fríggjadagur 3. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 3. februar 2006
15
Bóka-
útsølan
nærkast
29. mars – 6. mai
2006 verður aftur
skipað fyri stórari
várútsølu av
føroyskum bókum
Bókaútsøla
Í 1988 varð fyrstu ferð
skipað fyri útsølu av
føroyskum
bókum.
Bókhandlarafelagið og
Bókadeild Føroya Lærara
felags skipaðu fyri, og var
hetta stórhending tá. Nú
vóru so nógvar føroyskar
bøkur, at til bar at skipa
fyri rimmar útsølu við
fleiri hundrað bókum.
Kortini er tað greitt,
at føroyski bókamarkn
aðurin er so mikið
avmarkaður, at tað ber
ikki til at halda útsølu
hvørt ár. Tí er føroysk
bókaútsøla bara 3. hvørt
ár – og bøkurnar, ið verða
seldar á útsølu, skulu í
minsta lagi vera 3 ára
gamlar. Tá ið tær hava
verið á tveimum útsølum,
sleppa tær ikki við aftur.
Nú er so aftur bókaút
søla á skránni í døgun
um 29. mars til 6. mai.
Bókadeild Føroya Lær
arafelags sendir í hesum
døgum bræv til øll forløg,
har boðað verður frá hes
um og greitt verður frá
treytunum at sleppa upp í
part. Lýsing verður eisini
sett í bløðini, so fólk, ið
kanska eiga bøkur, sum
stigtakararnir ikki vita
um, kunnu gera vart við
seg.
Stór útsøluavís verður
prentað og send í øll hús
í landinum nakrar dagar,
áðrenn útsølan byrjar.
So kunnu fólk í frið og
náðum kunna seg við
útsølubøkurnar.
Um fólk hava spurningar
ella hug at práta við onkr
an um útsøluna, eru tey
vælkomin at tosa við
Kára Árting í Bókasøluni
í SMS (319575) ella við
Niels Jákup Thomsen á
Bókadeildini (317644).
Ikki færri enn 2000
vitjanir hava verið á
heimasíðuni www.
eitt-fo.net, sum er
kunningarsíða um
fagnaðargonguna
fyri føroyskum fjøl
broytni, sum verður
leygardagin. Hetta taka
stigtakararnir sum
greiða ábending um, at
skarin verður stórur
Fagnaðargonga
Eina bylgju at kærleika hev
ur onkur kallað fagnaðar
gonguna, sum fer úr Sjón
leikarhúsinum í Havn leyg
ardagin klokkan 14 oman á
Vaglið. Og tað er fitt sagt, so
fyrireikararnir eru sjálvandi
samdir, siga teir. Nú beint
upp undir tiltakið halda tey
seg hartil síggja greiðar
ábendingar um, at skarin í
gøtunum í Havn leygardagin
verður stórur. Í dag høvdu
einar 2.000 vitjanir verið
á heimasíðuni, eitt-fo.net,
sum er kunningarpallurin
hjá fagnaðargonguni. Nøkur
eintøk av plakatini, sum
Suffía við Stein á Reproz
hevur gjørt, eru hongd upp
í høvuðsstaðnum, men øll
kunnu taka hesa sera sigandi
og snøggu plakat niður av
somu heimasíðu og prenta
hana út.
Tónleikur fyri øll
Fyrireikararnir frætta ann
ars, at fólk úr alskyns um
hvørvum ætla sær við til
fagnaðin. Sum tað ljóðar,
verður Miðbýurin í Havn ein
vælsignaður vavgreytur av
dialektum, lívsáskoðanum,
aldursbólkum og frábrigdum
annars. Umframt nógv spæl,
sang, gykl og góð orð, fer ein
sonn tónleikalig spreinging
at gella heilt úr Tórsgøtu
niðan í Norðurlandahúsið.
Vit fara millum annað at
hoyra: Dejavu, Havnarkórið,
Kára Sverrisson, Lama Sea,
Marius, Nikos Kapnas, Seks
Stórar Veðrar við hornum,
Spælimenn og 200. Nevnast
kann, at Seks Stórir Veðrar er
messingsekstett við navnframa
trombonleikaranum, Dávi
Juul Magnussen, og at 40 ára
gamla føðingardagsbarnið,
Havnarkórið, við Ólavi Hátún
á odda, fer at hava stórfingna
konsert í Norðurlandahúsinum
aftan á fagnaðargonguna.
Karin og kakao
Klóka konan Karin Kjølbro
kemur eisini við. Hon fer at
siga nøkur ógloymandi góð
orð um tað einfalda at vísa
hvør øðrum virðing og geva
hvørjum einstøkum borgara
pláss og møguleika at liva
lukkuliga her í landinum,
sum vit øll elska.
Og børnini? Nei, tey verða
ikki slept upp á fjall men oman
í Tórsgøtu. Tí við sunnara
enda á Margarinfabrikkini
er nevnliga okkurt deiliga
ósunt á skránni. Har fæst
GARASJUKAKA Í KAKA
GARASJU. Tey børn, ið
klára at siga hetta uttan
himpr, fáa ókeypis kakao,
bollar og góðgæti. Og hini,
sum tíverri ikki klára tað,
fáa sjálvandi eisini kakao,
bollar og góðgæti fyri einki,
siga fyrireikarnir, sum enda
sína fagnaðar fráboðan um
føroyskt fjølbroytni við orð
unum hjá Paul Eluard:
Okkum er til eydnu lagað
at gera vatn til ljós,
fáa dreymar í verk,
gera óvin til vin.
ave
Í dag letur nógv
umrøddi listamaðurin
Ole Wich upp fram
sýning í Leikalund í
Klaksvík, har millum
annað verk, sum ímy
nda Klaksvík nú og í
framtíðini eru at síggja
Listaframsýning
anna@sosialurin.fo
Listin hjá Ole Wich er altíð
skipað kring eitt konsept,
sum síðani ger av, hvørjum
miðli verkið verður gjørt í.
Hann hevur arbeitt við akv
arell og máling, skulpturi
og kollagum, teksti og ljóð
kollagum, tónleiki og dansi,
installatión og list í miðlum
og á alnetinum.
Náttúra og politisk list
À framsýningini í Leikalund
eru millum annað grafikk
prent úr røðini “Starablindi”
um føroyska staran at síggja.
Myndirnar vísa staran, Stur
nus vulgaris faroensis, sum
ongin hevur sæð hann fyrr.
Eisini verða tríggjar máln
ingakollagur at síggja, sum
ímynda Klaksvík nú og í
framtíðini.
Seinastu tvey árini hevur Ole
Wich havt installatiónir við á
G!-festivalinum – í 2004 saman
við Tummas Jákup Thomsen,
har hann sýndi fram verkið
“Køsturin”, har tankin var bert
at brúka skrambul og annað
tilfar, sum longu var at finna
í bygninginum, har verkið
varð sett upp. Listamaðurin
Goodipal hevði tá tvær konsertir
í bygninginum. Til G!-festivalin
í fjør gjørdi Ole Wich verkið
“Torturur á G!” Installatiónin
varð gjørd eftir áheitan frá
Amnesty International, Føroya
Deild, sum skeyt upp, at Ole
Wich varpaði ljós á tortur við
at gera eitt torturkamar á festi
valinum, so fólk kundu fáa eina
kenslu av slíkum brotsverkum,
sum verða framd hvønn dag
kring í heiminum.
Seinasta verkætlanin hjá
Ole Wich var nógv umrødda
HomoFObia verkið, sum
varpar ljós á støðuna hjá
teimum samkyndu í Før
oyum. Við myndum á
alnetinum festi verkið skjótt
í eitt kjak um trongskygni og
talufrælsi í Føroyum.
Endurskoðað fatan av
gomlum ímyndum
Í næstum fer Ole Wich at
arbeiða við fotoverkinum
“Landnem”, sum snýr seg
um at skapa eina aðra fat
an av kroppi og føroyska
landslagnum. Ì løtuni arbeiðir
hann við verkinum “Den
blinde plet”, sum snýr seg
um føroyska nationalismu og
eina endurskoðaða fatan av
ímyndini Nólsoyar Páll. Eisini
arbeiðir hann við verkinum,
“vitaminnord.info”, sum snýr
seg um at skipa ein dátugrunn
á alnetinum yvir útlendingar,
sum hava latið týðandi íkast
til føroyska mentan.
Á heimasíðuni www.ole
wich.com ber til at síggga
eitt yvirlit yvir verkini hjá
listamanninum.
Framsýningini hjá Ole
Wich í Leikalund letur upp
í dag kl 16.00 og verður at
síggja allan februar mánað.
Ein bylgja av
føroyskum fjølbroytni
Suffía við Stein,
grafikari hevur
gjørt plakatina til
fagnaðargonguna
fyri føroyskum
fjølbroytni
Ole Wich í Leikalund
Skrá
Fagnaðargonga. Leygardagin
4. februar kl. 14
• Vit savnast við Sjónleikarhúsið klokkan 14.
• Gongan fer oman eftir Niels Finsens gøtu við
tónleikarum, bannarum og gyklarum á odda.
• Við Steinatún verður steðgað. Við slagorðunum
»Píka! Tit eru ikki øll líka« fer maður, sum hevur
skil fyri menniskjaligum frábrigdum, at skilja gánandi
gonguna sundur.
• Gongan heldur lýðin leiðina fram oman á Vaglið, har
hildið verður fram við hesi dagsskrá:
• Háfloygdur einglaleikur.
• Salsastúvningur í rútmugrýtu (fólk verða stúvað saman
og hitað upp við roðandi karibiskum rútmum).
• Klók kona sigur nøkur kærleiksfull orð.
• Talukór.
• Felags sangur.
Aftaná tiltakið á Vaglinum fáast bollar og kaka í
KAKAGARASJUNI í Tórsgøtu, - gakk eftir luktinum!
Síðani fara øll tuskandi yvir í Tórsgøtu, ið er umbroytt
til Tónleikagøtu:
• Á Margarinfabrikkini eru sangir og søgur til børn.
• Á Meiarínum ræður rokkurin.
• Í Miðlahúsinum eru trubadurar og fólkatónleikur.
Umframt tónleikin í Tórsgøtu er konsert í Norður
landahúsinum
• Í Norðurlandahúsinum Kórsangur við Havnar
kórinum
Skrá fyri tónleikin: Í Miðlahúsinum:
Spælimenn (Jákup Lutzen, Sharon Weiss, Hilmar
Joensen, Ívar Bærentsen, Kristian Blak, o.fl.)
Kári Sverrisson
Nikos Kapnas (violin/bratsch)
Búi Dam Trio (Búi Dam, Mikael Blak, Rógvi á
Rógvu)
Knút H. Eysturstein (og Heðin Ziska Davidsen)
Seks Stórir Veðrar (messing sekstett: Tróndur Olsen,
Ken Jones, Niklas Mouritsen, Pauli Petersen, Dávur
Juul Magnussen, Glenn Samuelsen)
Á Meiarínum:
Marius, 200, Lama Sea, Dejavu
Á Margarinfabrikkini:
Søgur, spøl og sangir fyri børnum við Hjørdis
Johansen og fleiri frá Dramaverkstaðnum
Í Norðurlandahúsinum:
Havnarkórið við Ólavi Hátún á odda, Kórið hevur 40
ára jubileumskonsert leygardagin kl 16:00 í Norður
landahúsinum.