Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 3. februar 2006  Eftir at hava arbeitt í fleiri ár við eini kanning, ið skal kortleggja upphav føroyinga, eru August G. Wang og Petur Andrew Petersen kunnu umsíðir leggja endaliga úrslitið á borðið. Úrslitið vísir, at føroyskir menn genetiskt eru ættaðir úr Noregi, og føroyskar kvinnur eru av keltiskum uppruna. Hetta kann vera við til at broyta okkara søgufatan VÍSINDI Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Nú er tað so staðfest. Tað er ein munur millum menn og kvinnur, og hesin er ikki so lítil. Serliga ikki í Føroyum. Fyri nøkrum árum byrj­aðu August G. Wang, gransk­ari, og Petur Andrew Petersen, fyrrverandi prest­ur og áhugaður í land­námssøgu Føroya, nevni­l­­iga eina kanning, ið skuldi staðfesta, hvaðani føroyingar eru ættaðir. Teir báðir hava arbeitt saman við eini granskingarstovu í Århus og føroyska ílegu­lív­ frøðinginum Hans Atla Dahl. Tey eru komin fram til, at føroyskir menn eru ættaðir úr Norra, og føroyskar kvinn­ur stava úr Írlandi og Bretlandi. Tey flestu munnu minnast aftur á søgutímarnar í skul­an­ um, har vit hoyrdu um írsk­ar munkar og norskar vík­ingar. Men í roynd og veru vita vit føroyingar ikki nógv um søgu okkara fyri ár 1300, tí lítið og einki er av søguligum keldum at halda seg til. T.d. eru enn ongar toftir funnar, sum vísa aftur til nakra búseting av írskum munkum. Harafturat er Før­oy­ ingasøga samansett av brotum úr íslendskum saga­um, og er tí ikki er søga í nútíðarmerking, ið skal greiða frá, hvat veruliga er farið fram, men heldur at kalla familjusøgur ella kanska enntá bara reyp. Tí er ikki vist, at hon er fólksins søga, men kanska heldur alibi hjá ávísum fyri jørð og øðrum søguligum rættindum, greiðir August Wang frá. DNA Í dag eru møguleikarnir tó fleiri at uppklára søguligar gátur enn fyri bara heilt fá­um árum síðani. Hetta verð­ur gjørt við at kanna íleg­urnar ella genini hjá fólki. Tí eins og tað ber til at avdúka brotsgerðir við at kanna DNA, ber eisini til at kanna ættarbond o.a. – Teoretiskt gert tú tað sama, sum tá tú kannar, um toskurin er tann sami undir Føroyum og undir Íslandi, sigur August G. Wang, sum saman við hinum varð liðugur við at kanna fyrra part av kanningini fyri umleið tveimum árum síðani. Hon snúði seg um upprunan hjá føroysku monnunum. Nú er so seinni partur av kannningini komin und­ir land, ið snýr seg um føroysku kvinnurnar, og eru hesi úrslit nú at finna í kenda tíðarritinum ”European Jour­ nal on Human Gene­tics”, ið kann lesast á alnetinum. Her sæst m.a. munurin millum mannfólk og konufólk í land­námstíðini í Føroyum, tí ílegurnar vísa, at kynini bæði eru ættað úr hvør sínum heraðshorni. Meðan størsti parturin av monnunum genetiskt líkist norðmonnum og svium – tvs. fleiri enn 80% - so sæst, at millum konufólkið er eitt heilt annað mynstur. Her eru bert eini 13% av skandinaviskum uppruna. Hetta merkir sambært August G. Wang, at kvinnurnar í Føroyum í landnámstíðini hinvegin vóru av keltiskum uppruna. Sostatt er staðfest, at bróðurparturin av før­oysk­ um mannfólkum er skyld­ ur við mannfólk í Íslandi, Noregi og Svøríki. Tøkniliga kann tað tó tykjast eitt sind­ ur løgið, at DNA hjá før­ oyskum monnum og svium skal líkjast so nógv, men hetta kemur helst av, at tað genetiskt eingin munur er á norðmonnum og svium. Hinvegin er greitt, at íleg­ ur­nar hjá føroyskum og donskum monnum als ikki líkjast, og tí er neyvan sann­ líkt, at føroysk mannfólk genetiskt hava so nógv við danir at gera. Tann seinasti fjórðingurin av føroysku monnunum hevur keltiskt blóð í sær, og sostatt er homogeniteturin mill­um menninar ikki serliga stórur. Hvussu hesir menninir eru komnir til Føroya, er torført at meta um, men eitt ástøði kann vera, at teir eru komnir til Føroya sum trælir ella saman við kvinnunum úr Írlandi og Skotlandi. Søgan er ikki, hvat hon hevur verið August G. Wang sigur, at hesi úrslit bera nakað nýtt inn í føroysku søguna, nevniliga, at ikki bert hevur samband verið millum Føroyar og bretsku oyggjarnar, men mest sum øll konufólkini komu haðani. Um hetta ástøðið heldur, eru teir ungu norsku menninir fyrst komnir til bretsku oyggjarnar, og so eru konufólk komin við teimum. Antin av huga, ella sum trælir. Hetta ger, at ein kann umhugsa søguna av nýggjum. Eitt nú, hvussu kristindómurin er komin, tí fólkið á bretsku oyggjunum var kristið. Hóast flestu mann­fólk kanska hava haft gamla, norrøna trúgv, so hava kvinnurnar alt upp børn­ini, og kanska lært tey ymiskt frá tí kristnu trúnni. Eisini kann hetta kanska kasta ljós yvir kristnar ímyndir og líknandi. Hildið verður, at meðan menn ofta bóru ta formellu mentanina víðari, sum t.d. trúgv, húsasmíð o.s.fr., bóru kvinnurnar ta dagligu mentanina víðari, sum t.d. orð í talumálinum, barna­ trúgv og ymiskar lutir til nýtslu og prýðis. Fyrr var annars hildið, at menn fluttu seg nógv meira enn kvinnur, av tí at tað sum oftast vóru menn, ið sigldu langar leiðir burt í onnur lond. Men fatanin er nú broytt, av tí at tað helst ofta vóru kvinnurnar, ið fluttu við monnunum og búsettu seg, har menninir vóru ættaðir. Fyrr var sjógvur nevniliga heldur mettur sum farleið enn sum forðing, og tí er ikki óhugsandi, at farið varð eitt nú til Írlands og Skotlands at finna sær konur. – Málið er eitt annað øki. Kann vera, at øki og arbeiði, sum varð roknað sum kvinnu­ arbeiði, hevur goymt fleiri orð frá tí keltiska ella gel­ iska málinum. Hetta kann eisini hava verið so innan onnur øki, so sum prýði, klæði, bindingarhátt, o.s.fr. Høvuðsmálið, ognar­viðurskifti og lógarreglur hava kanska heldur fylgt mann­fólkinum og norskari siðvenju, sigur August G. Wang. Føroya søga í søguna Seinastu árini hevur August G. Wang saman við øðrum kannað ílegurnar hjá føroyingum, og kanningarúrslitini líkjast nógv teimum í okkara grannalondum. Her verður staðfest, at føroyskir menn genetiskt eru skyldir við norðmenn, og kvinnurnar eru av keltiskum uppruna Av tí at tað ber til at finna fram til kvinnuligar arvaeginleikar í kykn­ unum hjá monnum, var ikki neyðugt at kanna føroysk konu­ fólk, fyri at kanna, hvaðani bæði kynini stava. Ílegurnar kunnu sostatt sigast at avdúka “sporførið” hjá tjóðini, og her verður greitt frá, hvussu tað verður gjørt HÁTTALAG Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo August G. Wang og Petur Andrew Petersen skipaðu kanningina “Upphav føroy­ inga” á tann hátt, at teir settu seg í samband við einar hundrað føroyskar mans í Danmark í øllum aldri, ið teir tóku blóðroyndir av. At kanningin júst fór fram á Flatlondum var tilvildarligt, og komst av, at báðir vóru staddir niðri. Sostatt skuldi aldursbýtið millum menninar vera í lagi, og harafturat skuldu føroysku menninir upplýsa, úr hvørj­ um oyggjum í Føroyum omm­urnar og abbarnir hjá teimum vórðu ættað. Annars var luttøkan púra anonym og uttan handilslig áhugamál. Ættarliðini, sum livdu fyri seinna heimsbardaga, ið vóru ommur og abbar hjá hesum monnum, fluttu nevniliga ikki eins nógv og í dag, og tí kundu granskararnir tryggja sær, at allar oyggjarnar í Før­ oyum vórðu umboðaðar eini trý ættarlið aftur í tíðina. Sjórænarar og embæt­ ismenn ikki ávirkað ­okkum stórvegis Orsøkin til, at bara menn vórðu kannaðir, er, at með­ an kvinnur bert hava X- kromosom, hava menn bæði X og Y-kromosom. Sostatt bar til at kortleggja Y-kromosomini út frá blóðroyndum hjá monn­­un­um og samanbera tey við kanningarnar í okk­ ara grannalondum, og síð­ani kanna eftir, hvaðani tey mann­ ligu kromosomini koma. Fyri ikki so langari tíð síðani funnu granskarar nevni­liga út av, at tað so­kallaða mitokondriið, sum liggur ytst í sjálvari mannakyknuni, inniheldur so at siga bara arvaeginleikar frá mammuni, og har ber sostatt til at spora, hvaðani kvinnurnar í Føroyum koma, og tí var ikki neyðugt at taka blóðroyndir frá føroyskum kvinnum, og spardi hetta sostatt tíð og orku. August G. Wang sigur, at aðrastaðni eru t.d. sokallaðar molekylerar kanningar gjørd­ ar, har beinagrindir verða grivnar upp aftur eftir at ligið í jørðini í øldir. Síðani verða royndir tiknar og upprunin kannaður. Eitt nú verður mett út frá slíkum kanningum, at upprunafólkið á Gran Can­ aria kom úr Mar­okko, áðrenn spaniólar komu hagar. Hjá summum av luttakar­ un­um í kanningini bar tó ikki til at brúka annaðhvørt Y-kromosomið ella mito­ kondriina, av tí at ávikavist abbin, pápin ella omman og mamman vóru útlendingar. Men sum oftast kundi ant­in Y-kromosomið ella mitrokondriin brúkast. Sostatt er ikki nóg mik­ ið longur bara at meta seg eftir hár- ella eygna liti, um føroyska tjóðin skal sam­anberast við aðrar, og sambært kann­ingini hava hvørki sjórænarar ella danskir embætismenn ávirkað gen­ ini hjá føroyingum nakað stórvegis. Fleiri líknandi kanningar eru gjørdar í okkara granna­ londum. Í 2000 kannaðu ís­lendingar sínar ílegur, og har kom teirra kanning fram til so at siga sama úr­slit sum tann føroyska, nevni­liga, at meginparturin av monnunum stavar úr Noregi, og kvinnurnar eru av keltiskan uppruna. Blóðroyndir avdúkaðu upprunan hjá føroyingum