Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 25 - 3. februar 2006 Talu- og skrivifrælsi, framsóknarfrælsið ella pressufrælsi, sum hugtakið eisini nevnist, er ein av grundstuðlunum undir vesturlendsku fólkaræðinum. Meðan einaveldið var, var pressufrælsið bannað og fólk, sum talaðu ella teknaðu atfinnandi móti kirkju ella kongi vórðu revsað. Hetta er ein orsøkin til, at pressufrælsið er sett í sjálva grundlógina í einum hvørjum fólkaræði. Tað er hetta frælsið, sum alt rokið um Muhammedstekningarnar í Jyllandsposten snýr seg um. Uttan mun til hvørjar grundir Jyllandsposten hevði til at seta nevndu tekningar í blaðið, so kann danska stjórnin ikki fara inn og sensurera pressuna. Um ein persónur, eitt felag, ella eitt trúarsamfelag kennir sær gingið ov nær, eigur tann fornermaði at fara til dómstólarnar og ikki til stjórnina. Tað er jú soleiðis, at framsóknarfrælsið verður útinnt undir ábyrgd fyri revsilógini og lógini um fjølmiðlaábyrgd, sum verja fyri ærumeiðing. Tað er hetta, sum andaligu leiðararnir í muslimska heiminum ikki skilja. Í teimum muslimsku londum, har øsingin um tekningarnar er størst, finst einki pressufrælsi. Har avger stjórnin einsamøll, hvat ið skal vera loyvt at seta á prent ella varpa út. Tað er tí fyri ein stóran part trótandi vitan um okkara norðurlendska fólkaræði, sum gevur gróðrarbotn fyri hesi øsingini. Men sjálvandi eru tað onnur viðurskifti, ið mynda bakstøðið fyri hesi øsing, sum hevur tikið vinnulív og stjórnir í Norðurlondum á bóli. Hesi viðurskifti hava nakað at gera við innanríkispolitiskar trupulleikar í ávísum arabiskum londum. Øsingin hevur givið vinnufyritøkum í Danmark og Noregi stórar trupulleikar, og hetta ger so spurningin um leik­ lutin hjá stjórnunum aktuellan. Skal ein stjórn í einum demokratiskum landi biðja um fyrigeving fyri, at eitt blað undir verju av pressufrælsinum viljað ella óviljað kemur til at fornerma eitt trúarsamfelag, sum fevnir um meira enn ein milliard og sum sasmtundis er týðandi marknaður? Ella sagt meira kontant: skal ein demokratisk stjórn seta pressufræslið til viks fyri at bjarga ordrum og arbeiðsplássum? Ja, sigur vinnan – nei siga pressan og demokratar flestir. Hetta er ikki so einfalt, sum tað tykist. Og hetta er helst orsøkin til, at forsætisráðharrin ikki gav umbering men bert harmaðist um, at hundraðtals milliónir av muslimum vóru firtin av Muhammedstekningnum. Forsætisráðharrin hevur tí einki val. Hann kann ikki geva umbering, uttan at gera seg inn á grundleggjandi fortreytir fyri aldargomulm donskum fólkaræði. Tískil kann hann bert harmast. Danmark er vorðið eitt multietniskt og multi­­mentanarligt samfelag. Hetta krevur, at allir partar sýna virðing hvør móti øðrum í øllum viðurskiftum. Gera danir ikki tað og gera etniskir bólkar og trúarsamfeløg ikki tað, so gongur tað galið. Tað kann ganga heilt galið sum t.d. á Balkan. Hetta gongu báðar sjálvsagt vegir. Nýdanir ella innflytarar mugu eisini skilja, at danir hava nøkur virði, sum eru so grundleggjandi, at missa danir hesi, so er Danmark fokið sum fólkaræði. Her hava allir myndugleikar, stovnar og pressan eina stóra uppgávu nevniliga at fáa allar partar at skilja, at eitt multietniskt og multimentanarligt samfelag setir onnur og nýggj krøv til upprunaborgarar, nýdanir, skúla, myndugleikar og fjølmiðlar. Hetta er eingin lættur setningur, men jú longur bíðað verður við at greiða hann, jú truplari verður uppgávan. DAGSINS MEINING Sosialurin Pressufrælsið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Skulu vit virða hvønn annan ella harta hvønn annan? Hetta tyk­ist vera eina av høv­ uðsspurningunum í dag­sins samfelag. Tí er tolsemistiltakið, sum fólk úr listaheiminum skipa fyri leygardagin, harðliga tiltrongt. Vónandi nýtir hvør einstakur høvið vera við í skrúðgonguni og harvið stuðla upp undir føroyska tolsemið. Hvat er hent við okkum før­ oy­ingum? Hóast happ­ing­ armentanin hevur blómað í Føroyum frá gamlari tíð gjøgnum tættir, skipsrukkur og bygdarfrell, so hava vit hóast alt góðtikið og virt hvønn annan nøkulunda. Men nú er vorðið galið. Nú kanst tú ikki kalla teg rætt­an mann, um tú ikki gong­ur á odda í at niðra og enn­tá útihýsa fólki úr sam­ felagnum. Politikarar eru teir, sum hava verið fremstir at inn­ ført nýggja rákið. Dugi ikki at finna aðra orsøk fyri hesum enn eitt slag av polit­iskum máttloysi og ómegd. Tað er jú lættari at brúka orkuna uppá niðran og afturfyri sleppa í fokus, heldur enn at brúka nógva orku og stríð uppá torgreidd samfelagsviðurskifti og kanska onga umtalu fáa. Trupulleiki í Javnaðar­ flokkinum Tíverri sær tað út til, at støð­ an hevur ment seg til at ger­ ast mest álvarsom í mín­um egna flokki. Her er visjón 2015 vorð­in til visjón 1715, og ein­stak­ur ting­limur sær tað sum sítt fremsta mál at útihýsa fólki frá arbeiðs­ marknaðinum orsakað av kynsligum samleika. At nokta fólki livibreyð er sjálvsagt beint tvørturímóti øllum aðalmálum í alheims javnaðarhugsjónini. At bein­leiðis niðra samfelags­ bólkar er somuleiðis í stór­ ari andsøgn til javnaðar­ hug­sjónina. Og tískil eiga slík sjónarmið á ongan hátt at fáa rúmd í einum javn­ aðarflokki.  Tí var tað er fegnast um, at starvsnevndin í Javn­að­ arflokk­inum al­ment boð­aði frá, at Javnaðarflokkurin er ímóti slíkum sjónarmiðum og tvørturímóti heldur, at rúm skal vera fyri øllum í landi okkara. Tískil er al­­ menna støðan hjá Javnaðar­ flokkinum júst í tráð við tolsemistiltakið. Men tess meira serstakliga harmiligt og ódámligt var tað, at hesi sami tingmaður í staðin fyri at taka átalu flok­sins til eftirtektar, held­ ur valdi at standa við sínar útsagnir og alment niðra álitis­fólk í sínum egna flokki. Sjálvsagt skal vera vítt til veggja og høgt til loftið í Javnaðarflokkinum eins væl og aðrastaðni. Men slíkur harðrendur atburður ímóti næstanum eigur á ongan hátt at koma fyri. Tolsemistiltakið er júst í tráð við nýggju starvs­ nevnd­arsamtyktina hjá Javn­aðarflokkinum. Tískil skal tað vera mín vón, at ikki minst fólk úr okkara flokki fara at stuðla frálíka tiltakinum. 2015 ella 1715 Poul Michelsen, løg­tings­ maður, førdi herfyri fram, at stendur hendan gongdin við, er lítið virði í at halda fram við tosinum um, at Føroyar skulu vera millum heimsins bestu lond í 2015. Hesum eri eg púra samdur við honum í. Tað er lítil møguleiki at náa málinum, um ikki allir borgarar í samfelagnum hava møguleikan at vera við. Hjá mær sum politikara og sum javnaðarmanni er tað eitt aðalmál – ella rættari ein skylda at arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Einum samfelag, har tað er pláss fyri tær, óansæð sosialan status, húðalit ella kynsligan samleika. Ein­ um samfelag, har frælsi, javn­­­að­ur og brøðralag eru í há­sæti. Menniskju skulu hava frælsi at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll. Tí hava vit skyldu at tryggja frælsi fyri øll gjøgnum brøðralagið. Øll eiga rættin til eitt gott lív í felagsskapinum. Ikki bert nøkur fá, ikki bert meirilutin, men øll. Onki minni enn øll. Tað er ymiskleikin – tað serstaka við tí einstaka – ið skapar eitt samfelag. Tí eiga vit at virða ymiskleikan og verja hann. Vælkomið tolsemistiltak Tinglimur fyri Javnaðarflokkin John Johannessen Mikukvøldið verður borgarafundur í Ósa­ skúlanum í Klaksvík, har framtíðin hjá Norðoyggjum við fasta sambandinum verður viðgjørd SAMFERÐSLA Tíðindaskriv Í allar tíðir hevur hav skilt Norðoyggjar frá megin­ øki­num, men við áræði frá leiðandi fólkum og við hjálp frá nýggjari tøkni, standa vit á gáttini til eina tað størstu hending í norðoyasøgu – nevniliga at tað verður koyrandi undir Leirvíksfirði.  Hetta síggja vit øll fram til, tí vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur við góðum og jøvnum sambandi. Tað er eingin ivi um, at henda íløga fer at skapa vøkstur og trivna og at vit sum borgarar fara at fáa stóra gleði hava hesum frambroti. Eitt tað fyrsta sum vit fara at leggja til merkis, verður økta ferðslan, og tí verður kallað inn til borgarafund í Ósaskúlanum mikukvøldið 8. februar 2006  kl. 19.00.  Skulu vit á nakran hátt gera tað liviligt fyri okkum sjálvi og teir gestir, sum koma hendan vegin, so er umráðandi, at vit viðgera hetta evni og væl og virði­ liga. Ein spurningur er par­ keringsviðurskiftir, ein ann­ ar hvussu man fær ferðsluna at glíða, men tann størsti er kanska ferðslutrygdin. Tankin er, at fundurin skal verða uppbyggjandi og gevandi og skal hann verða ein stuðul til tey sum skulu taka avgerðir. Tey sum luttaka eru: Klaksvíkar Kommunu Ráði fyri Ferðslutrygd Løgregluna Ambulansutænastuna Sløkkiliðið Landsverk Norðoyatunnilin     Hvannasunds Kommuna Viðareiðis Kommuna Kunoyar Kommuna Borgarafundur um fasta sambandið