fríggjadagur 3. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 – 3. februar 2006
17
TINGHELLUKRONIKK
Skrellimenninir vóru pottaðir
aftan á jól. Útiløgukettlingar
og gulur mjørki amaðust uppi
í skrellispannini. Nú eru teir
komnir uppundan. Og tað eru
fjølmiðlarnir eisini, sum hava
verið fullir skrelliposar av
føroyskari vreiði alla ta myrku
tíðina.
Tað eru jólasálmar um jólafrið,
men Messias hjá Hendel, sum
eisini er jólasangur, hevur
orðini um heidningarnar, sum
froysa. Um fólkasløgini, sum
hava fáfongt í huga. Hví froysa
fólkasløg? Hví eru føroyingar so
óðir á jólum?
“We are not angry – we are
enraged,” segði ein, tá hann sá
órættin í USA í 60unum. Dylan
Thomas segði um deyðan: “Rage,
rage, against the dying of the
light.” Her er fáfongdin størri
enn øðin, tí øðin bítur ikki á
skýmingina. Hon er hvørki
skjøldur ella ljós, men fær uggað
ein bangnan og móðan mann.
Tann, sum sær órætt og deyða,
er óður, men tað er tann eisini,
sum hevur ilt í búkinum ella
hevur fingið ringar jólagávur.
Hesi koma lættliga í bland. Øði
fæst í fleiri litum og støddum.
Hvat er hvat er ein fløkja. Men
føroyingar hava verið óðari
hendan veturin enn annars (eftir
fjølmiðlunum at døma, men tað
er ikki vist, at teir hava nakað við
veruleikan at gera).
Føroyskt hevur, sum enskt,
fleiri orð fyri tað, sum hendir,
tá fólk tendra, og sinnalagið,
sum býr undir. Øðin verður
til í sambandinum millum
umstøðurnar og persónin, og
virðið í øðini verður mált eftir,
hvussu rættvíst og rættvorðið
tað er. Øðin er eisini til í mun
til grundhuglagið hjá tí, sum
tendrar. Vit hava orð sum øði,
vreiði, sinnismunur, illsinni osfr.
Vit minnast fólk, sum mistu
tolið, og onnur, sum onki tol
høvdu. Tað er best, at øll gloyma
tað, tá onkur er tendraður, og
soleiðis gongst oftast. Summi
fóru í søguna og grøvina sum
illsinnavætti. Hjá teimum
slætnaði illsinnisrukkan sjálvt
ikki í svøvni. Heldur ikki tá
veðrið var gott sum í dag, og teir
vóru blíðir, og konan hevði tað
gott. Tá vit siga, at tað skal onki
til, so er tað tað, sum tað merkir.
Tað skal onki til, tí øðin er har,
sum ein ævigur eldur. Hjá øðrum
er tað eitt pund av krúti.
Eitt øðisherðindi, sum ikki
var eitt illsinnisríð – sum tó fór í
søguna, sjálvt um tann óði bar og
ber orð fyri at vera góður í sær
– var tá Jesus fór inn í templið og
helt tað ikki vera í lagi, at fólk
fingust við handil har. Sunn øði
rennur úr glaðum sinni. Tað er
eisini konstruktivari enn illsinni
og veðurtreytaður sinnismunur.
Tunglyndi og svongd gera fólk ill
í sær, og tað er væl loyvt at vera
illa hýrdur tá. Tað er eisini væl
skilligt, at tað knepar í andligu
sodningarskipanini á jólum.
Maður hevur ilt í búkinum og
fær ikki sovið. Tað er fólk í
húsinum, og hann fær ikki lisið.
Hann vil sleppa til arbeiðis, men
sleppur ikki, og drekkur kanska
meir, enn hann ætlaði. Konan er
snedig og børnini halda gang. Alt
er eitt sindur av lagi, og tað er
eingin orsøk at vera glaður fyrstu
tímarnar á degnum. Onkur hevur
fingið vánalig ummæli. Jólini
hava verið keðilig. Lesarabrøvini
í bløðunum hava ikki verið
serliga góð. Hann hevur róð
út á internetinum í staðin fyri
at fara í bátin og fáa sær fríska
luft, og hann hevur roynt at
latið karamellurnar fingið frið,
men hevur mist tolið og tímir
ikki ikki at eta, tí tað er so
ræðuliga myrkt og keðiligt. Alt er
sjónvarp og vánaligar útsølur og
keðiligur jólatónleikur og rotnar
hugleiðingar um jólasiðir. Jól er
rotnasta tíðin á árinum, men tað
ber so illa til at vera ísakaldur
fyri hugnanum heima við hús, tí
so oyðileggja vit alt fyri børnini
og familjuna. Luftin og loftið
og bøurin og vegirnir og fjøllini
og alt tað, sum vit kalla úti, er
vorðið tað, sum vit kalla myrkt,
og tað er píniligt at royna at
banna myrkrinum við yrkingum,
tí eitt, tvey, trý, so er aftur sólin
slongd á okkara leiðir. (Tosar
hann um seg sjálvan?) Morgun
og dagur eru myrkari enn kvøld
og nátt, og sjálvt um tað ikki er
illveður ella kalt og hált altíð, so
er tað so mikið ofta bæði ilt og
kalt og hált aftur at myrkrinum,
at eingin tímir út á jólum og
áðrenn jól og aftan á jól.
Ella tað er eitt sindur av
sálarófriði og mammulongsli.
Og tað er heldur ikki skomm.
Okkurt skal tað vera, sum fær ilt
í føroyingar.
Ein góður filmur er 12 Angry
Men við Henry Fonda. Eitt
nevningating skal døma ein
drong sekan ella ikki. Teir ganga
í tveimum, líka sum í Føroyum:
jasíðan og neisíðan. Allir uttan
ein siga ja, og teir tíma ikki
at kjakast um tað, tí at tað er
so heitt úti, og onkur skal til
fótbóltsdyst, og onkur annar skal
til arbeiðis. Ein er illsintur, og
ongum dámar at fara skeivur.
Sjálvt um teir flestu eru rímiliga
sinniligir, og kjakið ber frukt, so
eitur filmurin 12 óðir mans, og
tað er genialt. Tí sálarliga megin,
sum drívur tankarnar fram og
fær menninar at taka og broyta
støðu, er eisini eitt slag av øði.
Ein maður er deyður, og onkur er
sekur. Spurningurin er, hvør skal
revsast. Altso umboða teir egna
vreiði umframt at umsita vreiði
Guds ella lógar.
Vreiði er, sum gleði, ein máti
at vera til uppá. Ikki ein kensla,
men ein grundhýrur, sum sæst
nógv betur í dagligum virki enn
kenslum. Í longdini má øðin
temjast, tí annars fær hon ikki
arbeitt. Tá Marlon Brando sum
Stanley Kowalski í A Streetcar
Named Desire rópar “STELLA”,
stendur í handritinum, at hann
ger tað við “heaven splitting
violence.” Men tað er eftir
handriti og undir fullkomnum
tamarhaldi. Jóanes Nielsen
heldur altíð fast um pennin,
men tað eru jólini, sum tala, tá
hann fær hysteriskt flipp av at
hoyra um eina manslegu hjá
Heimamissjónini. Og tá Kim
Simonsen sigur, at Carl Jóhan
Jensen dugir ikki at skriva.
Kowalski fekk Stellu at venda
við, men hesir fáa onki aftur fyri
at rópa.
Nú nevndust bara tvey dømi,
men lat gá. Tit vita, hvørji
hini eru. Vit vita bara ikki, um
tað er illsinni ella jólini ella
timburmenn, ella hvat tað er,
sum hevur fingið fólk at skriva
og banna og melda og døma og
stempla og spotta og vraka.
Vinfólk, sum gingu gjøgnum
ein slummbýarpart eystanfyri
á jólum, søgdu fyri mær, at
føroyingar hava onki at øsa
seg um uttan leti og myrkur og
búkilsku, tí vit vita ikki, hvussu
gott vit hava tað (aftur ein klisje
rík í merking).
Men so er hósdagur aftur, og
IRF menninir koma, og sólin
kemur aftur, og tað verður betri
aftur alt eina løtu.
Hví eru føroyingar so óðir?
Studentaskúlalærari
Meinhard
Jensen
Hevur tað við árstíðina og myrkrið at gera
ella er tað veðursjúka ella jólini, sum eru
orsøkir til, at føroyingar ella rættari fleiri,
sum hava verið frammi í fjølmiðlunum, hava
verið so óð í vetur, spyr Meinhard Jensen
studentaskúlalærari, sum hevur útbúgving í
eingilskum máli og bókmentum
Um tað er árstíðin, sum er orsøk til, at føroyingar í myrku tíðini sambært tí, sum verður borið fram í miðlunum,
eru so óðir myrkastu tíðina, so kann hugsast, at lagið er heilt gott, tá ið teir á hásumri standa og lýða á sangin
ólavsøkudag