fríggjadagur 3. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 25 - 3. februar 2006
– Stór menning er
í seinastuni farin
fram við teimum
væl kendu Injector
trollemmunum, sum
flogverkfrøðingurin,
Helgi Larsen, á
sinni designaði. Trý
nýggj sløg eru nú
komin aftrat, og
sølan hevur tikið
dik á seg á altjóða
marknaðinum, sigur
sølumaðurin, Jan-
Allan Müller
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað vóru Injector Shark-
lemmarnir, ið flogverk
frøðingurin, Helgi Larsen,
designaði, sum gjørdust
gjøgn umbrotið hjá vág
bingum.
Jan-Allan Müller, sølu
maður, sigur, at nú felagið
hevur trý nýgg j modellir á
síni vørusskrá, hevur sølan
í útnorði og fjarskotnu lond
unum í Suðurevropu, Mið
eystri, Norðurameriku og
Suðurameriku vundið væl
upp á seg.
Injector-lemmarnir verða
í stóran mun framleiddir í
Litavia, meðan tilhoyrandi
eykalutir og kjølar verða
framleiddir í Kina.
Heimsins bestu
– Injector-lemmarnir hava
eitt sera gott orð á sær og
verða roknaðir sum heimsins
bestu, sigur Jan-Allan Müller
og vísir á, at teir alla tíðina
arbeiða miðvíst við menning
og marknaðarføring.
Hann legg ur dent á, at kapp
ingin á marknaðinum er sera
hørð, og tí er avgerandi, at
framleiðslan er nógv betri enn
hon, ið kappingarneytarnir
kunnu bjóða.
Brúkarin skal ikki vera í iva
um sín tørv, tá ið skiftast skal
út – ella nýtt skal keypast,
sigur sølumaðurin.
Injector og Helgi Larsen
vænta eisini, at kappingin
á marknaðinum fyri trol
lemmar fer at gerast uppaftur
harðari, enn hon er í dag.
– Skulu vit framhaldandi
kunna vinna marknaðarpartar
og standa okkum í kappingini,
er neyðugt at legg ja sera
stóran dent á menning og
marknaðarføring.
Føroyski samleikin
Ein partur av hesum er
tann føroyski samleikin
hjá Injector, og tað eru
framvegis føroyingar, sum
standa aftanfyri menningina
og marknaðarføringina av
Injector-lemmunum.
– Tað at vit eru føroyingar,
hevur sjálvandi sín t‡dning,
hóast vit framleiða í eyst
urlondum, sigur Jan-Allan
Müller.
Hann vísir á, at felagið
hevur sera gott samstarv við
nógvar føroyskar fyritøkur,
og soleiðis umboðar trol
virkið Vónin lemmarnar í
fleiri londum.
– Sum heild er galdandi,
at Injector-lemmarnir geva
eina økta veiði í mun til aðr
ar lemmar, og haraftrat spara
teir skipunum fyri orku, sig
ur hann.
Nógvar bíleggingar
Jan-Allan Müller sigur, at
felagið í seinastuni hevur
fingið bílegg ingar úr londum
sum Argentina, Kanada,
Ísrael, Sameindi Arabisku
Emiratunum, Ruslandi og
Peru.
– Aftrat hesum, er eftir
spurningurin framvegis
stórur í Noregi, Íslandi og
Grønlandi umframt í norð
urlondum yvirhøvur, sigur
sølumaðurin.
Injector vinna
fram á altjóða
marknaðinum
Injector-lemmarnir verða
framleiddir eystanfyri, men
sølumaðurin, Jan-Allan
Müller heldur, at føroyski
samleikin framvegis hevur sín
týdning
– Injector-lemmarnir hava eitt sera gott orð á sær og verða roknaðir sum heimsins bestu, sigur
Jan-Allan Müller, sølumaður
Injector Stealth,
Injector Sea Wolf og
Injector Scorpion eru
nýggju lemmarnir,
sum Injector hevur
framleitt
Vinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í løtuni roynir eitt føroyskt
nótaskip teir nýgg ju pel
agisku
trollemmarnar,
Injector Stealth. Hetta er
eitt heilt nýtt design, ið
avloysir flótitrollemmin,
Injector Dropi, sum ong
antíð fekk nakað veruligt
gjøgnumbrot.
– Vit vóna, at tað pelagiska
gjøgnumbrotið fer at koma
við Injector Stealth, sigur
Jan-Allan Müller, sølu
maður.
Hann sigur, at felagið í
ár fer at royndarkoyra tvey
nýgg j sløg av lemmum til
flótitrol, og hesir lemmar
eru bygdir á heilt nýgg j
fyribrigdi innan flótitrol.
– Hesum vænta vit okkum
nógv av, sigur sølumaðurin.
Umframt Injector Stealth,
hevur Injector eisini framleitt
Injector Sea Wolf, sum
serliga eru ætlaðir smærri
trolarum.
– Hesin eru royndarkoyrdir
í heyst við óvæntað góðum
úrslitum, bæði í Føroyum,
Íslandi og Spaniu.
Triðja nýgg ja modellið hjá
Injector, er Injector Scorpion,
sum er stjørnuskotið hjá
felagnum.
– Hesir trollemmar hava
eginleikan at kunna skifta
lættliga millum troling
á djúpum og á grunnum
vatni. Teir eru gjørdir úr
eykastyrktum stáli.
Jan-Allan Müller sig
ur, at Scorpion serliga er
ætlaður til tey mest tor
føru
botnviðurskiftini,
og modellið er nýliga
tikið í nýtslu umborð á
føroyska flakatrolaranum,
Skálabergi og grønlendska
rækjutrolaranum, Markusi.
– Vit hava fingið sera góð
ummæli um hesar lemmar,
sigur sølumaðurin.
Injector Scorpion – stjørnuskotið hjá Injector
Injector Scorpion er
stjørnuskotið hjá Injector