Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. februar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 2. februar 2006 21 Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsu- røktarum og heilsuhjálparum til nýggja Røktar- heimið í Streymnesi at byrja 01. mars 2006 ella skjótast tilber. Røktarheimið er partur av Heimarøktini øki 2, og pláss er fyri 32 búfólkum, sum koma at búleikast í 4 eindum við 8 búfólkum í hvørjari eind. Hugsjónin fyri Heimið: Miðað verður eftir at skapa eitt heimligt og virkið umhvørvi og við virðing og umsorgan at stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá tí einkulta búfólkinum. Vit vænta av tær, at tú hevur: • Áhuga í og gleði við at arbeiða við eldri fólki • Vilja til at starvast í tráð við hugsjónina fyri Heimið • Er til reiðar at bróta upp úr nýggjum og ganga aðrar leiðir • Dugir væl at samstarva og samskifta við onnur • Er motiverað og fleksibul • Kann arbeiða í skiftandi vaktum Vit kunnu bjóða • Eitt spennandi og mennandi starv, har tú hevur møguleika at vera við til at byggja upp eitt heim í tráð við hugsjónina fyri Heimið og seta dám á umhvørvið. • Góða innleiðslu • Møguleika fyri persónligari menning Setanar- og lønarviðurskifti: Lønar og setanar- viðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser- forsorgina við setanarstaði í Heimarøktini. Tænastustaðurin fyribils er Heimarøktin Vágoy/ Norðstreymoy. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sonju Klein, økisleiðara á tlf. 333249/282249 Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi , viðmælum v.m. skulu sendast til: Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy Att: Sonja Klein, økisleiðari Økisskrivstovan 370 Miðvágur Umsóknarfreist 13. februar 2006 HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN HEIMARØKTIN Lýsing eftir starvsfólki til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi Aðalfundur Frítíðarfelagið »Antares« boðar til ársaðalfund á Hotel Vágum leygardagin 4. februar kl. 13.00. Skrá sambært viðtøkunum. Nevndin Mentamálaráðið Vinnu- og miðnáms- skúladeildin Sjálvlesandi Innskriving til students-/ HF-próvtøku Sjálvlesandi, her í millum umgangarar, ið á sumri 2006 ætla sær til students- ella HF-próvtøku, skulu í seinasta lagi 25. februar 2006 innskriva seg til próv- tøku við tann skúlan/tað skeiðið, har tey ætla sær til próvtøku. Innskrivingarblað at fylla út fæst frá studentaskúlunum og HF-skeiðunum. Sjálvlesandi skulu rinda 300 kr. fyri hvørja lærugrein, tey innskriva seg til próvtøku í. Tá ið tann sjálvlesandi hevur verið til próvtøku í tí/ teimum lærugrein/um, hann/hon hevur innskrivað seg til próvtøku í, fær hann/hon pengarnar aftur. Tórshavn, 1. februar 2006 Mentamálaráðið Lesið -so eru tit við!