fríggjadagur 3. februar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 25 – 3. februar 2006
TINGHELLUKRONIKK
Nógvir heimspekingar hava
hugleitt um valdsbýti. Ein
hin kendasti heimspekingurin
í hesum sambandi er John
Locke. Hansara valdsfatan og
greining av politiskum stýri
hava havt avgerandi týdning fyri
menningina av stjórnarskipanum.
Enska stjórnarskipanin
í 1600-talinum
Karl I royndi í tíðarskeiðinum
1629-1640 at ráða við eina
veldi og kallaði ikki saman
parlamentið í hesum tíðarskeiði.
Men í 1640 varð tingið kortini
sett og samtykti tá lóg, sum
avmarkaði valdið hjá kongi, so
at hann ikki longur kundi ráða
einsamallur. Uppreistur í Írlandi
hevði við sær, at kongur hevði
tørv á hermegi, men parlamentið,
ið ráddi fyri játtanini til herin,
hevði ikki álit á kongi. Kongur
kallaði tá saman ein her uttan
um parlamentið. Tingið svaraði
aftur við at kalla inn sín egna her,
og var hetta partur av orsøkini
til enska borgarakríggið 1642-
1649. Borgarakríggið snúði seg
í grundini um, hvør hevði evsta
politiska valdið í Onglandi,
kongur ella parlamentið.
Karl I varð tikin av døgum
í 1649. Kongsvaldið varð sett
úr gildi, og Ongland varð lýst
at vera lýðveldi (common
wealth). Í størsta partinum
av tíðarskeiðinum ráddi
Oliver Cromwell. Eftir deyða
Cromwells í 1658, gekk tó ikki
long tíð til kongsveldið varð
endurreist. Í 1660 gjørdist Karl II
kongur, og ráddi hann til 1685.
Kreppa tók seg upp eftir at
Karl II doyði og Jákup II gjørdist
kongur. Hann var íðin katolikkur
og gjørdi ímóti tingsins lógum,
tá ið hann útnevndi katolikkar
til týðandi størv innan herin,
fróðskaparsetrini og kommunur.
Tað sá út til, at einaveldi aftur var
vorðið veruleiki, og tá kongur
í 1688 fekk ein son, tyktist
katólsk kongsætt vera tryggjað
við. Onglendingar óttaðust bæði
katólskt harðræði og útlenska
uppílegging. Endin varð, at
protestantum á tingi eydnaðist
at fáa Mariu dóttir Jákups II
og mann hennara William av
Oranien vald til drotning og
kong. Jákup II flýddi, og henda
kollvelting gjørdist kend sum
“the Glorious Revolution.”
Nýggja kongaparið hevði
fingið síni heiti og myndugleika
frá parlamentinum og tey viður
kendu, at evsta valdið lá hjá
parlamentinum. Henda glæsiliga
kollveltingin staðfesti valdið hjá
parlamentinum og setti á stovn
stjórnarbundið kongsveldi.
Second Treatise of
Civil Government
John Locke var tann stóri tals
maðurin fyri hesa frælslyntu
kollvelting, fyri fólkaræði og
stjórnarskipan við valdsbýti
og fólkavaldum umboðum.
Hugmyndin handan kollvelt
ingina er at finna í bókini hjá
Locke Seinna Ritgerðin um
Borgarliga Stjórn, ið helst varð
skrivað í 1681 í stjórnarligum
krepputíðum. Locke skrivaði
Seinnu Rigerðina tá ið støðan
millum kongsveldið og parla
mentið var sera spent og
Karl II førdi seg fram sum
einaræðisharra. Endamálið var
at vísa á tørvin á uppgerð við
táverandi stýrisskipanina og
at lýsa grundarlagið fyri betur
skipaðum stýri í samsvar við
almenna viljan.
Locke byggir sum aðrir á
hugsanina um samfelagssátt
málan. Hesin sáttmáli ber í
sær, at valdið verður latið upp
í hendurnar á einum stjórnara,
sum verjir lív og ognir teirra.
Locke heldur ikki, at fólk
upprunaliga eru í krígsstøðu
øll ímóti øllum, men heldur
at fólk eru fræls og líka av
uppruna, men vandi er fyri
ágangi frá øðrum. Tí liva fólk
í ótta og vanda fyri at missa
alt. Tí søkir fólkið felagsskap,
sum hevur til endamáls at
verja lív, frælsi og góðs teirra.
Locke orðaði seg soleiðis: “Tað
stóra høvuðsendamálið við
at menniskju ganga saman í
statir og geva seg undir eitt
stýri, er at tryggja ogn teirra, tí í
náttúrustøðuni vantar nógv í.” (§
124)
Valdsbýti
Locke skrivar nógv um valdsbýti
og hvussu vit best skipa sam
felagið. Locke vísir á tríggjar
valdsfunksjónir, sum eiga at vera
í samfelagnum:
“Fyri tað fyrsta vantar ein
fast og kend lóg, samtykt og
góðkend við felags samtykki
sum normurin fyri rætti og órætti
og tann felags mátistokkur til at
loysa trætur millum fólk.“ (124)
“Fyri tað annað vantar í
náttúrustøðuni ein kendur og
óheftur dómari, sum hevur
møguleika at loysa ósemjur
sambært samtyktum lógum.” (§
125)
“Fyri tað triðja vantar ofta í
náttúrustøðuni vald til at styðja
uppundir røttu avgerðini, og
harnæst handhevja hana á
hóskandi hátt [á enskum: to give
it due execution]” (§ 126)
Endurgevingarnar omanfyri
vísa greitt, at ávísar funksjónir
vanta í náttúrustøðuni og
eiga tí at vera partur av tí
samfelagsskipan, ið hann argu
menterar fyri. Funksjónirnar eru:
lóggevandi (§ 124), dømandi
(§ 125) og útinnandi vald (§
126). Hesar funksjónirnar eru
væl kendar í flestu samfelags
skipanum. Locke hevur ikki
einans trý myndugleikasløg, men
fýra. Tann fjórða statsfunksjónin
verður nevnd í kapitli 12, § 145
og 146. Um hetta valdið sigur
hann:
“Hetta vald ræður tískil yvir
kríggi og friði og samgongu og
øllum sáttmálum við allar teir
persónar og felagsskapir, sum
standa uttan fyri avvarðandi stat,
og kann kallast samveldisvald.
Bara málið er rætt skilt, so nervar
navnið meg als ikki.” (§ 146)
Tað fjórða valdið er sostatt
samveldisvaldið (føderativa
valdið). Tey fýra valdssløgini hjá
Locke eru staðfest, men tað er
ikki nóg mikið. Neyðugt er eisini
at fáa greiði á, hvussu valdsbýtið
og valdssamanspælið er skipað.
Í samband við spurningin um
valdsbýtið, er tað hóskandi at fáa
greiði á, hvat Locke sigur um
sambandið millum lóggevandi og
útinnandi vald. Hetta kemur til
sjóndar í § 144:
“Men av tí at tær lógir, sum
helst verða gjørdar einaferð og
eftir stuttari tíð, hava áhaldandi
gildi og krevja áhaldandi
útinning ella eftirlit, er tað tískil
neyðugt, at eitt vald altíð er
saman, sum skal hava eftirlit
við, at útinningin av samtyktu
lógunum áhaldandi verður
framd. Og hetta er orsøkin til,
at lóggevandi og útinnandi vald
verður býtt sundur.”
Lóggevandi og útinnandi
valdið skal skiljast sundur, tí
talan er um tvær ymiskar
funksjónir. Locke vísir á, at
tað er vandi á ferð, tá ið somu
persónar hava bæði lóggevandi
og útinnandi vald, tí hesir kunnu
misnýta valdið til egnan fyrimun
Tá ið Locke lagaði grund
Skrivarin í stjórnarskipanarnevndini, Rúni
Rasmussen, sum hevur bachelorprógv í søgu
og stjórnmálafrøði, greiðir her frá søguliga
upprunanum undir valdsbýtinum, sum tað
støðugt verður fokuserað nógv uppá, og
sum áhaldandi verður viðgjørt og endavent
Rúni
Rasmussen
John Locke