fríggjadagur 3. februar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 25 - 3. februar 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin 4. februar fyllir
Jógvan Páll Sevdal í Leirvík
60 ár.
Jógvan Páll er leirvíkingur.
Sum 15 ára gamal fór hann
í 1961 í læru á Tórshavnar
Skipasmiðju sum maskin
lærlingur. Seinni fór hann á
maskinskúla og tók víðkað
maskinmeistaraprógv í Dan
mark í 1972.
Eftir lokna útbúgving
arbeiddi hann í góð trý ár
sum maskinmeistari á silda
verksmiðjuni Havsbrún í
Fuglafirði. Síðan arbeiddi
hann sum virkisleiðari hjá
fyritøkuni Brøður Petersen
í Fuglafirði. Eisini var hann
stjóri á Brennistøðini hjá
IRF á Hagaleiti í fimm ár.
Seinastu árini hevur hann
siglt sum maskinstjóri við
norskum off-shore bátum.
Hann hevur siglt mest í Norð
sjónum, men seinasta hálva
árið í Egyptalandi.
Umframt sína útbúgving
innan maskinøki, tók Jógvan
Páll eisini prógv á Emmaus
Bible College í Chicago
USA. Hann vaks upp í
einum heimi, har foreldrini
ynsktu, at teirra børn skuldu
hoyra Harranum til og ganga
Hansara vegir, sum 11-12
ára gamal kom hann til
persónliga trúgv á Harran
Jesus.
Jógvan Páll hevur verið
virkin innan trúboðan. Um
framt at vera virkin í samkom
uni Hebron í Leirvík, ferðast
hann nógv kring landið og
heldur møtir og møtirøðir
saman við vinmonnunum
Páll á Lakjuni, Svenning av
Loftið, Poul Jóhan Djurhus,
Osmund Justinesen og Hjør
leif Vang.
Eitt av hjartamálunum
hjá Jógvan Páll er ferðslu
trygdin í sambandi við undir
sjóartunnilin til Klaksvíkar.
Hann, eins og allarflestu leir
víkingar, er heitur talsmaður
fyri at øll ferðslan gjøgnum
bygdina verður leidd á
tryggasta hátt gjøgnum ein
tunnil undir bygdini niðri
við sjóvarmálan.
Foreldrini hjá Jógvan Páll
eru: Fía, f. Lervig, av Regni
í Leirvík, dóttir Hansinu,
ættað úr Sjóvartúni á Skála,
og Jógvan Lervig, uppi við
Stein, úr Leirvík, og Alex
Sevdal úr Fuglafirði, sonur
Jóhannu Sofíu, ættað úr
Skúvoy, og Poul Johannes
Midjord, ættaður av Mið
gerði í Kollafirði. Alex,
pápi Jógvan Páll, andaðist
í 1977, 69 ára gamal. Fía
fylti 2. februar 94 ár og býr
á sambýlinum Vesturstova í
Fuglafirði.
Fía og Alex fingu fýra
børn: Regin, sum býr í Runa
vík, Jógvan Páll og Hegin,
sum búgva í Leirvík, og Osla
sum býr á Kambsdali.
Eitt sum er merkisverkt,
og vert at nevna í hesum
sambandi, er at Fía, mamma
Jógvan Páll, og tvær systrar
hennara fingu allar fýra
børn, fyrst tríggjar dreingir
og eina gentu, sum er yngst
og tykist mynstrið at ganga
aftur í familjuni.
Jógvan Páll er giftur Marga
ret, dóttir Evald og Jardtrud
Johannesen úr Fuglafirði.
Tey eiga dóttrina Fíu, sum er
gift Poul í Skorini úr Havn,
ið eiga børnini lítlu Elsu og
lítla Jógvan Páll.
Føðingardagurin verður
hildin við vælkomst í Arbeiðs
mannafelagshúsinum í Leir
vík frá kl. 11-16.
Brúdleyp
Leygardagin 4. februar kl. 13.00, giftast í Kildevældskirk
en í Keypmannahavn, Arnfríð Joensen, Saltnes, og Mads
Høhne Kromann, Keypmannahavn.
Brúdleypið verður hildið í Sophienholm Cafeteria,
Nybrovej 401, 2800 Kgs. Lyngby, fyri innbodnum.
Jógvan Páll Sevdal 60 ár
Tung og óskiljandi vóru telefon
boðini, eg fekk leygarnáttina 3.
oktober, tá Súsanna systir mín ringdi
og segði at Dánjal, okkara elskaði
bróðir, var fluttur heim til Harran.
Dánjal var fluttur heim í dýrdina og
er ikki ímillum okkum meira.
Alt steðgaði upp. So komu tankar
nir, og spurningarnir. Hví? Hví?
Ja, síðst eg sá hann, var hann so liv
andi, og vísti seg at vera so frískur.
Men hansara dagar vóru taldir. Eg
minnist hann, tá ið eg var lítil, og
uppeftir. Hann var altíð so umhugsin
um meg og sá so stórt í mær.
Dánjal var so sera, sera følsamur
og ærukærur, hann elskaði síni
nærmastu.
Hvønn dag og hvørt kvøld, kom
hann inn hjá mammu og pápa, og
vitaði hvussu visti við. Tey lógu
hansara hjarta so nær.
Hann gleddi seg til at mamma og
pápi fóru at fylla 70 og 80 nærmasta
dagin og hansara ynski var, at dag
urin skuldi standa í hansara nýggju
húsum.
Men Harrin vildi tað ikki so. Nei,
ikki vardi tað okkum, at Harrin skuldi
taka hann heim áðrenn. Hvønn dag
tá Dánjal kom inn til mammu og
pápa, so setti hann seg við orgli og
spældi sangin:
Mær leingist til hitt blíða land,
Harrin Jesus er, har sundur
støkk hvørt trælaband, sum bindur
okkum her
Hann var so glaður um at vera fluttur
í nýggj hús, og var so upplyftur, at
hann, Marjun, Sólva og Magnus
høvdu fingið føtur undir egið borð,
ja Marjun, Sólva og Magnus vóru
hansara eygnasteinar. Tey áttu eitt
pláss innast í hansara hjarta.
Sum tað stendur í Bíbliuni: ongin
veit á morgni, hvar hann á kvøldið
gistir.
Babba tosaði við Marjun, konu
Dánjal. Hann segði, tá Harrin sær
at barn sítt er troytt, so tekur hann
tað heim til sín.
Vit, sum fylgdu Dánjal til hansara
síðsta hvíldarstað, sóu hvussu nógv,
hann var avhildin. Ein stórur líkskari,
segði honum seinasta farvæl.
Harrin tekur, Harrin gevur, Harrin
tók Dánjal heim.
Góða Marjun, Sólva og Magnus.
Má Harrin síggja til tykkum, og
styðja tykkum í tykkara stóra missi
í hesi sváru tíð.
Við hesum fátøku orðum lýsi
eg frið yvir elskaða beiggja mín
Dánjal.
Hvíl í friði við Sálma 121.
Systir tín Jonitha
Minningarorð um elskaða beiggja mín
Dánjal Sjúrður Ennistíg
Føddur 10. juni 1956 deyður 30. oktober 2005
Dagurin
4. februar. Veronica. Vit vita einki um hesa halgikvinnu uttan
tað, sum halgisøgan sigur, at hon var ein, ið fylgdist við Jesusi, og
at hon á leiðini út til Golgata turkaði sveittan av andliti hansara.
Tá ið hon fekk turrklæði aftur, stóð mynd frelsarans á tí, og tað
varð síðani varðveitt sum ein dýrur gripur. Hann varð róptur
vera ikon, sum merkir tann sanna myndin. Harav kemur eisini
navnið á halgikvinnuni.
5. februar. Ata, deyð umleið ár 250. Henda vakra unga gentan
í Cataniu á Sikiloy vildi ikki lovast heidnum fríggjara, av tí hon
var kristin, og varð eftir ræðuligar pínslur tikin av døgum.
Navnið er grikst og merkir tann góða.
6. februar. Duruta, deyð umleið ár 300. Henda unga gentan í
Kesarea í Kappadokiu vildi heldur ikki vita av einum heidnum
fríggjara, sjálvum landshøvdinginum, og hann læt hana hálshøgga.
Navnið Dorothea er grikst og merkir Guðs gáva.
Prógv
25. januar fingu Hanna Krista Poulsen, Toftir og Iris Fríða
Magnussen, Tórshavn, prógv sum sosialráðgevarar frá
Ålborg Universitet.
Haldis Egholm, Norðskála, hevur tann 31. januar 2006
lokið prógv sum ídnaðarlaborant á Den Kongelige Veteri
nær Landbohøjskole. Institut for Økologi, faggruppe
Zoologi á Frederiksberg.
Lillian Larsen úr Fuglafirði hevur á Nordjyllands
Erhvervsakademi tikið prógv sum byggifrøðingur.
Turið Reinert, Kaldbak, hevur 26. januar lokið prógv sum
djóralækni á Landbohøjskolen í Keypmannahavn.
Jon Joensen, Vágur, tók 26. januar prógv sum Cand.sen.
í fysioterapi á Bergens Universiteti.
Brúdleyp
Í morgin, 4. februar kl. 13.00 giftast í Kildevældskirken
í Keypmannhavn, Arnfríð Jeonsen, Saltnes og Mads
Høhne Kromann, Keypmannahavn. Brúdleypið verður
hildið í Sophienholm Cafeteria, Nybrovej 401, 2800 Kgs.
Lyngby, fyri innbodnum.
Í morgin, 4. februar kl. 13.00 giftast í Sjóvar kirkju,
Nicolina í Lág, Strendur og Álvur Jøkladal, Fuglafjørður.
Veitslan verður hildin í samkomuni í Siloa í Fuglafirði
kl. 17.00 fyri innbodnum. Vælkomst er frá kl. 21.00, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 6. februar hava Katrin og Jógvan Linklett,
Klaksvík, silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Gullbrúdleyp
Í morgin, 4. februar kunnu Sunneva og Ejler Sørensen,
Porkeri halda gullbrúdleyp. Dagurin veðrur hildin heima
millum kl. 13.00 og 18.00.
Sunnudagin 5. februar kunnu Hildibjørg og Jógvan I.
Olsen, Toftir, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin
á Svangaskarði kl. 18.00. Øll eru vælkomin.
Starvsdagur
1. februar hevði Hans Djurhuus, Nes, Vágur, 35 ára starvs
dag hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
60 ár
Í morgin 4. februar verður Jógvan Páll Sevdal, Leir
vík, 60 ár. Dagurin verður hildin við vælkomst í
Arbeiðsmannafelagshúsinum frá kl. 11.00-16.00.
80 ár
Sunnudagin 5. februar verður Jacobina Jacobsen, ættað
úr Hósvík, búsitandi í Havn, 80 ár. Vælkomst verður hjá
ommudóttrini, Skemmingsgøta 14A, (Norðasta Horn)
leygarkvøldið 4. februar frá kl. 18.00.