Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 25 - 3. februar 2006 Fríggjadagin flytur Rasmus Rasmussen til Danmarkar. Maðurin, ið varð valdur Føroya besti gittarleikari á AME í fjør, stingur í klæðsekkin og fer av landinum at royna eydnuna. Avleiðingin av hesum er, at Rokkstovan fyri aðru ferð heldur uppat. Seinasta Rokkstovan varð send hóskvøldið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Rasmus Rasmussen hevur seinastu árini verið vertur í Rokkstovuni í Útvarpi Føroya og hevur í sendingini lýst føroyska tónleikapallin við samrøðum, frásagnum og ofta frumframførslum av nýggjum løgum. Í hesi seinastu sendingini var Ras­ mus sjálvur í fokus. Tón­ leikaummælararnir Uni L. Hansen og Jan Lamhauge komu í Rokkstovuna og prát­ aðu við Rasmus um nýggju Makrel fløguna “Transcend”. Trý løg vórðu frumspæld í fullari longd, og annars vóru nógv brot av fløguni at hoyra. Fløgan kemur væntandi í handlarnar um einar tríggjar vikur, og døma vit eftir tí, ið var spælt í Útvarpinum, so er hetta ein enn vakrari fløga enn Wonderland. Rasmus segði, at limirnir í Makrel eru so spjaddir kring ymisk lond, at teir taka ein dag á gangin, men bólkurin er til enn. Ein tann besta tónleikasendingin Rasmus byrjaði í Rokk­stov­ uni 1997, men eitt tíðarskeið var Rasmus í Íslandi. Tá tók Makrel sangarin Ári Rouch yvir sum vertur, stutt eftir varð sendingin tikin av skránni. Tá Rasmus kom aftur úr Íslandi, fór hann undir sendingina aftur. Hesuferð við nógvum íblástri og orku. Hetta lyfti send­ingina til at vera eina tí bestu tónleikasendingina í føroyskum útvarpi og tí einastu sendingina, ið legði høvuðsdentin á tað í hendi á føroyska tónleikapallinum. Flytur niður Rasmus sigur við Sosialin, at Útvarpið leitar eftir av­loysari. Hann vónar tí, at onkur verður funnin, ið er áhugaður í at føra ar­beiðið víðari. Hann sigur somuleiðis, at um sendingin heldur fram, er ikki óhugs­ andi, at hann onkuntíð ger innsløg úr Danmark, har hann flytur fríggjadagin. Rasmus á viotar Rasmus sigur við Sosialin, at hann ætlar sær at halda fram við at arbeiða við tónleiki í Danmark. Fyrst og fremst er næsta fløgan sum einstaklingur á tapetininum. Til hesa fløgu hevur hann sniðgivið eitt nýtt ljóðføri, ið er eitt bland av einum gittara og eini violin. Hann kallar ljóðførið ein viotar, og hetta verður ein stórur partur av nýggju fløguni. Tað er før­oyski gittarsmiðurin Bjarna­stein, ið fer at gera viotarin. Rasmus sigur, at íblásturin kemur frá bólkum, sum Deep Purple, ið hava roynt seg við violinboga á einum gittara, men á einum vanligum gittara fær violinbogiin als ikki gagn­nýtt allar streingirnar. Tí verður armurin á viotar­ inum boygdur eitt sindur. Hann vónar, at hetta nýggja ljóðføri kann menna vakurleikan í hansara ljóði enn meira. Ikki longur Deja Vu Rasmus hevur seinastu tíðini verið virkin í Deja Vu, men hann kallar hetta freelance arbeiði. Hann hevur dámt væl, at samstarva við teir, tí teir hava gott felags tón­ listarligt stev. Men her var talan um, at Rasmus ikki spældi við nøkrum, og teir høvdu brúk fyri onkrum at spæla gittar, heldur enn, at hann varð ein partur av bólkinum. Rasmus sigur, at hann hevur boðað teimum frá, at um teir onkuntíð hava brúk fyri einum gittarleikara í upptøkuhølinum, so eru teir vælkomnir at ringja til hann. Tá sandsgenturnar í Poppkorn komu til Sands við síni planet fyri besta nýggja bólk, vórðu tær heiðraðar sum hetjur. 150-200 sandingar vóru samlaðir í ungamanna­felags­ húsinum Virkinum, ungmannafelagið bjóðaði PopTop og Poppkorn Orð: Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Óskar Óskarsson “Tit eru ein stotleiki fyri Sands bygd og fyri Sandoynna”, segði borgarstjórin á Sandi millum annað, tá hann helt røðu fyri sandsgentunum í Poppkorn á hátíðarhaldi í ungamanna­felags­húsinum Virkinum sunnukvøldið. Páll á Reynatúgvu mintist aftur á, at hava hitt hesar fittu men sera nervøsu gent­urnar aftan fyri pallin á MjúS festivalinum, beint áðrenn fyrstu framførsluna hjá bólkinum. Hann helt fyri, at tá hevði hann forsvorið, at tær skuldu fara at blíva ársins besti nýggji bólkur. Men menningin hevur verið ótrúlig. Sett Sandoynna á Føroyakortið Hann takkaði fyri, at tær á ein so vakran og sjarmerandi hátt hava sett Sands bygd og Sandoynna á Føroyakortið. Hetta er við til at geva bygd­ini eitt gott umdømi. Harumframt eru tær avbera góðar fyrimyndir fyri tey ungu í bygdini. Hetta vísir, at um tú hevur ein dreym og setur tær nøkur mál, kanst tú koma øgiliga langt, segði ein stoltur borgarstjóri. Hann handaði síðan gentunum hvør sína skál við orðunum Besti Nýggi Bólkur graveraðum. Hetta er í sær sjálvum eitt bragd, tí minnið enn 24 tímar vóru farnir, síðan Poppkorn vann heiðurslønina. Tað hevur kravt sín mann, at fáa ein gravør til arbeiðis sunnudag. Minnast tær góðu løturnar Tað var Ungmannafelagið Virkið og Sands komm­ una, ið skipaðu fyri hátíðar­ haldinum. Páll á Reynatúgvu sigur, at hann heldur, at tað er av alstórum týdningi at minnast teir góðu dagarnar, tí teir ringu skulu nokk koma av sær sjálvum. Hann sigur, at hann minnist, tá hann við føroyska fótbólts landsliðnum í 1989 vann gull á Oyggjaleikunum, og sostatt gjørdist fyrsti sandoyingum, ið vann gull í eini tílíkari kapping. Tá kendist tað eitt sindur hugstoytt, at eingin lat við seg koma í Sands bygdaráði. Tí hann vildi fegin deila gleðina við bygda­fólkið. Hann sigur, at tílík herðaklapp hava stóran týdning fyri ung fólk, tí vildi bygdaráðið sjálvandi heiðra Poppkorn. Poppkorn og blómir Umframt borgarstjóran, hildu William Davidsen formaður í Ungmannafelagnum, og Hanna Sørensen frá Heimas­missiónini røðu. Poppkorn hava sungi fyri Heimamissiónini, og hava tí tilknýti til felagskapin. Bæði Virkið og Heimamissiónin handaðu Poppkorn blómir. Løtan gjørdist stak væl eydnað eini 150-200 fólk høvdu leita sær í Virkið, har varð bjóða kakir og kaffi til tey vaksnu og PopTop og poppkorn til børnini. Poppkorn og PopTop til Poppkorn Øskukalt í Rokkstovuni Genturnar í Poppkorn fingu blómur, tá tær komu heim til Sands Poppkorn skrivaðu autografar