var tá hetta
stutta skiftið meiri at kalla
eitt úrvalskór við bert 12-14
sangarum, sum fingu 20 kr.
fyri hvørt venjingarkvøldið.
Gerðabókin varð afturlatin á
slagnum kl. 20.00, og tann
sum møtti eftir tað, misti
10 kr. Ongantíð munnu kór
sangarar í Føroyum hava
møtt so stundisiliga sum
hesir tá!
Kórini vóru rættiliga
virkin við upptøkum til
sendingar og varðveitslu
og við konsertum, helst á
vári og til jóla. Eisini ferð
aðust kórini út á bygdir, eitt
nú vestur í Vágar og suður
til Suðuroyar. Í 1968 varð
heitt á Útvarpskórið um at
fara sum føroyskt umboð
á norðurlendska ungdóms
stevnu í Ålborg, og summ
arið eftir høvdu bæði bland
aða kórið og barnakórið eina
minniliga kórferð í Íslandi.
Áhugin hjá útvarpsstjóran
um var tá tó minkandi.
Kanska gjørdu atfinningar
frá fíggjarnevndini sítt til
tað; men kanska var ein
orsøk eisini tað, at kór
og kórleiðari gjørdust alt
meira sjálvræðin. Soleiðis
var tað ikki útvarpið, men
kórið sjálvt, sum skipaði
fyri Íslandsferðini, og tá
Útvarpskórið á heysti 1969
framførdi størri verk í sam
starvi við kamarorkestrið
Tórshavnar Musikkskúli
uttan tilsøgn frá útvarpinum,
var tað útvarpsstjóranum
ovboðið, og sangstjórin fekk
sekkin.
Uttanlandsferðir
Kórið helt tó fram undir
sínum upprunaheiti eina
tíð eftir slitið. Soleiðis um
boðaði »Útvarpskórið« Før
oyar sum ta fjórðu norður
landatjóðina á stóru Europa
Cantat kórstevnuni í Graz í
Eysturríki í 1970 – Danmark
var við í Fraklandi 1964 og
Svøríki og Ísland komu
aftrat í Belgia 1967 – og á
altjóða stevnu í Consett í
Norðuronglandi 1971 sungu
og dansaðu sangararnir undir
sama heiti. Men so í 1972
valdi kórið at skipa seg sum
felagsskapur við navninum
»Havnarkórið«. Niels Juel
Arge bar tó ongantíð agg
til hendan sín forherðaða
kóralva, men var beinasamur
í øllum ávikum.
Uttanlandsferðirnar hava
verið nógvar síðan tá: Tríggj
ar ferðir til Fraklands, fleiri
til Danmarkar, ferð aftur til
Íslands, ferðir til Svøríkis
og Finlands umframt rund
ferð til skandinavisku høv
uðsstaðirnar, og størri og
smærri bólkar úr kórinum
hava regluliga verið við á
eftirfylgjandi Europa Cantat
stevnum og somuleiðis á
Nordklang-stevnum ymsa
staðni í Norðurlondum.
Á heysti 2004 varð á
fyrsta sinni lagt yvir hav til
umframt egnar konsertir at
syngja saman við íslendska
operukórinum og sangarum
úr øðrum londum í gitnu
konserthøllini Carnegie
Hall í New York. Tó tykist
sangarunum ongin avbjóð
ing at hava verið meira
spennandi enn tann, sum
nú er fyri framman: ferð til
Eysturríkis í juni mánaði í
ár, har Havnarkórið sum eitt
av 5 kórum ymsastaðni úr
heimi skal luttøka í 6. World
Coral Festival í Salzburg og
Wien saman við heimsgitna
Wiener Sängerknaben og
eisini hava hálvan tíma
framførsla av egnari kór
skrá og føroyskum dansi í
Mozarteum í Salzburg og
í Goldener Konzertsaal í
Wien. Við sama ferðarhøvi
verður eisini farið til Prag
í Kekkia at hava fólksliga
framførslu við sangi og dansi
og eisini konsert í stásiligari
kirkju.
Sangur á ólavsøku
Týdningarmesta virksemi
kórsins er tó sjálvandi tað,
sum er farið fram her á
landi. Útvarpskórið - seinni
Havnarkórið - átók sær tann
leiklut, sum gamla Havnar
Sangfelag hevði frá døgum
Waagsteins og fram til, at
Hans J. Højgaard legði frá
sær miðskeiðis í seksti-
árunum: kórsangin undir
Tinghúsinum ólavsøkudag.
Ynski kórsins var tó heldur
at víðka um til tað, sum nú
er vorðið siðvenja, at tað
stendur øllum kórsangarum
í boði av bygd og úr býi at
vera við til at mynda eitt
fjølment felagskór á hesum
tjóðardegi føroyinga. Ein
tilvild gjørdi eisini, at sang
arar úr Havnarkórinum
komu til at leggja støði til
tann midnáttarsang, sum nú í
meira enn tríati ár hevur sett
dám á ólavsøkuhaldið.
Dentur lagdur á
føroyskt kórtilfar
Ein aðalsetningur hjá kóri
num sum útarpskór var at
gera sendingar við føroyskum
sangum, og alt síðani hevur
kórið í sínum virksemi lagt
dent á føroyskt kórtilfar. Um
enn hann ikki var føroyingur,
so eru fleiri av kórsatsunum
hjá danska tónaskaldinum
Vagn Holmboe til úrvaldar
føroyskar yrkingar, ið aftur
vendandi hava verið partur av
sangskráum Havnarkórsins,
so føroyskir í sínum tóna
dámi, at teir munnu hava
rinið við hjá yngri føroysk
um tónaskøldum til nýggj
ar leiðir í føroyskari kór
tónaskapan.
Á ferðum uttanlands hevur
føroyskur sangur frá eldri og
yngri tíð átt bróðurpartin av
skránni. Men á vitjanum
suðuri í Europa – og eisini
á USA-ferðini - hevur kórið
kennt tað sum sína uppgávu
eisini at umboða norður
lendskan kórtónleik, sum
málsliga liggur so væl fyri
hjá føroyingum.
Íblástur uttanífrá
Tað er tó ikki minst tann
klassiski europeiski kór
mentanararvurin,
sum
hevur átt hjartarúm hjá
Havnarkórinum. Enskar,
týskar, franskar og italskar
madrigalir frá tíðini um
1600, tá a cappella kórsang
urin, t.e sangur uttan fylgi
spæl, var í hæddini, eru
sannir gloypibitar hjá øllum
klassiskum kórsangarum,
og prýðilig er ikki minni
tónleikarásin upp gjøgnum
tónleikasøgunnar tíðarhvarv.
Spennandi
avbjóðingar
góvu eisini høvi til at
heita á úrmældar kór- og
orkesturleiðarar uttanífrá til
framførslur, har eisini sang
arar úr øðrum kórum mang
an vóru við. Fyrstur er her
at nevna Karl Clausen, ið
umframt sum kórleiðari at
hava givið okkum ógloym
andi tónleikaligar og kór
sosialar upplivingar eisini
legði eftir seg satsir til før
oysk løg, sum enn í dag eru
ómissandi við einahvørja
kórhugnaløtu. Annar kórúr
mælingur, sum Havnarkórið
hevur gott at bera eftir reglu
ligt samstarv yvir so mong
ár, er sveitsiski kór- og
orkesturleiðarin Willi Gohl.
Undir hansara stimbrandi
hondum kom føroyskur kór
sangur av álvara í samband
við tey størru klassisku
meistaraverkini so sum Jóla
oratoriið eftir Bach, Händels
Messias, Skapanin eftir
Haydn, Krýningarmessa
Mozarts, C-Dur Messa
Beethovens, Requiem hjá
Brahms, Carmina Burana
eftir Carl Orff umframt hópin
av smærri kórperlum. Aðrir,
sum hava givið føroyskum
kórsangarum og ikki minst
kórleiðarum íblástur og
hava verið við til at lyfta
føroyskan kórsang upp á
hægri støði, eru menn sum
íslendski tónlistarmenninir
Jón Stefánsson og Garðar
Cortes, John Høybye og
Steen Lindholm úr Danmark
og sviin Robert Sund.
Atlantsljómur / North
Atlantic Festival
Av tónleikatiltøkum, sum
Havnarkórið tók stig til,
mundu tó stevnurnar við heit
inum Atlantsljómur / North
Atlantic Choir Festival bera
av øllum í magn og mæti.
Kórsangarar og áhoyrarar,
sum vóru við til løtuna, tá
Requiem Verdis undi kønari
leiðslu Yaacov Bergmans úr
USA og við framúrskarandi
solistum úr Íslandi og Pól
landi varð framført í Norð
urlandahúsinum á sumri í
1998, munnu ivaleyst taka
undir við mær í hesum.
Framtíðarútlit
Ynskiligt og natúrligt hevði
tað verið, at tað var okkara
egna symfoniorkestur, ið
legði rygg til orkesturpartin
í hesum krevjandi tiltøkum.
Men tað hevur ikki rættiliga
borið til. Nú tá Føroya Sym
foniorkestur sjálvt hevur tik
ið stig stóra kór- og orkestur
framførslu, og úrmælingur
sum Bernharður Wilkinson
stendur tónleikaliga við
endan, er útlitið betri. Og
so hvørt sum støðið hækkar
og hugaheimurin rúmkast,
skuldu vónir og vánir sam
anumtikið verið góðar fyri í
felagsskapi at latið upp fyri
íbornum møguleikum til tón
leikaupplivingar á altjóða
støði í hesum landi.
Havnarkórið 40 ár:
Útvarpskórið var byrjanin
Ein av varðunum hjá Havnarkórinum er leikluturin, kórið átók sær, sum gamla Havnar Sangfelag hevði frá døgum Waatgsteins
og fram til, at Hans J. Højgaard legði frá sær miðskeiðis í sekstiárunum, var kórsangurin undir Tinghúsinum ólavsøkudag
Útvarpskórið – seinni Havnarkórið, hevur verið nógvar uttanlandsferðir