Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 25 - 3. februar 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sunnudagin 5. februar hava Hildubjørg og Jógvan Ingvard Olsen á Toftum verið gift í hálvt hundrað ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði klokkan 18. Hildubjørg, sum er fødd 30. oktober 1932, er ættað av Stykkinum á Nesi. Foreldrini vóru Dagmar fødd Hansen og ættað úr Pálsstovu í Norðragøtu og Petur Hans Hansen úr Gerðinum á Nesi. Tey fingu tíggju børn: Johannes (1924) búði á Nesi. Hann doyði í 1996, Petur (1925) býr á Nesi, Manuel (1926) búði niðri. Hann doyði í 2001. Maria (1928) býr í Gøtu, Símun (1930) býr á Nesi, Debus (1931) býr á Toftum, Hildubjørg (1932), Herdis (1935) býr í Gøtu, Kjartan (1937) býr niðri, og Piddi (1939) býr á Toftum. Dagmar doyði í 1976, og Petur Hans doyði í 1997. Jógvan Ingvard er føddur 8. juli í 1930. Foreldrini vóru Helena fødd Johannesen og ættað úr Hvalvík, og Jens Christian Olsen uppi á Regni á Toftum. Tey fingu fimm børn: Jacob (1928), Jógvan Ingvard (1930), Nickolaj (1932), Torborg (1934) og Helenu (1936). Helena býr í Havnini og øll hini búgva á Toftum. Helena doyði á barsils­song við Helenu. Jens Christian giftist uppaftur við Hildu fødd Hansen av Toftum. Hilda og Jens Christian fingu sjey børn: Ruth (1940) býr á Argjum, Diana (1943) doyði í 1944, Diana (1944) býr á Toftum, Alfred (1947) býr í Saltnesi, Jonny (1949) býr á Argjum, Johannes (1951) býr í Saltnesi og Annika (1956) býr á Toftum. Jens Christian doyði í 1963, og Hilda, sum er fødd í 1917, býr framvegis uppi á Regni. Mannfólkini vóru sjó­ menn, so tað var nógv at tak­ast við hjá Hildu­bjørg og hin­um konu­fólkunum á Stykk­inum. Eitt skifti arbeiddi Hildubjørg á hotelli – í Danmark og í Havnini. Umframt foreldur og systk­ in vóru omma og abbi og eisini tvey onnur undir lonini á Regni. Tað er áhugavert at hoyra Jógvan lýsa barna- og ungdómsárini, og hvussu væl spæl og gaman varð vov­ið saman við arbeiði og øðrum uppgávum, sum skuldu røkjast í húsi, har tað vóru tríggjar merkur av jørð, og har tað eisini var torvarbeiði, útróður og eitt nú veiða við sildagørnum. Jógvan hevði róð eitt sind­ ur út, áðrenn hann í 1948 fór til skips við Kongshavn og Jacobi Højgaard. Burtursæð frá vetrunum 1952-54, tá ið hann gekk upp á skúla, var hann skipsmaður fram til hann varð valdur á ting. Jógvan royndi við snurpunót, snøri, línu, snellu, gørnum og troli, og hann hevur roynt á mongum leiðum. Eitt skifti, eftir at hann hevði gingið upp á skúla, sigldi hann við norðmonnum. Tá var hann eisini á kópaveiðu, og tá ið teir vóru inni, høgdi og sagaði hann timbur á garðinum, sum skiparin átti. Sum skips­ maður royndi Jógvan alt frá at vera fýrbøtari og til at vera skipari. Fyrsta skipið, sum Jógvan førdi, var Mjóvanes hjá Andreasi í Túni. Hetta var 1958. Í 1959 førdi hann Elsu, sum Mathias Jacobsen átti. Stutt fyri jól í 1961 kom Jógvan úr Noregi við Jógvani Norði, sum sama reiðaríið átti. Jógvan førdi nýggja línubátin, inntil hann saman við øðrum í 1969 hevði latið Stapan byggja. Eftir at hann var uppilagstur, var Jógvan við til at fáa trolaran Snoddið til Toftir í 1984 og línubátin Skørðina fyrst í níti árunum. Jógvan var millum teirra, sum síðst í seksti árunum fóru undir flakavirkið Nyk á Toftum, og Jógvan var nevndarformaður mest sum alla tíðina, inntil virkið helt uppat fyrrapartin av níti árunum. Síðani var hann ein av teimum, sum gingu undan at fáa Fiskamarknaðin í lag. Politikkin fekk Jógv­an so at siga inn við móður­ mjólk­ini. Pápin var uppi í kommunalpolitikki og ting­ maður fyri Sambandsflokkin í tjúgu ár. Á valinum í 1970 varð Jógvan fyrst valdur í Eysturoy, og hann varð afturvaldur á øllum valunum, inntil hann ikki bjóðaði seg fram aftur í 1998. Nakrar mánaðir í 1994 og 1995-1998 var Jógvan ting­ formaður. Hann tóktist at trívast væl í hesum sess­inum, og í politiska um­hvørvinum fekk hann gott skoðs­mál fyri sítt handalag at stjórna parlamentariska arbeið­ num. Jógvan sjálvsagdur fram­ søgumaður fyri flokkin í fiski­vinnumálum, og 1981- 84 var hann formaður í fiskivinnunevndini. Hann segðist hava gott lag til ting­­arbeiði, og sum nevnd­ arformaður arbeiddi hann fyri breiðum semjum. Jógvan var sáttligur og siðiligur politik­ari við avmáldum humori. Tað sigst, at hann, sum royndi at skjóta eftir Jógvani, avgjørt kundi rokna við at fáa tað uppaftur spískari aftur! Í juni 1989 gjørdist Jógv­an landsstýrismaður í fiski­vinnumálum. Hesa ódnina røkti hann fram til í januar 1991 ella í politiskt og búskaparliga ógvuliga turbolentum tíðarskeiði. Jógvan var í bygdarráð­num í Nes kommunu 1974-80. 1976-80 var hann formaður. Tað var hann eisini nakrar mánaðir í 1989, áðrenn hann fór í landsstýrið. Hildubjørg og Jógvan, sum alla tíðina hava búð í húsunum á Regnavegnum, eiga fýra børn. Anfinnur føddur í 1956 er giftur Elisa­ beth D. Eldevig í Fuglafirði, har tey búgva. Børnini hjá teimum eru Jógvan, Rósa, Helena og Durita. Hervør fødd í 1960 er gift Róa Didriksen. Tey búgva í Hoy­vík, og børnini hjá teim­ um eru Jóannes Niklas, Hildubjørg og Høgni. Jensia fødd í 1963 er gift Peturi Brodersen. Tey búgva í Havn, og børnini hjá teimum eru Jógvan, Maud og Karl Heri. Dagunn fødd í 1970 er gift Eyðfinni Clementsen av Sandi. Tey búgva á Sandi og eiga dóttrina Jóhannu. Hildubjørg hevur við síni vinnandi medferð mynd­að heimið og stuðlað mann­ inum. Tey eru bæði ógvuliga fyrikomandi og gestablíð. Eftir at børnini vóru vorðin stór, fór Hildubjørg at arbeiða sum heimahjálp. Hon sang í mong ár í streingjakórinum í missiónshúsinum, og nú syngja tey bæði í kórinum í Fríðrikskirkjuni. Nú Jógvan ikki er uppi í politikki, og sonurin hevur yvirtikið og víðkað um reiðaravirksemið, hev­ ur Jógvan brúkt tíð­ina til onnur av nógvu áhuga­ mál­un­um. Hann hevur røkt­að, hann er formaður í forn­minnisfelagnum og bygdarsavninum, og hann hevur lagt seg nógv eftir at skráseta staðarnøvn á Toftum og í økinum har á leið. Fyrr hevur hann eitt nú fingist við ensilagu ella súrløgu, sum teir royndu at gera umborð á Snodd, og sum alararnir nýttu, við svartkjaftatablettir og við at taka ímóti seyðaskinnum. At hugflogið og innlitið framvegis eru á góðari leið, kunnu tey skriva undir uppá, sum vóru til hugnaløtuna, sum fornminnisfelagið hevði á Svangaskarði nakað fyri jól! J Føðingar 23. januar fingu Anna T. og Hans F. Mikkelsen, Kambs­dalur hesa fittu dóttrina, sum eitur Emma. Hon vigaði 3600 g og var 53 cm. Fríggjadagin 27. januar fingu Ronja og Brandur ein lítlan beiggja. Hann vigaði 3700 gr. og var 53 cm. Foreldrini eru Poula og Rúni Thomsen, Hvalba. Sunnudagin 29. januar fingu Dorthe Pedersen og Súni Christiansen eina dóttir. Hon vigaði 3950 g og var 55 cm long. Frammanundan hava tey dóttrina Sofíu sum verður 4 ár 7. februar. ”Hey! Eg eiti Jóhannus og komi frá Suðurafrika. Eg eri føddur 9. august 2005. Mamma og babba, sum eita Jütta og Bogi, vóru eftir mær og komu vit til Føroyar 18. desembur í fjør. Mamma og babba siga, at tey hava fingið ta størstu jólagávu nakar kann ynskja sær. Vit búgva øll á Glyvrum”. Hesin fitti beiggin eitur Dánial. Hann kom til Føroyar 23. desember 2005. Hann er føddur 12. agusut 2005 í Korea. Foreldur hansara eru Lillian og Regin Joensen, Tórshavn. 24. januar fingu Bára Sólheim og Jan Guttesen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon vigaði 4400 gram og var 57 cm long. 25. januar fingu Ása Jaspurdóttir Petersen, Tórshavn og Jakob Høj Lundgaard, Odense, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4000 gr. 28. januar fingu Svana Frederiksen og John Streymoy Joensen, Hósvík, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3610 gr. 28. januar fingu Sólrun H. Lenvig og Stig Hansen, Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr. 29. januar fekk Mie Dyrhave Jensen, Argir, tvíburar - døtur. Tann eina var 47 cm. long og vigaði 1660 gr. og hin var 46 cm. long og vigaði 1390 gr. 26. januar fingu Ann-Mari og Magni Mouritsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4250 gr. 30. januar fingu Oda og Hans Petersen, Argir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr. 30. januar fingu Maiken Mortensen og Høgni í Jákupsstovu, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3625 gr. Gullbrúdleyp á Toftum Skótalið Sigmunds Brestissonar í komandi viku Í komandi viku hava vit stóra myndafrásøgn frá 80 ára hátíðarhaldinum hjá SSB