Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 3. februar 2006 7 Týskvøldið verður kjakfundur um ferðslutrygd við heitinum »Fyri og eftir Norðoyatunnilin« í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn FERÐSLUTRYGD Tíðindaskriv Týskvøldið 7. februar klokkan 19.30 skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Á fundinum verður framløga og kjakborð við luttøku av Landsverki, Politinum, umboði fyri Felagskommununa í Vágum og Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, fer at vísa á vandamál og loysnir í samband við øktu ferðsluna, tá Norðoyatunnilin letur upp. Jan Fossaberg og Jan Poulsen, løgreglumenn, fara at siga frá royndum í sambandi við ferðslumynstur og atburð fyri og eftir Vágatunnilin. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu, fer at greiða frá í hvønn mun ferðslan er broytt og háttar sær á Vágum, síðani undirsjóartunnilin læt upp. Jón Kragesteen, dagligur leiðari á RFF, fer at vísa á týdningin av upplýsing og fyribyrging í ferðsluni. Orðstýrari á fundinum verður Hilmar Jan Hansen. Eftir fundin verða kaffi og køkur at fáa. VEÐURlag Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Um ferðaskrivstovurnar hava orsøk til at óttast fyri ikki at selja nakrar ferðir til tey heitu londini sunnanfyri, er ikki gott at vita. Í hvussu er kunnu vit staðfesta, nú januar er farin afturum, at hetta var lýggjasti januarmánaður síðani 1946. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur, at miðalhitin fyri bæði nátt og dag í januar í ár var 6,2 hitastig. Hetta er nógv lýggjari enn í januar í fjør, tá miðalhitin var 3,8 hitastig, sum hinvegin verður mett at vera vanligt í januarmánaði í Føroyum. Avfallið í januar í ár varð tó mett at vera, sum tað plagar, men annars kann vera trupult at meta um orsøkirnar til lýkkuna. Í øllum førum gjørdi lágættin nógv um seg, og tá plagar at vera heitari í veðrinum. Lýggjasti januar- mánaður í 60 ár Fløgan hjá 200 Viva La Republica er sambært heimasíðuni hjá bólkinum um at verða útseld. Bólkurin prentaði 2000 eintøk av fløguni, og í síðstu viku vóru einans 30 eintøk eftir á goymslu. Tó biðir bólkurin fólk um at halda seg rólig, tí fløgan verður nú send til endurprentingar. Tað er heldur sjáldsamt, at rokkfløgur selja so nógv eintøk. nud Viva La Republica er næstan útseld »Fyri og eftir Norðoyatunnilin« Orðaskiftið verður í Miðlahúsinum um ferðslutrygd fyri og eftir Norðoyatunnilin Mynd Snorri Brend