Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 3. februar 2006 9 Í næstu viku taka 32 næmingar úr 9. flokki sæti á tingi. Næmingarnir hava skrivað uppskot og fara at virka sum rættiligir tinglimir Ungdómsting Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mánadagin og týsdagin mugu fólkavaldu løgtingsumboð vára víkja heitu tingsessirnar fyri blómandi ungdómi Før­ oya. Tí hesar dagar mynda 32 næmingar úr fram­ halds­deildunum politik­ara­ skar­an í Føroya Løgtingi. Næmingarnir fara eisini at seta dagsskránna við støði í evnum, sum teir halda hava týdning. Viðkomandi mál Seinastu mánaðirnar hava næmingarnir, sum umboða fýra 9. flokkar, fyrireikað átta uppskot og verða hesi viðgjørd eins og vanlig lógaruppskot og uppskot til samtyktar. Næmingarnir verða bólkaðir í tríggjar nevndir: vinnunevnd, ment­anarnevnd og trivn­að­ar­ nevnd. Innkomnu uppskotini snúgva seg um ymisk mál og eru tey orðað sum rættilig uppskot við eitt nú heiti, viðmerkingum og gild­iskomu. Evnini sum ungdómurin hevur valt at við­gera snúgva seg um av­tøku av revsilsisrættinum, rúsdrekka, ferðslu, skúlan, fyribyrgingarráð. Innføring í fólkaræðið Sambært Edmund Joen­ sen, løgtingsformanni, er endamálið við tiltak­in­ um lutvíst at geva næm­ ing­unum størri innlit í tað at vera ein partur av fólka­ræðinum, umframt at vísa næmingunum, hvussu fólkaræðið virkar í veruleikanum. Harumframt er endamálið at geva næm­ ingunum innlit í, hvør leik­ luturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um. Vanligt í grannalondunum Ungdómsting er kent fyri­ brigdi í londunum kring okk­um, og føroyskur ung­ dóm­ur hevur eisini havt møguleika at taka lut í tí danska. Hettar er tó fyrstu ferð, at ungdómsting verð­ ur hildið í Føroyum, og for­ mansskapurin sigur, at tey hava sett sær sum mál at gera til­takið so væleydnað, at tað framhaldandi kann vera ein liður í útbúgvingini av okkara ungdómi. Fjølbroytt skrá Fyrsta punkt á skránni til ungdómstingið verður, at ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum mána­ morg­unin kl. 9:00, har teir fáa eina frágreiðing um tingið, arbeiðs- og manna­ gongdir. Síðani verða næm­ingarnir sessaðir í ting­salinum og Edmund Joen­sen, løgtingsformaður, setir tingið. Aftaná leggja næmingarnir síni uppskot fram, og teir sleppa at seta spurningar og at koma við viðmerkingum til upp­ skotssetararnar. Á middegi bjóðar Løgtingið døgurða og seinnapartin verða nevndarviðgerðir har spurningar til lands­ stýr­ismenninar verða av­greiddir. Síðani verða ungdómstingmálini umrødd, og álit verður skrivað í øllum málunum. Í álitunum skal verða mælt til, at í minsta lagi eitt uppskot skal sam­ tykkjast, og í minsta lagi 1 uppskot skal falla. Týsdagurin sær soleiðis út, at ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum kl. 9.30, og síðani byrjar ung­dóms­ tingfundurin og umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini. Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey. Síðani bjóðar Løgtingið aft­ ur døgurða og aftaná møta ungdómstinglimirnir í Løg­ tinginum til munnligar fyri­ spurningar til løgmann og landsstýrismenn. Aftaná tingfundin verður móttøka, har høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ung­dómstinglimirnar. Kanning vísir, at føroyskar ein­lig­ ar mammur liva langt undir fátækra­ markinum, og at livikor teirra eru út av lagi vánalig Føroyar 2006 Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Eta útgingnar vørur, spara upp til regnklæði til børnini, rinda ikki útvarps- og sjónvarpsgjald, og telefonrokningin bíðar til barnapengarnir koma. Tær keypa øll klæði á útsølu og fáa føroyskan mat og gom­ul klæði frá góðum fólki. Tær búgva ókeypis hjá for­eldrunum ella rinda upp í 6.000 kr. um mánaðin í leigu og so arbeiða tær kvøld og vikuskifti, umframt vanliga starvið. Hesin er syndarligi veru­ leikin hjá einligum mamm­ um í Havn anno 2006, vísir ein kvalitativ kanning, sum teir tríggir soc. lesandi á RUC Fróði Jacobsen, Jóhann Lützen og Rókur J. Jacobsen lótu úr hondum í mai 2004. Teir høvdu sett sær fyri at kanna livikorini hjá einligum mammum í Havn og hava í tí sambandi prátað við sjey mammur. Kanningin er ikki tespiligur lesnaður. Ræðandi fátækradømið Høvuðsniðurstøðan í kann­ ing­ini vísir, at allar sjey kvinn­urnar liva undir tí, sum verður rópt relativt fá­tækradømi, har markið er, at hvør persónur í hús­k­ unum skal hava 2.500 kr. um mánaðin at ráða yvir. Tær báðar kvinnurnar, sum hava mest eftir um mánaðin, hava 2000 kr. til hvønn í húskinum. Av tí at kvinnurnar hava so lítið fíggjarligt rásarúm, skal bert ein lítil óvæntað hending í nærumhvørvinum til at koppa fíggjarstøðuni og vælferðini í familjuni. Vónleys bústaðarútlit Tað undrar ikki, at íbúðar­ neyð­in í høvuðsstaðnum er millum mest tyngjandi orsøkirnar til fátækradømið hjá einligu forsyrgjarunum. Í kanningini frá RUC liggja leigu­útreiðslurnar hjá mamm­unum millum 0 og 6000 kr. um mánaðin. Og tá ongin bústaðartrygging (boligsikring) er í Føroyum, ger hetta støðuna hjá fá­tæku familjunum meira vónleysa. Familjan er trygdarnetið Familjan og sosiala netverkið hevur ómetaliga stóran týdn­­ing fyri kvinnurnar, og kanningin vísir, at tær, sum hava eitt veikt sosialt netverk, samstundis eru tær, sum hava torførast við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Fleiri av kvinnunum búgva inni hjá foreldrum ella aðrari familju, og tær fáa mat, klæði, barnagentu og sálarligan stuðul frá fam­iljunum. Samstundis siga nakrar av kvinnunum, eitt nú 35 ára gamla mamman at trimum børnum, at hon ikki ynskir at vera bundin av familju og vinum, men at hon kortini noyðist at búgva inni. Sama kvinnan hevur 2500 kr at ráða yvir til sín og børnini um mánaðin. Men hon fær kjøt og fisk frá góðum fólki í familjuni, og hon fær frukt og grønmeti frá tveimum sjálv­bodnum fólkum í Havn, sum býta nærum útgingnar vørur frá matvøruhandlum í býnum. Kvinnan greiðir frá, at hon sær seg noydda til at yvirtrekkja kontuna hvønn mánað, frá tannlæknanum fær hon avdráttarskipan og telefonin varð ikki goldin, tá dótturin varð fermd. Hon fær onga hjálp frá sosialu myndugleikunum, av tí, at hon hevur fulltíðarstarv, og hon fílist á, at um hon hevði verið misnýtari ella drykkikvinna, so hevði hon fingið hjálp. Vónbrotnar av málsviðgerð Sambært einligu mamm­ un­­­um, sum teir lesandi á RUC hava prátað við, er sam­­bandið og samskiftið við sosialu mynduleikarnar millum mest tyngjandi tætt­ir­ nar í gerandisdegnum. Flestu kvinnurnar hava lítið gott at bera málsviðgerðini, og tær skilja eitt nú ikki, at tað skal vera so torført at fáa ískoyti til inntøkuna, tá hon er ov lág. Kvinnurnar vera sáldaðar frá í sosialu skipanini, tí mett verður, at tær eiga at megna at forsygja sær og sínum. Ein av mammunum í kann­ingini, sum er lesandi og arbeiðir sum bartendari hvørt vikuskifti, greiðir frá, at hon ongantíð hevði ætlað at seta seg í samband við sosialu myndugleikarnar, tí hon ynskti sjálv at forsyrgja sær og sínum. Men til end­ ans var støðan vorðin so vón­ leys fyri hana og børnini, at hon kortini fór krúpandi til teirra. Og hon greiðir frá, hvussu eyðmýkjandi tað kend­ist, eitt nú, at skula kæra eina skeiva avgerð frá myndugleikunum. Sálarliga trýstið Felags fyri kvinnurnar í kann­ingini er, at tær hava gott mót upp á lívið, og at tær eru sannførdar um, at trongu fíggjarligu korini fara bert at vera galdandi í eitt styttri tíðarskeið í lívinum. Samstundis siga fleiri teirra seg skammast av vána­ ligu støðuni, og at tær eru flóvar av at noyðast at dúva upp á onnur. Øll orka fer til at raðfesta tíðina og allar íløgur mugu umhugsast gjølla. Fyri allar kvinnurnar er galdandi, at trivnaðurin hjá børnunum og teirra møguleikar at taka lut í vanligum virksemi kem­ur í fyrstu røð, meðan tørvurin hjá mammunum, eitt nú at koma út millum fólk, má lúta. Útbúgving loysir seg ikki Annað sum kvinnurnar fílast á, er at tað nærum er ógjørligt hjá einligum forsyrgjarumat nema sær eina útbúgving í Føroyum. Um tær fara undir lesnað verða tær koyrdar úr sosialu skipanini og skulu liva av vanligum studningi til lesandi. Tær verða sostatt ikki mettar at hava tørv á fíggjarligum stuðli, og má hetta sigast at standa í andsøgn við allar visiónir fyri framtíðar Føroyar Betrið korini Tey tríggir lesandi á RUC, Fróði Jacobsen, Jóhann Lüt­ zen og Rókur J. Jacobsen, mæla í kanningini til, at lagt verður í annan bógv, hvat viðvíkur sosialpolitisku raðfestingina í landinum. Í dag verður støðið tikið í at bjarga teimum, sum eru farin út av rókini, meðan rættari hevði verið at fyribyrgt at fólk komu so langt. Í mun til einligar mammur í Føroyum meta teir tríggir, at tørvur er á skjótari og miðvísari máls­ viðgerð, sum tekur støðið í heildarstøðuni hjá einstøku familjuni. Harumframt meta teir tríggir, at tørvur er á at áset­ingarnar um upp­hædd­urnar á sosialum veitingum eiga at vera á einum somikið hósk­andi støði, at tær einligu mammurnar kunnu hava ráð til ein hampuligan bústað uttan at tað skal koppa allari fíggjarætlanini hjá familjunum. Hetta út­frá teirri sannroynd, at ong­in íbúðarstuðul finst í Føroyum. Av tí at íbúðarneyðin er so stór, mæla teir tríggir eisini til ein miðvísari bú­staðarpolitik, sum kann bøta um vánirnar hjá teim­ um, sum ikki fáa fylgt við, og teir vísa á ovurstór a tørv­ in á betri og bíligari íbúðir til stakir forsyrgjarar og aðrar láginntøkubólkar. Einligar mammur: Ein verulig undirstætt Skúlanæmingar taka sæti á tingi