Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 25 - 3. februar 2006 Í dag skuldi starvs­ fólkið fáa boð um, at størvini hjá teimum verða ikki til leingi afturat, tí nú verða Farmeleiðir hjá Strandferðsluni seldar Einskiljing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú hava øll starvsfólkini á Farmeleiðum hjá Strand­ ferðsluni fingið boð um, at størv teirra verða ikki til longi afturat. Orsøkin er, at nú hevur landsstýrið tikið endaliga avgerð um einskilja Farma­ leiðir. Í løtuni verður síðsta hond løgd á ætlanina at einskilja Farmaleiðir. Sostatt verða tær lýstar til sølu í allar nærmastu framtíð og longu 1. apríl, skal sølan verða avgreidd. Landsstýrið og Strand­ ferðslan leggja dent á, at broytingarnar verða framd­ ar við virðing fyri starvs­ fólkunum og í hesum sam­ bandi fáa øll starvsfólkini á Farma­leiðum takk fyri tað sera góða avrik, tey hava skap­að øll hesi seinastu árini, hó­ast umstøðurnar mangan hava verið truplar og ótrygg­ ar, siga Strandferðslan og Inn­lendismálaráðið í tíð­ indaskrivi í dag. Av tí at tað snýr seg um munandi broytingar í starvs­viðurskiftunum, hava starvsfólkini ikki skyldu til at halda fram hjá nýggja arbeiðsgevaranum. Starvsfólkini hava tó fingið tilboð um at fylgja við í søluni yvir til tann, sum yvirtekur Farmaleiðir. Tey starvsfólk, sum ikki ikki vilja halda fram hjá nýggja arbeiðsgevaranum fáa ætlanarskriv um upp­ søgn eftir teimum reglum og sáttmálum, sum eru galdandi. Men tey starvsfólkini, ið ynskja at halda áfram hjá nýggja arbeiðsgevaran­ um, varð­veita sína upp­ sagn­artíð hjá nýggja ar­beiðsgevaranum. Tilsamans arbeiða 31 fólk hjá Farmaleiðum. Øll verða tó ikki søgd um, tí nakað av fólki verður eftir. Her er talan um tey, sum avgreiða skip og tey, sum arbeiða í pakkhúsum og einstøk afturat. Mett verður, at eini 10 fólk skulu verða eftir hjá Strandferðsluni. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í inn­lend­is­ málum, ásannar kortini, at tað er tó ongin trygd fyri, at tey sleppa at varðveita størv­ini, tí nýggi eigar­in hevur sjálvandi fríar ræ­s­ir at leggja til rættis og skipa fyri, soleiðis sum hann vil og at hava tey fólk í starvi, sum hann heldur tæna enda­ málinum best. Samstundis, sum Farma­ leiðir verða einskildar, verður eisini arbeitt við at bjóða út siglingina út í Mykines, út til privat at reka og tað skal verða longu frá 1. mai. Men tann, sum fær ta rutuna at røkja, skal eisin binda seg til at avgreiða farma­flutningin ímillum Sørvág og Mykines. Gevst við øllum flutningi Einskiljingin ber í sær, at Strandferðslan nú gevst við øllum farmaflutningi á landi. Tó verður ein avmarkaður flutningur eftir á einstøkum økjum. Eitt nú skal Strand­ferðslan varðveita ein ávísan fiskaflutning ímillum pakkhúsið í Havn og pakkhúsið á Tvør­oyri. Harafturat skal Strand­ ferðslan varðveita flutningin av stykkjagóðsi ímillum Klaksvík og bygdirnar í Kalsoy, Svínoy og Fugloy og harafturat skal flutningurin av stykkjagóðsi ímillum pakk­húsið í Havn og Hestoy, umframt ímillum bygdirnar í Sandoy og Skúv­oynna, varveitast hjá Strandferðsluni. Strandferðslan fer eis­ ini lutvíst at taka sær av fiskaflutningi úr meg­ inøkinum og í Sand­oynna. Í dag eru Farmaleiðir skipaðar soleiðis, at skipa­ avgreiðsla, pakkhús og akfør hanga saman í einum samlaðum kervi. Við søluni skulu Farma­ leiðir skiljast sundur, so­leiðis at nakrar uppgávur, eitt nú pakkhúsini í Suðuroy, Tórshavn og í Klaksvík, verða verandi eftir í Strand­ ferðsl­uni. Eisini skal út­bún­ aður til skipaavgreiðslu framvegis verða eftir á Strand­ferðsluna. – Hetta er neyðugt fyri at virksemið hjá Strand­ ferðsluni við at flyta farm sjóvegis kann halda fram,tí Strandferðslan hevur flutn­ ingsskyldu á sjónum, sigur Jacob Vestergaard. Í sambandi við at nýggi Smyril kom, keypti Strandferðslan átta køli- og frystilastir og tær verða allar verandi eftir í Strandferðsluni, so at hon kann røkja sjóvegis flutningsskylduna til Suð­ uroyar. Somuleiðis verður ein forvognur eftir í Suðuroy. Annars er ikki ætlanin, at koyra fisk runt til fiskavirk­ini í Suðuroy, tí har eru veitarar, sum kunnu taka sær av tí. Tó ber til í undantaks­føri at koyra runt í Suðuroy við fiski, tá ið smápartí til fleiri keyparar er í somu bingju, ella tá ið viðskiftafólkini ikki sjálvi kunnu heinta hann. Tí verða frystilastirnar varðveittar. Jacob Vestergaard sigur, at í ár verður annars farið undir at byggja nýtt pakkhús á nýggju samferðsluhavnini á Krambatanga og tá verður støða av nýggjum tikin til útkoyring av fiski í Suð­ uroy. Strandferðslan skal eisini fram­yvir skipa fyri land­veg­is flutn­i­ngi av stykkjagóðsi og avmarkaðum fiskaflutningi millum pakkhúsið í Havn og bygdirnar á Sandoynni og Skúv­oyar hvønn gerandis­ dag í viku. Ein bilur verður eftir í Sandoy til at røkja hesa uppgávu. S­tandferðslan skipar eisini so­leiðis fyri, at at farmur kann lat­ast inn og heintast í einum avgreiðsluhøli í Klaksvík. Farmurin verð­ ur koyrdur mill­um hetta avgreiðsluhølið og all­ar bygdir í Kalsoy og Hvanna­ sund einar 2 ferðir um vik­ una. Annars fer Strandferðslan framvegis at avgreiða farm, sum skal flytast sjóvegis, tí tað hevur hon skyldu til. Men allur annar flutningur eftir landi, heldur uppat, uttan tann avmarkaði flutn­ ingurin í Suðuroy, Sandoy og Norðoyggjum og øðrum útoyggjum. Men flutningurin fevnir heldur ikki um vøru, sum kann flytast við við Post­verkinum ella sum vinnuligur flutningur. Somuleiðis verður allur ser­flutningur hereftir ein­ ans røktur av privatum flutn­ ingsfeløgum. Nú er endiliga greitt nær umboðsnevndin hjá SEV skal koma saman at viðgera trupulleikan í SEV SEV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður tann 17. februar, at tað kanska fæst ein endi á stríðnum, sum hevur plágað í SEV seinastu tíðina. Tá verður nevniliga tann nógv umrøddi fundurin í umboðsnevndini í SEV, har trupulleikin í SEV skal umrøðast. Hans Tausen Olsen, for­ maður í umboðsnevndini í SEV, hevur kallað um­­boð­ snevndini til fund­ar á Hotel Føroyum fríggjamorg­un­in tann 17. februar klokkan 11. Tað er minnilutin í stýr­ inum fyri SEV, sum hev­ur biðið um fundin og minni­ lutin hevur javnan sóknast eftir, at formaðurin í um­boðsnevndini fór at taka áheit­anina til eftirtektar. Og nú hevur Hans Tausen Olsen tikið støðu til, nær fundurin skal verða og inn­kallingin til fundin verður send limunum í um­boðsnevndini í morgin, sigur Ein spurningur, sum hev­ ur verið frammi í hesum sam­bandi, er um økisfundir skuldi vera kring landið fyri at kunna limirnar í umboðsnevndini so at teir kundu vera so væl ílætnir, sum gjørligt t il at umrøða málið á fundinum Men Hans Tausen Olsen sigur, at tað fer hann ikki at gera. Kortini sigur hann, at verður heitt á hann um at koma á fund, við umboðsnevndarlimir kring landið, fer hann. Stórmál á skránni Tað skerst ikki burtur, at tað eru stórmál á skránni. Kortini er spurningurin, hvørji mál, umboðsnevndin fer at viðgera. Tá ið minnilutin bað um fund í umboðsnevndini, var ætlanin, at fáa nevndina at umrøða leiðsluviðurskiftini í SEV. Stjórin, Klæmint Weihe, hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn, men minni­lutin metir ikki, at grundarlag er fyri at siga hann upp. Harafturat koyrdi stýrið fyri SEV, Leiv Hansen frá sum formann herfyri og valdi Kim Durhuus ístaðin. Minnilutin í stýrinum vil eisini hava umboðsnevndina at taka støðu til, um nýtt stýrið skal veljast og í so fall, at velja nýtt stýri Men formaðurin í um­boðs­ nevndini hevur áður sagt, at leiðsluspurningurin í SEV, er eitt mál, sum um­boðsnevndin ikki kann viðgera, tí hon hevur onki við hetta at gera. Spurningurin um leiðsl­­u­ na í SEV, er ein spurningur, sum ligg­­ur hjá stýrinum burturav og tí hevur um­boðsnevndin onki við hann at gera. Hvussu stýrið er skipar seg er eisini eitt stýrismál burturav og tað hevur nevnd­ in sostatt heldur onki við at gera. Hinvegin kann um­boðsnevndin altíð velja nýtt stýrið. Eitt annað mál, sum minni­lutin í stýrinum vil hava umboðsnevndina at við­gerða, er, um nýggjur formaður skal veljast í um­boðsráðnum fyri Hans Tausen Olsen og tað kann umboðsnevndin viðgera. Nú er klárt at selja bláu lastbilarnar Longu 1. apríl skal einskiljingin av Farmaleiðum verða avgreidd, men Strandferðslan skal varðveita ein avmarkaðan flutning eftir í sambandi við útoyggjarnar, Sandoyar og Suðuroynna. Samstundis skal siglingin út í Mykinesar bjóðast út Umstríddur fundur í SEV verður 17. februar Leivur Hansen í SEV stýrinum, hm. og Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini, heilsast á fundi í stýrinum herfyri. tann 17. februar standa teir aftur yvirav hvørjum øðrum