fríggjadagur 3. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 3. februar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Elsu Purk
hús, Klaksvík, fer úr
kapellinum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, fríggjadagin
kl. 18 heim í Betesta.
Jarðarferðin verður leyg
ardagin kl. 13.
Tey, ið vilja minnast
Elsu, kunnu lata eina
gávu til Akurin, konta í
peningastovnunum.
Kistan við Gunleig Poul
sen, Klaksvík, fer úr
kapellinum, leygardagin
4. februar kl. 18 heim í
Christianskirkjuna. Jarð
arferðin verður sunnu
dagin 5. februar kl. 13.
Tey, ið vilja minnast
Gunleig, kunnu lata
eina peninga gávu til
Emmaus konta í Norðoyar
Sparikassa.
Jon Edvard Hansen,
Miðvágur, andaðist á
Landssjúkrahúsinum hós
dagin 2. februar, 74 ára
gamal.
Jarðarferðin verður úr
Miðvágs kirkju sunnu
dagin kl. 14. Sungið verð
ur úr sálmabókini. Tey, ið
vilja minnast Jon Edvard
kunnu lata Føroya felag
móti Krabbameini eina
peningagávu.
Jalgrím Herdal, fyrr
verandi postmeistari, ætt
aður úr Vági, andaðist á
Sjúkrahúsinum í Hillerød
1. februar, 69 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin 4. februar
verða tað hálvt hundrað ár
síðani, at Sunneva og Ejler
Sørensen í Porkeri giftust.
Suðuroyingar og tey, sum
mongu tey seinastu árini
hava ferðast í Suðuroy eiga at
komast við gullbrúðarparið,
tí bæði hava tey koyrt buss
og hýruvogn.
Bæði eru tey ættað úr
Porkeri, og tað er merkis
vert, at foreldrini hjá teim
um báðum eisini vóru por
keningar.
Sunneva er fødd 16. juli í
1934. Mamman var Daniella
fødd Bech og úr Skálanum,
og pápin var Mikkjal Magnus
sen av Klovanum. Sunneva
er einabarn.
Ejler er føddur 1. novemb
er 1928. Mamma hansara var
Sunneva fødd Djurhuus og
ættað úr Skemmuni, og pápin
var Petur Sørensen undir
Stígnum. Sunneva og Petur
fingu fimm børn. Elsebeth
Susanna ella Diddan fødd
í 1920 giftist við Esmari
Olsen av Toftum og búsettist
í Porkeri. Daniel Johannes
føddur í 1922 giftist Johannu
Johannesen av Skála, har
tey búsettust. Otto føddur í
1925 giftist Nelly Nielsen úr
Nólsoy. Tey búgva í Havnini.
So var tað Ejler, og yngstur
er Ewald føddur í 1931 og
giftur Esther fødd Jacobsen
og ættað úr Vági. Tey búgva
í Havnini.
Diddan doyði í 1999, og
Jóhannes doyði í 2003.
Sunneva og Ejler giftust
inn á Klovanum, og har hava
tey búð hesi hálvt hundrað
árini, sum tey hava livað í
hjúnarlagi.
Sum so mangar aðrar
tá í tíðini so fór Sunneva í
húspláss, tá ið hon gott og
væl var liðug við skúlan.
Hon tænti bæði í Porkeri og í
Vági. Tá ið børnini vóru smá,
var Sunneva heimagangandi.
Í 1965 tók hon koyrikort,
og so fór hon at koyra taxa.
Seinni var hon heimahjálp,
og í mong ár vaskaði hon
skúlan í Porkeri. Í mong ár
hevur Sunneva um vetrarnar
gingið til postalínsmáling í
kvøldskúlanum í Porkeri, og
hon er ófør til hondarbeiði.
Lívsstarvið hjá Ejleri var
at vera bilførari. Hann tók
koyrikort í 1948. Tá fekk
hann sær lastbil, sum hann
hevði inntil í 1963. Eitt nú
koyrdi hann fyri fleiri reiðarí
í Vági, hann plagdi at vera
við í lossingini, tá ið Tjaldrið
var í Vági, og so koyrdi hann
tað, sum bygdarfólkið hevði
brúk fyri - eitt nú hoyggj,
seyð, tøð, torv og kol, sum
hann var í Rangabotni eftir.
Í 1963 keypti Ejler buss,
og seinni fekk hann sær
taxabil. Hann koyrdi eitt nú
skúlabørnini millum Porkeri
og Vág. Miðskeiðis í áttati
árunum fór hann saman við
Osbjørn Mortensen at koyra
bygdaleiðir. Teir stovnaðu
felagið pf. Suðurleiðin, og
teir áttu fyrsta stóra bussin,
sum kom til Suðuroyar.
Osbjørn doyði brádliga í
1988, og Ejler helt fram at
koyra, inntil hann í 1998 var
70 ára gamalur. Tey síðstu
árini hjálpti yngri sonurin
honum.
Í bæði ættini hjá Sunnevu
og Ejler var væl av jørð í
húsinum, og tey hava bæði
verið við í tí arbeiðnum. Nú
Ejler er vorðin pensionistur,
hjálpir hann við at passa
veðrarnar hjá næsta ættar
liðnum.
Ejler hevur verið íðin
VB viðhaldsmaður, og inn
til fyri ikki so mongum
árum síðani sá hann flestu
dystirnar í fremstu deildini,
um tað so var í Vági ella á
Tvøroyri. Tá ið vágbingar í
1998 vóru í Brno í Kekkia
og spældu Intertoto, var
hann í ferðalagnum.
Sunneva og Ejler eiga
fýra børn, sum øll búgva í
Porkeri. Mikkjal føddur í
1956 er giftur Jastrid á Dul
úr Havnini. Børnini hjá teim
um eru Eiler, Jákup, Dania,
Hanna og Tórur.
Petur nevndur Piddi
føddur í 1960 er giftur
Annu Sofíu Dragaberg
úr Klaksvík. Børnini hjá
teimum eru Sunnvá, Helena
og Eirikur.
Børnini hjá Dóris, sum er
fødd í 1965, eru Páll, Tóki
og Eiler. Siri, sum er fødd í
1970, er gift Hermani Olsen
úr Hvalba. Børnini hjá
teimum eru Signar, Birita
og Svanna.
Stóra dagin vera Sunneva
og Ejler Sørensen at hitta
heima við hús frá klokkan
13 til 18.
M
Gullbrúdleyp í Porkeri
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum mongu, ið vístu okkum
samkenslu, tá ið okkara kæri maður, pápi, verpápi
og abbi
Hjartvar Kjærbæk
andaðist og fór til gravar.
Tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur.
Og tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Herborg, Ólavur, Maria, Hjartvar og Páll Magnar
Fríggjadagin 3. februar læt
Glarsmiðjan - innramming
og gallarí upp í nýggjum
hølum í Dr. Jacobsensgøtu
7 í Havn. Í hesum sambandi
var móttøka fyri listafólkum,
viðskiftafólkum og øðrum.
Glarsmiðjan byrjaði í N.
Finsensgøtu fyri umleið 20
árum og flutti fyrst í 90-
unum til Bøgøtu 16.
Í 1998 keypti Anders Jon
assen fyritøkuna. Sama árið
keypti hann eisini húsini í
Dr. Jacobsensgøtu 7, sum
nú eru umbygd til virksemið
hjá fyritøkuni. Umframt
gallarí, handil og verkstað
í miðhæddini er virksemið
víðkað til eisini eitt gallarí í
kjallaranum.
Anders Jonassen sigur,
at endamálið hjá honum er,
at hava tað sum danir kalla
ein ”kunsthandil”, har fólk
kunnu koma inn og keypa
ein málning á staðnum og
ikki noyðast at bíða til ein
evt. framsýning er liðug.
Men høvuðsvirksemið hjá
fyritøkuni er farmvegis
innramming. Glarsmiðjan
selur eisini steinprent fyri
Grafiska verkstaðin.
Magnus Hansen, arki
tektur, hevur teknað, og Sp/
f Húsavarðartænastan hevur
staðið fyri byggingini.
Hósdagin 2. februar læt ein
málningaframsýning upp
í Smiðjuni í Lítluvík. Tað
eru teir báðir Poul Hentze
og Ludvík Petersen í Havn,
sum sýna fram umleið 50
málningar.
Talan er um bæði olju-
vatnlits- og pastellmálningar.
Myndevnini er øll úr før
oysku náttúruni.
Poul og Ludvík hava áður
sýnt fram sínar málningar,
men hetta er fyrstu ferð at
teir hava eina felags fram
sýning.
Poul er útbúgvin lærari og
undirvísir m.a. í handverki
og list í Hoyvíkar skúla.
Ludvík er útbúgvin bakari
og málar í síni frítíð.
Framsýningin er opin til
og við 8. februar. Opið er all
ar dagar frá kl. 16-19.
Glarsmiðjan í nýggjum hølum
Poul og Ludvík í Smiðjuni
Poul Hentze og Ludvík Petersen hava í hesum døgum eina felags framsýning
í Smiðjuni í Lítluvík-
Mynd: Magnus Gunnarsson
Fríggjadagin læt Glarsmiðjan
upp í nýggjum hølum í Dr.
Jacobsensgøtu
Mynd: Magnus Gunnarsson