Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 3. februar 2006 11 Landsstýrið hevur nú sjálvt váttað tað svart uppá hvítt: ABC-samgongan er tann umvendi Robin Hood. Hon tekur frá teimum, sum hava minst. Og tekur frá teimum, ið hava mest. Nógv hevur verið sagt og uppáhildið um skattalættan hjá samgonguflokkunum. Eg havi tí spurt lands­stýr­ ismannin í fíggjarmálum sjálvan, hvussu skattalættin og fíggjarpolitkkin hjá ABC-samgonguni, rak­ar ger­ and­isdagin hjá føroy­ingum øllum. Hvat hevur eitt vanligt verkafólk eftir í krónum og oyrum, tá skatturin er goldin og øll hini gjøldini, sum samgongan hevur sam­tykt: Inngjald til sam­ halds­fasta, inngjald til bar­ silsskipan, vegskattur og økt­ur kommunuskattur, tí nýggj økir verða løgd til kommunurnar? Og hvat hev­ur ein høg inntøka uppá tildømis 600.000 krónur um árið eftir? Landsstýrismaðurin svar­ ar, at um undirskjalið, sum samgonguflokkarnir hava skrivað undir uppá, verður framt, og kommunuskatturin hækkar, sum roknast kann við í teimum mest skuldar­ tyngdu kommunum, so er úrslitið hetta: 1. Eitt verkafólk í Skopun ella í Vági (ella heima á Sandi) við ársinntøku uppá 170.000 um árið, missur millum 2.800 og 1.800 krónur árliga. 2. Ein høg inntøka upp­á 600.000,- í mið­staðar­øki­ num fær knappar 40.000 krónur beint niður í lumm­ an. Hjá verkafólkinum er so­ statt talan um eina real­lønar­ lækking uppá millum 1 og 2%. Hjá tí ríka er talan um eina hækking í reallønini uppá umleið 7%! Og hetta hendir meðan landsstýrið legði landið lam­­ið í eina heila viku, or­ sakað av ósemju um 0,1% í lønarhækkan – og ar­beiðs­ kvinnu- og arbeiðs­manna­ feløgini hava víst sam­fe­lags­ sinni. Sum maðurin segði: ”Máti skal vera við at vera galantur!” Hetta er eisini orsøkin til, at skattalættin var loyniligur áðrenn valið, og at alt verður gjørt til tess at dylja hann sum mansmorð framvegis. Hví hevur tildømis ongin fjøl­miðil sagt nakað um hetta? Var talan um ein løn­ar­sam­ráð­ing, har tey hægst­løntu høvdu fingið 7% í lønarhækking, meðan Verka­mannafløgini góðtóku at fara 1-2% niður í løn, so hevði jú uttan iva verið bál og brandur. Eisini er áhugavert at ímynda sær, hvat javn­aðar­ flokkurin hevði sagt, um hetta fór fram, meðan hann sat í andstøðu. Higartil hev­ ur javnaðarflokkurin bert valt at siga ósatt og hevur roynt at billa fólki inn, at hetta er tað sama sum Tjóð­ veldisflokkurin gjørdi í und­ anfarnu samgongu. So seint sum í tingi­num týsdagin, tá lands­stýr­is­ maðurin svaraði fyri­spurn­ inginum, royndu sam­gongu­ fólk sum vanligt at geva Tjóðveldisflokkinum skyld­ ina fyri, at veruligu tølini komu fram. Trupulleikin hjá teimum var bara, at tað vóru tølini frá teirra egna landsstýrismanni, sum tey skeldaðu um Enn hevur samgongan ikki framt tey seinastu stigini í tí loyniliga skattalættanum, sum tey hava skrivað undir uppá at fremja. Tí kann vón­ ast, at onkur torir at steðga hesi viðvendu Robin Hood- samgonguni. Ikki tí. Tað er nóg ringt sum er. Sambært lands­stýris­ manninum sjálvum, so er úrslitið av tí, sum hendan samgongan longu hevur framt: 1. Eitt verkafólk í Skopun, sum eisini rindar vegskatt skal gjalda 1.061 krónur meira í skatti og avgjøldum í 2006. 2. Ein høg inntøka í mið­ staðarøkinum rindar 10.600 krónur minni í skatti og avgjøldum í 2006. Sig so her búgva javnaðarfólk í Føroyum. Hogni.Hoydal@ft.dk Áhugavert var at fylgja við í sjónvarpstjakinum týskvøldið um eftir­lønar­ skipanir í Føroyum. Beinleiðis orsøkin til kjakið var, at arbeiðs­ bólkurin, sum hevur sitið og arbeitt við meiri samskipaðum pensiónsviðurskiftum er uppsteðgaður og hevur lagt frá sær. Fyri nøkrum mánaðum síðani hevði eg eina grein um hesi viðurskifti. Men tá málið nú er komið upp aftur fær tað meg at leggja nøkur orð afturat, sigur Jógvan Sundstein Stórur dentur verður í fleiri londum lagd­ur á verj­una av vælferðar­sam­felagnum, ikki minst í Norðurlondum. Í Dan­mark hevur ein »Velfærdskommission« skrivað eitt stórt verk um, hvussu vælferðin kann bjargast í framtíðini. Ymiskt er, sum hetta verk hevur verið móttikið, men politikarar eru samd­ir um, at ein kann ikki bara lata standa til. Í ávísum førum er farið út um mark við almennum útreiðslum, samstundis sum færri fólk eru á ar­beiðsmarknaðinum. Í Danmark hevur orðaskifti serliga snú seg um so­ kallaðu “efterlønnen” (ikki at blanda saman við tað, sum vit rópa eftirløn ella pensión). Hendan danska “efterløn” hevur eftir ávísum treytum kunnað verða útgoldin til fólk, sum gevast við at arbeiða, tá tey fylla 60 ár. Tað hevur havt við sær eina rúgvu av fólki, sum gevast ar­beiðs­ marknaðinum, sjálvt um tey eru arbeiðsfør, og taka sær av løttum við hampuliga góðari úr­ tøku. Fyri nøkrum árum síðani settu danir eisini fólkapensiónsaldurin niður frá 67 árum til 65 ár. Fleiri røddir eru nú frammi aftur um, at seta fólkapensiónsaldurin upp aftur til 67 ár og sam­ stundis avtaka ella minka um eftirlønarskipanina, í øllum førum hækka aldurin frá 60 árum til 62 ár ella hægri. Politiskar samráðingar vera um hetta í næstum, og roknað verður við eini ella aðrari nýggjari stórari politiskari vælferðarsemju. Til alla lukku hava vit ikki í Føroyum havt hesa “efterløn”, tvørtur í móti hava arbeiðsfør fólk roynt at arbeiða sum longst. Samstundis hevur fólkapensiónsaldurin alla tíðina verið 67 ár. Eis­­­ini hevur vanligur pen­­siónsaldur annars sum oftast eisini verið 67 ár og við hvørt 70 ár. Hetta hevur havt posi­­tiva samfelagsliga ávirk­an. Fyri persónar undir 67, sum ikki hava verið førir fyri at veri á arbeiðsmarknaðinum hava vit skipanir við fyri­­ tíðarpensión og Arbeiðs­ loysiskipanina. Pensiónsskipanir, núverandi Núverandi føroyska pen­ siónsskipanin er í høv­uðs­ heitum hendan: Fólk undir 67 ár (ikki á arbeiðsmarknaðinum): Fyritíðarpensión Ymiskar almannaveitingar Arbeiðsloysisskipanin Fólk yvir 67 ár: Fólkapensión, grund­ upphædd Fólkapensión, ymisk ískoyti Samhaldsfasti Ymiskar individuellar ella fakfelagsavtalagar pensións- ella uppspar­ ingarskipanir Vert er at leggja dent á, at fólkapensións grund­ upphæddin og ávís ískoyti eru skattafrí. Hetta hevur stóran týdning og hevur við sær, at hendan pensiónin er nógv drúgvari enn til dømis í Danmark, har hon er skattskyldug. Ein dani, sum fær fólka­pensións­ grund­upp­hæddina pluss kanska eitt sindur av ískoytum, fær ikki stórt meira burturúr enn ein før­oyingur við somu veitingum, sjálvt um brutto­ upphæddin er væl størri. Pensiónsskipanir í framtíðini Tað orðaskifti nú snýr seg um, bæði í Føroyum og aðrastaðni, er um fram­tíðarviðurskiftini. Tað ræður um at gera skip­anirnar so einfaldar sum møguligt, samstundis sum inntøkurnar hjá teim aldrandi eru so góðar, rætt­vísar og nøktandi sum møguligt. Tað framkomna samfelagið skal duga at vísa, at møguleikarnir fyri einum góðum og fíggjar­ liga tryggum aldurdómi eru til staðar. Fyrst av øll­um eiga umstøðurnar hjá teimum, sum áðrenn pensiónsaldur koma illa fyri, at vera nøktandi. Her er helst ikki neyðugt við so nógvum prinsipiellum broytingum, men heldur eini eftiransan av, at ver­­­andi skipanir sum fyri­­­tíðar­pensión og arbeiðs­ loysisstuðul eru nøkt­andi og svara til sam­­tíðar­við­ ur­skift­ini. Leggj­ast kann aftur­at, at bæði fyri løntak­ ar­an og fyri tað almenna sær út til, at føroyska ar­ beiðsloysisskipanin virk­ar betur enn í granna­londum okkara. Tó treyð­ ugt so kann okkurt gerast enn betur. Hinvegin eiga skipanir­ nar fyri tey, sum náa ein vissan aldur, og her haldi eg, at tað eigur at vera hildið fast við 67 ára aldursmarkið, verða eftir­­hugdar og gjørdar so væl skiljandi sum møgu­­ligt. Rættvísi má eisini við í myndina, tí tað er órættvíst, um fólk aftaná drúgt arbeiðslív í samfelagsins tænastu og skattgjalding ikki fáa løn í sínum otium. Tær ymisku eftirlønarskipanirnar eru ikki ein olmussa, men tvørturímóti ein uppiborin løn fyri væl útint arbeiði. Pensiónsskipanirnar eiga at vera eitt samanspæl av uppsparing av almenn­ um peningi, egnum inn­­­­gjaldingum og arbeiðs­ gevara­­inn­gjaldingum. Tað hevur verið ført fram, at persónligu eftir­­lønar­ skipanirnar eru meira út­bygd­ar í granna­­lond­un­ um enn í Før­oy­­um. Hetta er helst rætt, men nógvar privatar pen­sións­tryggingar eru teknaðar seinastu árini í Føroyum, verið tað seg ratu- ella kapitaltryggingar. Lóg­gávuvaldið kann ongatíð gera so góðar skipanir, at øll fáa líka nógv. Ein slík útjavning kann ikki gerast fyri eldri fólk, líka so lítið sum fyri fólk í øðrum aldursbólkum. Persónliga valið hjá fólki, bæði tá tað snýr seg um útbúgving, arbeiðsval og uppsparingarval er fjøl­ broytt og frítt. Ávísir tryggleikar og reglur eiga tó at vera skaptir, og tað er hetta,sum poltiski myndugleikin skal royna at útvega skjótast gjørligt. Tí júst á hesum øki koma skipanirnar at taka sína tíð, áðrenn tær virka til fulnar fyri tey, skulu liva undir teimum. Fólkapensiónin, grund­ upphæddin. Hetta er, og eigur at vera, grundtrygdin hjá øllum, sum náa fólka­ pensiónsaldur. Hon er ikki stór, men av tí, at hon er skattafrí, hevur hon eitt størri virði fyri mót­­tak­ar­ an, enn ein hægri skatt­ skyldug upp­­­hædd vildi havt. Nú­ver­­andi regl­ur eiga at verða endur­skoðað­ar, og upp­­hæddin regulerað í sam­­svar við búskapar- og kostnaðarvøksturin. Ískoyti til fólkapensión­ ina. Hendan veitingin eigur at verða latin til tey, sum ikki gjøgnum arbeiðslívið hava havt møguleikar at spara saman (lógarskyldugt ella sjálvviljugt) til pensión. Samhaldsfastið. Hendan skipanin, sum hevði tung­­an burð, vísir seg at rigga væl. Hon eigur at út­byggjast innan fyri rímu­ligt mark við gjøld­ um frá arbeiðsgevara og arbeiðstakara við helvtar­ býti. So vítt eg kann meta er hendan skipanin væl betur enn til dømis danska ATP skipanin. Aðrar lógarásettar skip­ anir. Tær undir 1-3 nevndu skipanir vilja, tá tær eru meira út­bygd­ar, vera ein góður inntøku­grundvøllur fyri pen­sionistar. Men í dagsins samfelag, vil tað einsamalt helst vera nakað lítið hjá flestu fólkum. Neyðugt er tí við eini lógarkravdari skipan afturat. Eftir hesi eigur kunna vera kravt, at ein ávísur procent­partur av øllum lønum verður inngoldin til pensiónsskipan hjá løn­takaranum persón­ liga. Ein eins stórur part­ur skal gjaldast av arbeiðsgevaranum. Har sum pensiónsskipanir framm­anundan eru avtal­ aðar millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, eisini gjøgnum fakfeløg, kann hetta gjald roknast av tí partinum. Sum frá líður vil gott grundarlag verða skapt undir eini haldgóðari pensión fyri øll við hesum 4 skipanum. Umframt hesar skipanir kunnu persónar sjálvandi individuelt ella avtalað við arbeiðsgevara gera uppaftur betur skipanir. Og sjálvandi hava øll loyvi til eftir persónligum umstøðum at spara saman, sum tey altíð hava kunnað. Partur av teim her nevndu skipanum (øk­­ing av samhaldsfasta, lógar­ ásett pensiónsgjald) fer at kosta nakað afturat fyri bæði løntakara og arbeiðsgevara. Men fyri løntakaran er tað ein beinleiðis samansparing og fyri arbeiðsgevaran fer tað væntandi at skapa meira arbeiðsfrið og betur umstøður á arbeiðsmarknaðinum í heila tikið. Annars skulu útreiðsluhækkingarnar ikki rindast í einum, men so líðandi yvir nøkur fá ár. Um einki verður gjørt verður stórur stættarmunur millum eldri fólk. Hetta fer at leggja trýst á sosialu skipanirnar og almennu útreiðslurnar og harvið eisini økja skattatrýstið. sundstein@mail.dk Sjónarmið: Pensiónsviðurskifti Fyrrv. løgmaður Jógvan Sundstein 40.000 krónur beint í lumman til tann ríka – eykarokning uppá 2000 krónur til tann fátæka! Løgtingsmaður Høgni Hoydal